fríggjadagur 7. oktober 2005síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 191 - 7. oktober 2005
Heilsa
& lívsstílur
Heilsa
maggi@sosialurin.fo
Hesaferð gevur Leila á
Lofti frá Fysioterapi á
Argjum nøkur góð
ráð um at velja ta
røttu madrassuna at
sova á. Standard-
loysnir finnast ikki, tá
madrssur skulu
veljast, sigur hon
SVØVNUR
Ímeðan tú svevur, byggir
kroppurin seg upp aftur
eftir ein strævnan dag.
Hvussu madrassan skal
vera, velst um tann ið ligg-
ur á henni.
Tað er eitt ótal av
madrassum at velja ímill-
um. Tú kanst velja eina
bleyta, miðal ella harða
madrassu. Hvørja tú velur,
velst um hvussu tín bygn-
aður er, ert tú ein stuttur
persónur og vigar nógv ella
ein langur persónur og vig-
ar lítið, so skal hædd takast
fyri tí, tá madrassur skulu
keypast.
Tað ræður um at "liggja
lætt", uttan at nakað ávíst
øki á kroppinum verður fyri
óneyðugum trýsti. Ryggur-
in hevur ein bygna, sum
skal varðveitast á madrass-
uni. Madrassan skal styðja
upp undir kroppin, líka
mikið hvussu vit liggja.
Er madrassan ov bleyt,
enda vit við at liggja sum í
eini hangikoyggju, og er
hon ov hørð verða akslar og
majdnar trýstar inn. Madr-
assan má ikki vera bleytari,
enn at tú kanst venda tær
uttan at vakna, og tá hugsað
verður um, at vit venda
okkum 60-70 ferðir hvørja
nátt, er tað sjálvsagt, at
madrassan má passa til
kroppin, annars verður
ongin hvíld. Tað ljóðar av
nógvum 60-70 ferðir, men
tað má til fyri at umgangast
trýstskaðar og sum trygd
fyri einum góðum blóð-
rensli.
Tað eru fleiri faktorar,
sum spæla inn, eitt nú
koddin, inniluftin og sjálvir
botnarnir, skulu vit vakna
heilt úthvíld. Men madrass-
an eigur tó sín stóra leiklut.
Tit hava ivaleyst hoyrt tað
fyrr, at vit menniskju eru
minni um kvøldið. Hetta
kemst av kjarnuni inni í tí
vit kenna undir navninum
"diskus", ið liggur millum
allar geislarnar.
Tit kunnu hugsa um
kjarnurnar sum svampar
fullar av vætu. Hava vit
ligið gott um náttina, t.v.s. á
eini madrassu sum er
passalig til kroppin, so
hevur svampurin (kjarnan)
um náttina sogið nógva
vætu til sín og gjørt seg
kláran til dagin. So hvørt
sum dagurin líður, verður
svampurin pressaður saman
og vætan fer úr. Tá so
kvøldið kemur, ja, so ert tú
lægri enn um morgunin.
Standardloysnir
finnast ikki
Standardloysnir
finnast
ikki, tá madrssur skulu
veljast. Madrassan skal
styðja ryggin, uttan at hann
broytir skap, líkamikið
hvussu ein liggur. Tað er
vert at hugsa um seingjar-
botnin eisini, hann kann
sjálvandi gera mun, bæði
tann bleytara og harðara
vegin.
Spyrjið eisini serfrøð-
ingarnar sum selja sengur,
har er nógv vitan at fáa. Tí
meðan eg sum fysiotera-
peutur tosi um harðar, mið-
al og bleytar madrassur, so
vita tey, ið selja madrassur
um allar møguleikarnar,
sum eg vil kalla " bland-
ingsmadrassur", t.v.s. at tær
eru deildar upp í zonir bæði
upp á longs og í hædd.
Men eitt veit eg, og tað
er, at tú finnur ikki út av tí
upp á 14 dagar, um tann
madrassan tú hevur keypt
er góð nokk til tín, har má
longri tíð til, og hvussu tað
verður loyst, tað tori eg ikki
at blandað meg upp í.
Kelda: www.fysio.fo
Sov blítt og søtt
Asbest og
narkotika
Foreldur nokta børnum
sínum at fara í skúlar,
har sum asbest er, men
tey hava ongar trupul-
leikar við at senda tey í
skúlar, sum eru fullir av
narkotika. Hetta sigur
Joseph Califano, leiðari
fyri National Centre on
Addiction and Sub-
stance
Abuse,
við
Columbia-universitet.
Hann heldur, at vit
høvdu komið eitt stig
tann rætta vegin, um
foreldur vóru líka áhug-
aði í narkotika sum
asbest.
Sunnhetsbladet
Dømi: Her liggur Vinjard á eini ov harðari madrassu í mun til longd og vekt
Ovara myndin sýnir ein persón, sum liggur á rættari madrassu. Tað týdningarmesta er at teir
náttúrligu bogarnir, sum ryggurin hevur, verða varðveittir, bæði tá vit liggja á síðuni og á
rygginum
Niðara myndin: Persónurin liggur á ov bleytari madrassu. Tað er sum at liggja í eini
heingikoyggju
Ein geisli við einum diskus og
kjarnuni í miðjuni. Hava vit
ligið gott um náttina, so
hevur svampurin (kjarnin)
sogið nógva vætu til sín og
gjørt seg kláran til dagin