Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. oktober 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 192 • leygardagur • 8. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Leygardagurin er Sabbath í Ísrael, og tað merkir, at til klokkan seks á kvøldi hava øll frí. Eisni tey, sum starvast í hotel-køkinum hjá landsliðnum, og tí er FSF sjálvt noytt at syrgja fyri, at spælararnir fáa rætta matin hendan dagin. Hetta er tó eisini fingið í rættlag, og í nógvar mát- ar kunnu starvsfólkini í køkinum arbeiða niður- fyri, soleiðis at tann part- urin av matinum, sum kann tilgerast fríggjadag- in, eisini verður tað. So verður tað so uppgávan hjá Per Olsen at syrgja fyri restini, tá máltíðirnar hjá liðnum skulu gerast, og tað verður neyvan nak- ar trupulleiki. So tað verða hóast alt ikki ein flokkur av hung- ursraktum spælarum, sum fara á vøllin, tá dysturin skal spælast. -mørk Tíbetur eru teir arbeiðsleysir Við á landsliðsferðini eru tveir vøddamýkjarar, men sum skilst, so hava hvørki Øssur Steinhólm ell a Álvur Hansen havt tað heilt stóra at takast við. Sjálvir hildu teir undir venjingunum, at tað var langt síðani, at tað hevði verið somikið friðarligt fyri teirra viðkomandi, men at hetta kortini var ein tendensur, sum tóktist ganga rætta vegin. Ikki minst tykist tað í dag vera so, at er ein spælari hálvg- um skaddur, so verður avboð givið til landsliðið, heldur enn at satsa uppá, at »nokk gongur«. Og hóast heimliga kappingin í ár er longd við eini helvt, so tykist hetta held- ur ikki at hava gjørt nakað í so máta. Heldur tværtur ímóti, tóktust teir at halda -mørk Fysioterapeutarnir hjá landsliðnum kundu taka tað sjáldsama róligt á ísraels-ferðini Trygdin er í lagi Tá landsliðið er uttan- lands og ferðast, er tað ein sjálvfylgja, at løgreglan fylgir við, har teir eru. Tað er tó sjáldan vaktar- haldið er so alvápnað, sum tað er her í Ísrael. Politiska støðan í Ísrael ger, at løgreglumenninir her eru betri vápnaðir, enn vit vanliga síggja teir, og tað sá ikki sørt ógvus- ligt út, tá menn av slagn- um sum omanfyri ansaðu eftir, at alt gekk rætt fyri seg viðvíkjandi trygdini. Tað skal tó leggjast aft- urat, at landsliðshópurin á ongan hátt hevur merkt nakað til ófrið av nøkrum slag á ferðini. -mørk Halda hvílidagin heilagan Føroyski landsliðss- kiparin er ivaleysur í, at spælararnir hvør sum ein vilja geva Henrik Larsen eitt ordiligt farvæl, nú hann fyri seinastu ferð stendur á odda fyri føroyska fótbólts- landsliðnum FÓTBÓLTSPRÁT Jákup Mørk Um tað ber til at vera meira tendraður enn vanligt, tá spælt verður á útivølli móti sterkum fótbóltstjóðum, er kanska ilt at meta um. Men tað tykist kortini, sum vilja spælararnir á landsliðnum leygardagin gera sítt allar ítarsta. Ikki bara fyri at fáa eitt gott úrslit, men eisini fyri at geva Henrik Larsen eitt virðiligt farvæl sum lands- liðsvenjara. - Tað vilja vit heilt sikk- urt. Vit í spælarahópinum hava í øllum førum verið væl nøgdir við tað arbeiðið, sum Henrik hevur gjørt. Tað hevur gingið framá leikliga alla tíðina, og sjálvt um vit øll bíða eftir hesum vælsignaða yvirraskilsin- um, sum vit alla tíðina hava vónir um, so haldi eg, at tað hevur gingið væl hesi árini, segði Óli Johannesen, tá vit prátaðu við hann eftir venj- ingina hósdagin. - Kanska átti dysturin móti Ísrael á heimavølli at givið stig, so vit vilja í øll- um førum gera alt fyri, at tað skal eydnast okkum at geva eitt ordiligt farvæl her niðri. Og verður hetta so dyst- urin, har vit loksins fáa stig burturúr, ella er uppgávan kanska ov møtumikil í so máta? - Eg haldi ikki, at hon er ov stór. Vit vóru í øllum førum væl við í heimadyst- inum móti Ísrael. Teir eru kanska sterkari á heima- vølli, og teir skulu eisini vinna, so teir kenna seg kanska kroystar at fara fram á vøllin. Og tað eru teir kanska ikki so vanir við, so eg haldi avgjørt, at vit hava møguleikar. Og at vøllurin her tykist vera framúr góður. Er tað kanska ein líka stórur fyrimunur fyri tykkum, sum tað er hjá teimum? - Vit hava so í øllum førum spælt á nógvum vøllum, sum hava verið framúr góðir, og har hava vit eisini spælt góðar dystir, so tað trúgvi eg ikki fer at ávirka dystin sum so. Trýstið er á teimum Bæði miku- og serliga hós- dagin vandi landsliðið, meðan sólin bakaði hita- stigini oman yvir spælarar- nar. Tað tóktist eisini merkja fleiri av spælarun- um, og Óli ásannar eisini, at hetta setir stór krøv til venjingarstøðuna hjá teim- um. - Vit mugu í øllum førum støðugt hugsa um at eta rætt og drekka nógv. Tað er sjálvandi eitt sindur svallig- ari um kvøldið, men tá er talan framvegis um eini 24- 25 hitastig, so tað verður sera heitt. - So tað verður nokk nak- að við, at vit skulu taka tað róligt, tá steðgir eru í spæl- inum. Fáa okkum eitt sind- ur av vatni, tá møguleiki er til tess, og yvir høvur syrgja fyri, at vit koma sum best ígjøgnum dystin. Í Føroyum tóktist tað, sum vóru ísraelar ógvuliga tolnir í sínum spæli. Hóast einki mál kom fyrr enn seinna umfarið, so kom ongantíð panikkur ella frustratión í spæl teirra. Men Óli roknar kortini við, at mótstøðan hesa ferð fer at leggja seg longur fram á vøllin. - Teir skulu vinna dystin, og helst skulu teir vinna stórt, so teir hava sjálvandi eitt trýst á sær. Okkara fyri- munur kann so vera, at hetta er ein leiklutur, sum teir ikki eru so vanir við, og tað kann geva okkum nakr- ar góðar kontra-møguleik- ar. - Men fyrst og fremst, so ræður enn einaferð um at vera væl skipaðir. Tað vil altíð vera útgangsstøðið, og so taka vit tingini harfrá. Vilja siga farvæl við manér Tað var ikki sørt, at nógvi hitin nervaði spælararnir undir venjingunum. Og hóast tað verður nakað svalligari um kvøldið, so heldur Óli, at føroyska liðið framvegis skal ansa eftir í so máta