Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-08, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. oktober 2005síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 192 - 8. oktober 2005 Søkt verður eftir tveimum starvsfólkum til eftirlitið á Suðurøki,at byrja skjótast gjørligt. Høvuðsuppgávur Størvini fevna í høvuðsheitum um eftirlitsarbeiði og málsviðgerð innan meirvirðisgjald, skatt og toll, og at ummæla innkomin kærumál. Harumframt skulu loysast avgreiðsluuppgávur, s.s. fyrispurningar frá viðskiftafólki/vinnuni innan skatt- og avgjaldsøkið hjá Toll- og Skattstovu Føroya. Tey, ið sett verða, skulu kunna tola, at broytingar verða framdar í starvsinnihaldinum vegna broytingar á stovninum.Eisini skulu tey,ið sett verða,kunna ferðast til annað øki, tá ið tað er neyðugt. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava roknskaparligan førleika, t.d. Cand. Merc., HA, HD, HH ella líknandi útbúgving. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarar hava góðar málsligar førleikar og teldukunnleika. Røttu viðkomandi eru persónar,sum eru sjálvstøðug,arbeiðssom,fyrikomandi og duga at samstarva. Vit kunna bjóða Spennandi størv við nógvum avbjóðingum, sum samstundis eru fakliga krevjandi. 2 sjálvstøðug størv í góðum arbeiðsumhvørvi. Setanartreytir Lønar- og setanarviðurskiftir,sum eru treytað av starvsroyndum og útbúgving,eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Núverandi setanarøki er Suðurøki, men fevnir annars um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí, og tann persónur, ið verður settur, skal kunna røkja tænastu á hesum støðum, um tað verður kravt. Nærri frágreiðing um starvið fæst við at venda sær til Toll- og Skattstovu Føroya, Suðurøki, Margret Joensen, økisstjóra, á tlf. 30 84 00. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum v.m. og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. november 2005 Toll- og Skattstova Føroya Suðurøki Postsmoga 69 FO-800 Tvøroyri Toll- og Skattstova Føroya 2 størv innan eftirlitsarbeiði Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnis-skatta- og avgjaldslógirnar, inntøkuskatta-lógina v.m. og alla skuldarinnkrevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at plan-legging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær seks økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Tórshavn, Saltangará og Klaksvík røkja raksturin. Stovnurin er farin undir bygnaðarbroytingar. Samstarvið millum økisskrivstovurnar og leiðsluna í stýrinum skal mennast, og stovnurin skal veita borgarum og virkjum eina betri tænastu. Tær núverandi seks økisskrivstovurnar verða lagdar saman til tríggjar. Í Suðurøki starvast 11 fólk. Skrivstovan er á Tvøroyri. Heimasíða www.tollskatt.fo E-mail suduroy@tollskatt.fo Leiðari til barna- garðin í Hvalvík Sunda kommuna søkir eftir dagstovnaleiðara til barnagarðin, at byrja tann 1. november 2005 ella eftir nærri avtalu. Umsøkjarin skal arbeiða 40 tímar og hava náms- frøðiliga útbúgving. Barnagarðurin er skipaður við 2 barnagarðsstovum, 2 vøggustovum og frítíðarskúla. Barnagarðurin liggur í hugnaligum, barnavinarlig- um umhvørvi heilt oman til ta vælkendu stóru ánna. Vit ynskja: • At tú hevur hug og hegni at leiða, dugir at samstarva og ert fyrikomandi. • At tú hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum og teim vaksnu. • At tú hevur hug til at skapa og seta dám á okkara barnagarð. • At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt. Setunarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Før- oya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara- felagið. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til núverandi leiðara, á tlf. 213717 ella 422717. Umsóknir við avritum av prógvi verða at senda til: Sunda Kommunu Oyrarbakkavegur 3 FO 400 Oyrarbakki Umsóknarfreistin er í seinasta lagi tann 11.10.2005. Barnagarðurin í Hvalvík, er ein av trimum stovnum í Sunda Kommunu.Vit eru normeraði til 60 børn, hava 3 ár á bakið, og eru í løtuni 6 starvsfólk í vøggustovuni, 8 í barnagarðinum og 3 starvsfólk í frítíðarskúlanum. Dagstovnaleiðarnir á økinum, tvs. í Hósvík, á Oyrabakka og í Hvalvík, hava eitt gott og tætt samstarv á økinum í samráð við kommununa. Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 3298, P/F Norðoyatunnilin, 110 Tórshavn. Nevnd: Farin úr nevndini: Oyvindur Brimnes, Reynsgøta 71, 160 Argir (nevndarlimur) Innkomin í nevndina: Jóhanna á Bergi, Traðargøta 18, 700 Klaksvík (nevndarlimur) Skráseting Føroya tann 05. oktober 2005 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2858, P/F Oyspan, 100 Tórshavn. Nevnd: Farin úr nevndini: Janus í Gong, Yviri við Strond 43, 100 Tórshavn (nevndarformaður) Innkomin í nevndina: Bogi í Dali, Eirargarður 8- 130, 100 Tórshavn (nevndarformaður) Skráseting Føroya tann 06. oktober 2005 Kristin Balle ________________________ Bókavørður Søkt verður eftir avloysara fyri bókavørð at byrja skjótast gjørligt og fram til 31.8. 2006. Til starvið, sum er 3/4-starv, krevst útbúgving sum bókavørður. Arbeiðsuppgávurnar eru fyrst og fremst skráseting, útlánsvaktir o.a. vanligt bóka- savnsarbeiði. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Umsókn við próvskjølum verður at senda Føroya landsbókasavni í seinasta lagi 24. oktober 2005. Føroya landsbókasavn Lesið - so eru tit við