Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-08, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. oktober 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 192 - 8. oktober 2005 Eykaaðalfundur hjá Javna Eykaaðalfundurin hjá Javna verður 29. oktober kl. 15.00 á Verkstaðnum Vón. Á skránni verður: • Val av formanni og • Val av starvsnevndarlimi Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2246, Sp/f Era, 160 Argir. Viðtøkur broyttar: 04.10.2005 Navn: Nýtt navn: Sp/f Drainsoft Hjánøvn: Nýggj hjánøvn: Sp/f loppan.fo (Sp/f Drainsoft), Sp/f Vital (Sp/f Drainsoft) Nevnd: Innkomin í nevndina: Thomas Ari Brockie, Traðarbrekka 8, 100 Tórshavn (nevndarformaður) Jan Joensen, Hiort Lorentzens Gade 23, 1.tv., 2200 København N (nevndarlimur) Uni Dahl, Kagså Kollegiet 103, 2730 Herlev (nevndarlimur) Benny Scott Brockie, J. C. Svabosgøta 12, 2.th., 100 Tórshavn (nevndarlimur) Stjórn: Farin frá sum stjóri: Erland Hentze Rasmussen, Høvdagøta 5, 160 Argir Innkomin sum stjóri: Benny Scott Brockie, J. C. Svabosgøta 12, 2.th., 100 Tórshavn Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av nevndarformanni ella av felagsins stjóra. Endamál: Endamál felagsins er at reka handil. Skráseting Føroya tann 06. oktober 2005 Kristin Balle _______________________ Avloysari til Mýrifípuna og Útibarnagarðin í Trongisvági Stovnslýsing: Á Mýrifípuni ganga 90 børn í aldrinum 0-7 ár.Stovn- urin er skipaður í 5 eindir, ein vøggustova, tríggjar barnagarðsstovur,harav ein hálvdagsstova,ein heil- dagsstova og ein útibarnagarðsstova. Starvið: Søkt verður eftir kallivakari/avloysara,ið kann koma til arbeiðis tá ið vit mangla starvsfólk av ymsum orsøkum. Arbeiðstíðin er sera skiftandi, tó millum kl. 07.30 - 18.00. Vit vænta av tær: • At tú hevur góð samstarvsevnir og ert álítandi. • At tú vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfelagum. • At tú ert nærverandi og dugir at taka ábyrgd • At tær dámar at verða úti í øllum veðri • At tú hevur hug til at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir kring allan stovnin Lønarviðurskifti: Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Guðrun ella Bitiru á tlf. 372700. Umsókn skal verða Dagstovninum í hendi í seinasta lagi 21. oktober 2005. T V Ø R O Y R A R K O M M U N A Í sambýlinum koma at búgva 4 sinnisveik fólk, íð hava tørv á eginumsorgan, tryggleika og einum struktureraðum gerandisdegi. Tað verða fleiri aktivitetir bæði inni og uttan fyri húsið, har starvsfólkini fara at luttaka aktivt saman við búfólkunum. Arbeiðið hjá starvafólkunum fevnir um: • At stimbra og menna praktiskar og sosialar førleikar hjá búfólkunum. • At stimbra ígongdsetan av virksemi, íð búfólkini ynskja ella hava tørv á. • At geva ráð og vegleiðing í vanligum dagligum virki, so sum matgerð, reingerð, klædnavaski, handilsørindum og øðrum, samstundis sum atlit verður tikið til, hvat búfólkini megna. • At skipa so fyri,at búfólkini fáa møguleika at leggja gerandislív sítt soleiðis til rættis, at tað verður í samsvar við egnan tørv og normar. Førleikakrøv: Vit vænta, at tú: • er tolin og hevur eina positiva menniskjafatan. • kann handfara og trívast við einum arbeiðsdegi, íð onki kann sigast um frammanundan. • ert sterkur bæði til likams og sálar. • hevur royndir innan psykiatriska økið. • hevur áræði. • hevur hug og hegni at arbeiða sjálvstøðugt. Lønar- og setunartreytir: Talan er um 5 fulltíðarstørv innan Heimarøktina og Serforsorgina og roknast má við, at arbeiðstíðirnar eru skiftandi. Tað eru dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktir. Løn sambært Føroya Psykiatrifelag, Føroya Pedagogfelag, Felagið føroyskir sjúkrarøktarafrøðingar, Heilsuhjálparafelag Føroya, Almanna og heilsurøktara- felagið og Fíggjarmálaráðið. Tann, íð settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Fleiri upplýsningar um størvini eru at fáa hjá Signu Andreasen, leiðara, tlf. 333213. Umsóknarfreistin er sett til tann 25. oktober 2005., og umsóknir skulu sendast til: Deildin fyri sinnisveik Att: Regin Johansen Løkjatún 1 160 Argir Heimarøktin og Serforsorgin Deildin fyri Sinnisveik Løkjutún 1 FO-160 Argir · Tlf.354020 · Telefax 354021 Deildin fyri sinnisveik søkir eftir 5 starvsfólkum til nýggja sambýlið á Traðarvegi í Sandavági Lesið -so eru tit við!