týsdagur 11. oktober 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 193 - 11. oktober 2005
Í sambýlinum koma at búgva 4 sinnisveik fólk, íð hava tørv á eginumsorgan,
tryggleika og einum struktureraðum gerandisdegi.
Tað verða fleiri aktivitetir bæði inni og uttan fyri húsið, har starvsfólkini fara at
luttaka aktivt saman við búfólkunum.
Arbeiðið hjá starvafólkunum fevnir um:
• At stimbra og menna praktiskar og sosialar førleikar hjá búfólkunum.
• At stimbra ígongdsetan av virksemi, íð búfólkini ynskja ella hava tørv á.
• At geva ráð og vegleiðing í vanligum dagligum virki, so sum matgerð,
reingerð, klædnavaski, handilsørindum og øðrum, samstundis sum atlit
verður tikið til, hvat búfólkini megna.
• At skipa so fyri,at búfólkini fáa møguleika at leggja gerandislív sítt soleiðis til
rættis, at tað verður í samsvar við egnan tørv og normar.
Førleikakrøv:
Vit vænta, at tú:
• er tolin og hevur eina positiva menniskjafatan.
• kann handfara og trívast við einum arbeiðsdegi, íð onki kann sigast um
frammanundan.
• ert sterkur bæði til likams og sálar.
• hevur royndir innan psykiatriska økið.
• hevur áræði.
• hevur hug og hegni at arbeiða sjálvstøðugt.
Lønar- og setunartreytir:
Talan er um 5 fulltíðarstørv innan Heimarøktina og Serforsorgina og roknast
má við, at arbeiðstíðirnar eru skiftandi. Tað eru dag-, kvøld-, náttar- og
vikuskiftisvaktir.
Løn sambært Føroya Psykiatrifelag, Føroya Pedagogfelag, Felagið føroyskir
sjúkrarøktarafrøðingar, Heilsuhjálparafelag Føroya, Almanna og heilsurøktara-
felagið og Fíggjarmálaráðið.
Tann, íð settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at hetta kann
verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Fleiri upplýsningar um størvini eru at fáa hjá Signu Andreasen, leiðara, tlf.
333213.
Umsóknarfreistin er sett til tann 25. oktober 2005., og umsóknir skulu
sendast til:
Deildin fyri sinnisveik
Att: Regin Johansen
Løkjatún 1
160 Argir
Heimarøktin og Serforsorgin
Deildin fyri Sinnisveik
Løkjutún 1
FO-160 Argir · Tlf.354020 · Telefax 354021
Deildin fyri sinnisveik
søkir eftir 5 starvsfólkum
til nýggja sambýlið
á Traðarvegi í Sandavági
Aðalfundur
Føroya Musiklærarafelag hevur aðalfund leygar-
dagin 5. november 2005 kl. 9.30 í Grønlendinga-
húsinum.
Nevndin
veitst tú ikki tað?