hósdagur 13. oktober 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 195 - 13. oktober 2005
Leiting eftir kolvetn-
um í føroyskum øki
hevur í dag tikið eitt
týdningarmikið stig
víðari í strembanini
at finna kolvetni í
rakstrarverdum
nøgdum sigur
Oljufyrisitingin, nú
avtala er gjørd um at
bora inni á basaltin-
um
TÍÐINDASKRIV
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum,
og loyvishavararnir í loyvi
004 og loyvi 007, hava í
dag gjørt avtalu um, at fe-
løgini í seinasta lagi í 2007
fara at bora ein leitibrunn á
loyvi 007.
Oljufeløgini BP Amoco
Exploration (Faroes) Limit-
ed ("BP") og Shell U.K.
Limited ("Shell") vendu
sær fyrr í ár til føroysku
oljumyndugleikarnar
at
kanna møguleikarnar fyri
at eftirverandi skyldurnar
at bora tveir leitibrunnarnir
í loyvi 004, kundu lúkast
við at bora ein brunn long-
ur inni á landgrunninum,
har tjúkt lag er av basalti.
Feløgini meta, at tey úr-
slit, tey hava fingið frá bor-
ingini, ið gjørd varð í 2001,
á Svínoy leitimiðinum í
loyvi 004 og tær kanning-
arnar, ið síðani eru gjørdar,
talaðu fyri, at tað eru betri
møguleikar at finna kol-
vetni
í
rakstrarverdum
nøgdum á øðrum økjum,
enn í økinum fyri leitiloyvi
004. Hesum eru føroysku
oljumyndugleikarnir samd-
ir í, og fegnast tí um at
leitingin nú veruliga tekur
dik á seg á basaltøkinum.
Samstundis má ásannast, at
avgerðin um at veita 9 ára
loyvini sum part av fyrsta
loyvisumfar, nú hevur ein
avgerandi leiklut fyri at
avtalan í dag kundi gerast
veruleiki.
BP og Shell hava gjørt
semju við Anadarko Faroes
Company ("Anadarko"), ið
er einasti loyvishavari á
loyvi 007, um at bora ein
leitibrunn á hesum økinum.
BP og Shell gerast partar av
loyvi 007, og verður BP
fyristøðufelag í loyvinum.
Samstundis sleppa BP og
Shell loyvi 004.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum,
er væl nøgdur við hesa
nýggju gongd í arbeiðinum
at finna kolvetni í rakstrar-
verdum nøgdum á føroysk-
um øki. Bjarni Djurholm
sigur:
"Oljuleiting í Føroyum
hevur nú góð 4 ár á baki
síðan fyrsti borurin varð
settur í. Royndirnar higartil
hava víst, at kolvetni finnst
á føroyskum øki og síggja
vit nú at leitingin flytur seg
longur inn á landgrunnin at
kanna leitimið undir basalt-
inum. Tann brunnurin, sum
í dag er avtalaður, hevur
fyrst og fremst til endamáls
at leita eftir kolvetnum,
men eisini at staðfesta jarð-
frøðiligu viðurskiftini undir
basaltinum til frama fyri
framhaldandi
leitivirk-
semi."
"Vit hava eisini staðfest,
at føroyskar fyritøkur, ið
hava fingið møguleikan at
veita oljuvinnuni tænastur í
samband við leitivirksemi,
til fulnar hava prógvað, at
tær eru førar fyri at átaka
sær uppgávurnar."
"Tað er tí mín vón at fe-
løgini, sum nú taka stig til
at bora gjøgnum basaltið,
hepnast við hesi stóru av-
bjóðing til gagns fyri sam-
felagið alt."
Gjøgnumbrot í oljuleiting:
Slóðbrótandi avtala um
at bora á basaltinum
Kortið vísir loyvisøkini frá 1.
útbjóðing á landgrunninum
tvs. bæði 6 og 9 ára loyvi. Nú
verða so tveir brunnar fluttir
frá øki 004 og lagdir saman
at bora í øki 007. Pílurin
vísir staðið, har borurin
verður settur í um
hálvtannað ár.
Kort Oljufyrisitingin
Eftir undirskrivingina av avtaluni: Mike Smith frá Shell, John A. Edge frá Anadarko, Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Oljufyristingini, Bjarni Djurholm,
landssstýrismaður og Graham R. Day frá BP
Mynd Jan Müller