hósdagur 13. oktober 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Oddamenninir fyri
tey bæði oljufeløgini
BP og Anadarko fegn-
ast um avtaluna, sum
loksins er undirskriv-
að um at flyta tveir
brunnar frá lands-
synningshorninum á
landgrunninum long-
ur inn á landgrunnin
og har bora ein rætti-
liga kostnaðarmiklan
brunn gjøgnum
basalt, nakað, sum
ikki er roynt her áður.
Shell er eisini partur
av nýggja samtakin-
um
OLJULEITING
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Týsdagurin tann 11. oktob-
er kann koma at gerast ein
minniligur dagur í føroysk-
ari oljusøgu. Henda dag
varð ein heldur óvanlig av-
tala gjørd millum føroysk-
ar myndugleikar og trý stór
altjóða oljufeløg. Bretska
BP og hálendska Shell, sum
hava bundið seg til at bora
tveir
brunnar
aftrat
á
landgrunninum, skrivaðu
henda dag undir avtalu við
amerikanska
oljufelagið
Anadarko um at flyta hesar
báðar brunnarnar frá teirra
6 ára loyvi nær markinum
til 9 ára loyvið hjá Ana
darko, sum liggur longur
inni á landgrunninum – og
leggja teir saman til ein
brunn, ið skal broast gjøg-
num basalt.
Orsøkin til at flyta um-
røddu brunnar er at finna
meira hóskandi støð at bora
eftir olju og gassi á Føroya-
leiðini, nú fýra brunnar í
landssynningshorninum av
landgrunninum stutt frá
bretska markinum, ikki
góvu tey úrslit man annars
hevði vónað. BP, sum er
fyristøðufelag, hevur gjørt
vart við, at tað ikki metir
egnað støð vera at bora eftir
olju í hesum økinum. Út frá
tí sannroynd er so sprottið
hugskotið um at flyta
brunnarnar longur inn á
landgrunnin.
Nú er so gjørd ein á-
hugaverd avtala, sum før-
oyskir myndugleikar fegn-
ast um, tí hon setir gongd á
aftur oljuleitingina og tað
áhugaverda er, at hetta
verður í einum nýggjum
øki, har eingin hevur borað
áður, nevniliga inni á
basaltinum.
Føroyskir myndugleikar
hava annars leingi sæð
fram til, at okkurt oljufelag
fór at bora gjøgnum basalt-
ið, soleiðis at vitan fekst
um løgini undir basaltinum.
Henda avtalan er so tann
fyrsta av sínum slag. Og
kann man siga, at hon er
rættiliga kolveltandi. Ein
annar
møguleiki
kundi
verið, at BP/Shell gjørdu av
als ikki at bora og heldur
rindaðu føroyska lands-
kassanum tað virði, sum
tveir brunnar hava, eina
staðni millum 300 og 500
mió. kr. Tað hevði verið
sera óheppið fyri víðari
leitingina, tí tá misti tú
møguleikan at bora fleiri
brunnar.
John A. Edge, altjóða
samráðingarleiðari
hjá
Anadarko kom úr Houston
til Føroya fyri at seta navn
sítt undir hesa avtalu. Hann
er sera fegin um avtaluna, tí
hon gevur ætlanunum hjá
felagnum kjøt og blóð. Fe-
lagið hevur annars í mong
ár gjørt ymsar kanningar á
sínum loyvi á landgrunnin-
um uttan tó at gera endaliga
greitt, hvat tað ætlaði at
gera her í framtíðini. Nú
kemur so avtalan við BP og
Shell sum eitt kærkomið
høvið at koma eitt týðandi
stig víðari.
– Bæði vit í Anadarko og
eisini BP og Shell eru sera
bjartskygd
um
henda
brunnin og rokna vit við at
bora hann í seinasta lagi
2007. Anadarko, sum hevur
eitt 9 ára loyvi, skuldi av
røttum gera av, um tað vildi
halda fram við sínum virk-
semi í Føroyum um hetta
mundið. Nú komu so BP og
Shell og bóðu um loyvi at
bora teirra brunn inni á
loyvinum hjá Anadarko, og
harvið verður felagið eisini
beinleiðis partur av einum
brunni. John Edge dylur
ikki fyri, at teir eru sera
fegnir um at skula sam-
starva við BP og Shell, tí
hetta eru feløg á høgum
tøkniligum støði, og tí
kemur tað væl við hjá
Anadarko at koma í sam-
starv við tey.
Men ikki nóg mikið við
tí. Anadarko er tí teirri
heldur løgnu støðu, at fe-
lagið, sum jú enn ikki hevði
bundið seg til at bora
nakran brunn, nú bráddliga
verður partur av tveimum
brunnum. Felagið er nevni-
liga eisini medeigari av
einum øðrum 9 ára loyvi,
sum Statoil er fyristøðufe-
lag fyri. John Edge sigur, at
samráðingarnar eru ikki
lidnar um at flyta tveir
aðrar brunnar úr landssynn-
ingshorninum til hetta 9 ára
loyvið, ið liggur uppaftur
longur inni á landgrunnin-
um, men hann roknar við,
at tær enda við, at ein
brunnur verður boraður har
í komandi ári. Tað eru olju-
feløgini Statoil og Amerada
Hess og teirra samstarvs-
partnarar, ið á sama hátt
sum BP og Shell eisini
ynskja at flyta síni tvey
boriforpliktilsi frá tí so-
nevnda "Gullhonrinum" til
eitt 9 ára loyvi longur inni á
landgrunninum.
– Vit fegnast sjálvandi
um at vera komnir í hesa
støðu og tað undirbyggir so
eisini á okkara stóra arbeiði
seinastu árini at skilja
undirgrundina betur á, her
serstakliga økini við ba-
salti. Vit eru sera spentir
um framtíðina og vóna at
vera eitt av oljufeløgunum,
sum fara at havt fast fóta-
festi á føroyska landgrunn-
inum í mong mong ár.
Eisini umboðið fyri BP,
Graham R. Day, sum var
við til at undirskriva brunn-
avtaluna á Oljufyristingini
týsdagin, er fegin um, at tað
eftir drúgvar samráðingar
og kanningar loksins hevur
eydnast at koma so langt. –
Eg vil takka øllum, sum
hava verið við til at gera
hetta
møguligt,
okkara
partnarar og føroysku olju-
myndugleikarnar. Vit fara
nú at gera okkara heima-
arbeiði til fulnar, soleiðis at
talan verður um eina trygga
verkætlan, har allir partar
skulu kenna seg tryggar við
arbeiðið.
Nr. 195 - 13. oktober 2005
3
William Heinesen leggur
navn til komandi oljukeldu
OLJULEITING
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tá farið verður at leita eftir olju og gassi er siðvenja,
at oljufeløg seta nøvn á síni prospektir tvs. støð í
undirgrundini, har møguleikar eru at finna olju og
somuleiðis veruligar olju/gass keldur. Noreg byrjaði
við at nýta norrønu gudalæruna við nøvnum sum
Gullfax, Snøvit, Ormen Lange, Troll osfr. Bretar
hava nýtt fjallanøvn sum Schiehallion og Foinaven,
fuglanøvn sum Cormorant og Bitten og hava so eisini
brúkt teirra vælkenda høvund Walter Scott í olju-
navnahøpi.
Í Føroyum hava oljufeløgini higartil nýtt nøvn sum
Marjun, Svínoy og Brugdan, tvs. persónsnøvn,
oyggjanøvn og fiskanøvn.
Í sambandi við at avtala týsdagin varð gjørd millum
tey trý oljufeløgini BP, Shell og Anadarko og før-
oyskar myndugleikar um at bora ein brunn inn á land-
grunninum í 2007, hava somu feløg eisini samtykt, at
ein møgulig olju- ella gasskelda, sum verður funnin
undir basaltinum, skal kallast upp eftir mæta føroyska
mentamanninum William Heinesen, sála. Eisini
verður her hugsað um mæta jarðfrøðingin William
Smith.
Sum skilst er hetta er eisini eitt signal um, at vinnan
og mentanin kunnu hava stórt virði av at samstarva.
Bæði BP og
Anadarko fegnast
um brunnavtalu
Umboð fyri oljufeløgini skrivað undir nýggju avtaluna
Mynd Jan Müller
Sigurð í Jákupsstovu tekur ímóti føroyska umboðsmanninum
hjá BP, Hjarnar Djurhuus
Mynd Jan Müller
Johan Mortensen, umboðsmaður fyri Anadarko í Føroyum her saman við Steve Linnard frá
Anadarko og Graham Day frá BP
Mynd Jan Müller