Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. oktober 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 195 - 13. oktober 2005 5 Føroya Rættur avgjørdi mikudagin, at fútin ikki hevði heimild til at taka koyrikortið frá Torbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, fyri rúsdrekkakoyring, tí politiska órinið ikki var tikið frá tingmanninum. Tobbi fekk tí koyrikortið aftur, men seinni mikudagin sendi hann tað retur til fútan RÆTTARMÁL Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sum bæði ákæruvaldið og Bjørn á Heygum, sakførari hjá Torbjørn Jacobsen, greiddu frá undir rættar- fundinum í farnu viku, snúði málið seg einans um heimildina hjá fútanum at taka koyrikortið frá Tobba, eftir at løgtingsmaðurin í summar varð tikin fyri rúsdrekkakoyring. Lat koyrikortið aftur til fútan Dómarin, Niels Toft-Vand- borg, segði í viðmerkingum sínum til dómin, at paragraf 24 í stýrisskipanarlógini viðvíkjandi politiskum órini sigur, at eingin limur av tinginum kann ákærast ella revsast á nakran hátt, uttan so at politiska órinið er tikið frá honum, ella um tinglimurin er tikin »på fersk gerning«. Í sambandi við málið hjá Tobba er eingin ivi um, at maðurin ikki varð tikin »på fersk gerning«, og tí varð heimild ikki fyri at taka koyrikortið frá løgtings- manninum. Tí varð avgerð dómarans tann, at Torbjørn Jacobsen skuldi hava koyri- kortið aftur beinanvegin, harafturat skal ákæruvaldið gjalda allan sakar-máls- kostnaðin. Torbjørn Jacobsen, sum koyrikortið aftur stutt eftir rættarfundin mikumorgun- in, hevur tó allatíðina lagt dent á, at hann ongar ætlan- ir hevur havt um at fáa sersømdir í sambandi við sítt heiti sum løgtingsmað- ur, og tí lat hann seinni mikudagin fútanum koyri- kortið aftur til varðveitslu, so leingi sum málið gongur sína gongd. Í skrivinum, sum Tor- bjørn Jacobsen lat fútanum saman við koyrikortinum, stendur millum annað: Bara fyri at undirritaði skal standa javnbjóðis øðrum borgarum, verður koyri- kortið, sum undirritaði fekk aftur sambært dómi, kl. 10.00 í morgun, latið tykk- um, meðan sjálvt málið gongur sína gongd. Órins- verjan sum løgtingsmaður skal undir ongum umstøð- um forða fyri, at løgreglu- og ákæruvaldið fær gjørt sína skyldu í tí málinum. Einki endurgjaldskrav Spurdur um hann hevði væntað at vinna sakarmál- ið, sigur Torbjørn Jacobsen, at tað er ilt at siga. – Málið er so mikið løg- frøðisligt, og tað hevði eis- ini mest áhuga millum løg- frøðingar. Sjálvandi er tað trupult hjá mær at verða objektivur, men undir rætt- armálinum hevði eg var- hugan av, at tað fór at koppa til mín fyrimun, tí argumentini hjá okkum vóru meiri logisk og veru- lig enn tey hjá ákæruvald- inum, heldur Torbjørn Jacobsen. Løgtingsmaðurin sigur seg ikki hava nakrar ákærur um at reisa endurgjaldskrav móti ákæruvaldinum. – Vit hildu tað verða órímiligt, at kortið bleiv tikið frá mær, áðrenn málið ikki var komið longur, enn at fútin júst hevði fingið tað. Tá vit so funnu út av, at einki fordømi var í danskari rættarsøgu, valdu vit at royna politiska órinið. Men tað hevur tó ongantíð verið ætlan at fáa nakrar ser- sømdir, og tí lati eg eisini kortið inn aftur beinanveg- in, sigur Torbjørn Jacobsen. Nú hevur fútin fingið koyrikortið aftur og kann arbeiða víðari við málinum í frið og náðum, og Tor- bjørn Jacobsen kann fram- vegis ikki koyra sjálvur til arbeiðis í tinginum. Tobbi fekk koyrikortið og sendi tað retur Á lógarmarkinum Promillan var 1,66, tá Tórbjørn 24. juli rendi á vegskelti á Vegnum langa. Tórbjørn Jacobsen fær í øllum førum bót og sleppur mestur heldur ikki at koyra bil í longri tíð, um ákæruvaldið velur at reisa ákæru. Promillan er ov høg, tá hon fer upp um 0,5. Soleiðis verður millum annað sagt í ferðslulógini: § 58. Rúsdrekkakoyring við motorakfari, traktori ella motoramboði verður revsað við sekt. Hevur alkoholnøgdin í blóðinum undir koyringini ella aftaná verið oman fyri 2,00 ‰, er revsingin varðhald ella fongsul upp til 1 ár. Sama er galdandi, um alkoholnøgdin í blóðinum í ella aftaná tíðarbilið, sum nevnt er í § 16, stk. 1, pkt. 2, er farin upp um 2,00 ‰. Stk. 2. Revsingin eftir stk. 1, pkt. 1, kann hækka til varðhald ella fongsul í upp til 1 ár, um førarin 1) áður er dømdur fyri rúsdrekka- ella promillukoyring, 2) verður funnin sekur í fleiri tilburðum av rúsdrekka- ella promillukoyring, ella 3) við stórum fyrilitaloysi fyri ferðslutrygdini hevur volt fólki ella luti skaða ella elvt til vanda fyri tí. Bólturin liggur í løtuni hjá ákæruvaldinum. Tað er ikki vist, at málið kemur fyri rættin. Málið kann eisini enda við, at ein bót verður send Tórbirni Jacobsen. -Heri FAKTA Ein ungur maður varð seinnapartin týsdagin dømdur 60 daga treytaða fongsulsrevsing fyri í fleiri førum at verða tikin við rúsevnum uppi á sær og fyri at hava selt smærri nøgdir av amfetamin. RÚSEVNISMÁL Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Ungi maðurin varð á ólavsøku í fjør tikin fyri at hava selt fýra gram av amfetamin, og harum- framt hevði hann eisini eina líknandi nøgd av amfetamini uppi á sær, umframt nakað av hashi, tá ið løgreglan handtók hann. Tær 1200 krónurn- ar, ið maðurin hevði for- vunnið við søluna av amfetaminunum, legði løgreglan eisini hald á í hesum sambandi. Somuleiðis var maðurin á vári í fjør tikin fyri at koyra uttan koyrikort, og í hesum sambandi fekk løgreglan illgruna um, at alt ikki ruggaði rætt. Tí varð maðurin kannaður á staðnum, og løgreglan fann nakað av hashi uppi á honum. Maðurin játtaði seg sekan í øllum skuldset- ingunum. Umstøðurnar gjørdu dómin treytaðan Ákærin í málinum kravdi mannin dømdan 60 daga fongsulsrevsing, men legði samstundis upp til, at dómurin gjørdist treyt- aður. Orsøkin til tað var, at maðurin, ið leingi hev- ur havt eitt rúsevnismis- brúk, hevur víst vilja til at sleppa burtur úr misbrúk- inum, og at hann hevði víst vilja til at hava eitt fast arbeiði. Eisini vóru aðrar umstøður, ið gjørdu sítt til, at ákærin mælti til treytaðan dóm. Dómarin eftirlíkaði ynskinum frá ákæranum og dømdi mannin 60 daga treytaða fongsulsrevsing. Dómurin er treytaður í tvey ár, og tað fyrsta árið er ein sonevnd royndartíð, har tað ber til hjá myndugleikunum at taka royndir av landinum hjá manninum fyri at kanna, um hann framvegis tekur rúsevnir. Um so er, at hann ger tað, er dómurin ikki longur treytaður, og so skal maðurin inn at sita. Ungi maðurin tók við dóminum. 60 daga treytaðan dóm Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, fekk mikudagin viðhald í Føroya Rætti í sambandi við heimildina hjá fútanum at taka koyrikortið frá honum í sambandi við eitt mál um rúsdrekkakoyring. Tobbi fekk kortið aftur, og fútin skal gjalda allan sakarmálskostnaðin. Løgtingsmaðurin hevur tó ongantíð havt nakrar ætlanir um at fáa sersømdir, og tí lat hann fútanum kortið aftur seinni mikudagin Mynd: Álvur Haraldsen.