hósdagur 13. oktober 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 195 - 13. oktober 2005
Fryst upsaflak í Miklagarði fyri 66 kr./kg.
At fiskimaðurin sein-
astu árini hevur fing-
ið lítið fyri upsan,
sæst ikki aftur í hand-
ilsdiskunum í Mikla-
garði í SMS, har prís-
urin á frystum uppsa-
flaki er himmalhøgur
UPSAPRÍSUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein lesari hjá Sosialinum
datt herfyri á fryst upsaflak,
sum lá til sølu í Miklagarði
í SMS. Flakið er pakkað í
Danmark, og fiskurin er
veiddur her uppi í Norður-
atlantshavinum.
Prísurin fyri hesi upsa-
fløk, skræðuleys og bein-
leys er góðar 66 krónur fyri
kilo.
Slaktarin váttar
Leiðarin á sláturdeildini í
Miklagarði, Jørgen Jørgen-
sen, váttar, at hetta er prís-
urin fyri hesi upsafløk, sum
komin eru úr Danmark.
Hann veit eisini at siga,
at kiloprísurin á tí, sum
danir rópa kolmule, er hin
sami sum fyri upsaflakið,
nevniliga góðar 66 krónur.
Fiskanavnið kulmule er –
um vit vilja tað ella ikki –
ikki so lítið villeiðandi.
Rógvi Mouritsen á Fiski-
rannsóknarstovuni sigur, at
norðmenn kalla svartkjaft
kulmule, men tað, sum
danir rópa kulmule, er ikki
svartkjaftur, men lýsingur,
ið er ein fiskur, sum minnir
um upsa, men er heldur
klænri og blankari á liti.
Lýsingur fæst sjáldan her
um okkara leiðir, men syðri
á havinum.
Aftur og fram
Slaktarin í Miklagarði held-
ur, at upsin og lýsingurin
munnu hava koyrt nakað
"aftur og fram" í skipanini,
og tí er prísurin vorðin so
høgur.
Í øllum førum kunnu vit
staðfesta, at tað er ikki
fiskimaðurin,
sum
fær
millum 2 og 4 krónur fyri
kilo fyri upsa, ið gerst ríkur
av prísinum, sum "danska"
upsaflakið verður keypt
fyri í handilsdiskunum í
Miklagarði.
Og óhugsandi er heldur
ikki, at upsin í Miklagarði
er veiddur av føroyskum
fiskimonnum, sum hava
staðið við kryvjipavnin og
brotið vakt, tí næsta hálið
longu var undir hekkuni á
skipinum.
Óhugsandi er ikki, at upsin, sum liggur í handilsdiskunum í
SMS fyri 66 krónur fyri kilo, er veiddur av føroyskum fiski-
monnum, sum hava staðið við kryvjipavnin og brotið vakt, tí
næsta hálið longu var undir hekkuni
Mynd: Vilmund Jacobsen
Timbur-
handil
umbyggjast
til keyps-
miðdepil
KEYPSMIÐDEPIL
Vilmund Jacobsen,
P/F Klaksvíkar Timbur-
handil, sum nú hevur
skift eigarar, skal ætlandi
byggjast
um
til
ein
keypsmiðdepil.
Eivind Jacobsen, sum er
ein av keyparunum, hevur
fyrr í vikuni sagt, at ætl-
anirnar við timburhandl-
inum sum keypsdepli eru
komnar so langt, at fígg-
ingin er komin uppá
pláss, og at næsta stigið er
at fáa neyðugu loyvini frá
Klaksvíkar kommunu.
Sambært Eivindi er ætl-
anin at flyta timbur-
goymsluna niðan á Borð-
oyavík, meðan byggi-
búðin framhaldandi verð-
ur í bygninginum á
Stongunum.
- Ætlanin er at leiga rest-
ina av bygninginum út til
onnur handilsrekandi.
Við umbyggingum verð-
ur bygningurin hjá Klaks-
víkar Timburhandli 3.000
fermetrar til støddar, og
harafturat er ætlanin at
gera stóran part av kjall-
aranum til parkerings-
kjallara.
Í samrøðu við Norðlýsið
sigur Eivind Jacobsen seg
einki trúgva upp á ætl-
anina at byggja ein nýggj-
an
keypsmiðdepil
í
Klaksvík, sum Norðoya
Sparikassi og vinnulívið í
býnum standa á odda fyri.
Klaksvíkar Timburhandil seldur:
Avtalan varð undirskrivað
á Høvdanum á Strondum
Símun á Høvdanum
sigur, at samstundis,
sum teir nú hava selt
timburhandilin, hev-
ur hann valt at stovn-
að sítt egna felag, Spf.
Klips, sum fer at taka
sær av keypi og sølu
EIGARASKIFTI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Um 10-tíðina í gjáramorg-
unin varð sáttmálin um sølu
av P/F Klaksvíkar Timbur-
handli endaliga undirskriv-
aður.
Keyparar eru Eivind Jac-
obsen, sum flestu kenna frá
P/F
Strandamáling
á
Strondum, Símun Mittún,
sum vit kenna frá P/F Klem-
ent Petersen í Saltangará og
Norðoyagrunnurin.
Teir, sum hava átt Klaks-
víkar Timburhandil síðan
1994 – og fram til gjára-
morgunin, tá ið avtalan
varð endaliga undirskrivað,
eru Símun á Høvdanum
saman við faðiri og bróðuri
sínum.
Soleiðis hevur timbur-
handilin verið ein familju-
fyritøka – um vit so kunnu
siga.
Á Høvdanum
Fyri seljararnar við Símuni
á Høvdanum á odda var
hetta ein søguligur dagur –
ella ein søgulig løta, tí und-
irskrivingin fór nevniliga
fram á sjálvum Høvdanum
á Strondum, har Símun
hevur sínar røtur – og sítt
eftirnavn.
Símun hevur leitt Klaks-
víkar Timburhandil við
hepnari hond, og tá ið hann
hevur verið burtur, hevur
trímenningurin, Eivind Jac-
obsen, tikið sær av leiðsl-
uni.
- Tú kemur á vegamót í
lívinum, har tú hevur hug at
royna okkurt nýtt. Tú velir
at taka avgerðir, og í hesum
førinum hava vit avgjørt at
selja Klaksvíkar Timbur-
handil til aðrar at reka,
sigur hann.
Egið felag
Símun sigur, at samstundis,
sum teir nú hava selt timb-
urhandilin, hevur hann
stovnað sítt egna felag, Spf.
Klips, sum fer at taka sær
av keypi og sølu.
Spurdur, hvat virksemið
hjá Klips fer at snúgva seg
um, er Símun ikki so ítøki-
ligur, men vísir á, at hann
hevur verið handilsmaður
alt sítt lív.
- Eg fari nú niður til
Danmarkar aftur og havi
góðar stundir at hugsa meg
um, hvussu virksemið hjá
Spf. Klips skal leggjast til
rættis. Í fyrsta lagi fari eg at
byggja upp ein kundaskara
í sambandi við ætlaða virk-
semið, sigur Símun.
Fyribils ætlar hann sær at
vera í Danmark til einaferð
í apríl ella mai mánaða
komandi ár.
- Um eg permanent fari
at búgva í Danmark, dugi
eg ikki at siga í løtuni, legg-
ur Símun á Høvdanum,
fyrrverandi eigari av Klaks-
víkar Timburhandli, aftrat.