Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. oktober 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 195 - 13. oktober 2005 7 Astrid Lindgren dámdi av fyrstan tíð ikki, at sangleikur skuldi gerast burtur úr hennara søgu um Ronju Ránsmanna- dóttir. Men Sebastian fekk yvirtalað hana, og sekstan ár seinni verður leikurin fram- førdur í Føroyum PRÁT Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Tað eru ikki nógv onnur enn brasilianskir fótbólts- leikarar, sum sleppa undan eftirnøvnum til dagligt. Men danski Sebastian hev- ur hendan rætt. Hann hevur skrivað tón- leikin til sangleikin um Ronju Ránsmannadóttir, sum verður frumsýnt í før- oyskari útgávu 5. novemb- er. Tað var Sebastian sjálvur, sum vendi sær til Niels Halm, stjóra fyri Norður- landahúsið, við hugskotin- um um at framføra Ronju í Føroyum. - Eg kenni væl Niels. Hann var manager hjá mær fyrst í áttatiárunum, og vit hava síðani samstarvað javnan. Ikki minst tí eri eg sera glaður fyri at vera her, sigur Sebastian. Hann steðgar í Føroyum í nakrar dagar, og hann lovar ikki at blanda seg. - Eg ætli mær bara at hyggja at - og kanska geva okkurt gott ráð, sigur Se- bastian. Hann hevur fyri sovítt givið føroysku fyrireikar- unum frítt spæl, men hann leggur dent á, at tann poet- iski andin verður varð- veiddur. - Tað, sum eg havi sæð higartil, hevur verið sera gott, sigur Sebastian, ið vit fangaðu í Skansastovu mikumorgunin.. Lindgren dámdi einki Tað var í 1989, at Sebastian fór til Svøríkis fyri at práta Astrid Lindgren um hugskotið at gera sangleik við støði í hennara víða- gitnu søgu um Ronju Ráns- mannadóttir. Men tað var ikki uttan víðari, at Sebast- ian kundi fara víðari við ætlanunum. Tí Astrid Lind- gren var einki fyri, at tón- leikur og sangur skuldu fylla helvtina av tíðini í einari pallseting av hennara søgu. - Eg royndi tó at greiða nærri frá, hvat eg hevði ætl- að mær. Hon gekk síðani við til at hoyra tveir sangir, og tá dámdi henni betri. Tá eg seinni gjørdi sangleik burturúr søguni um Pippi, so var eingin trupulleiki, sigur Sebastian. Leikurin um Ronju hevur verið sýndur fleiri staðni í Danmark og eisini í øðrum Norðanlondum. Stór framleiðsla Heili seksti fólk verða við í føroysku pallsetingini av kenda sangleikinum. Sam- an við Skeyk og leikinum um Jósef og hansara dreymakot, er hetta ein av størstu sangleiks framførsl- unum í Norðurlandahúsin- um. Sambært Sebastian sjálv- um er leikurin eins nógv fyri vaksin sum fyri børn. - Tað hevur víst seg, at foreldur elska at taka síni foreldur við til hendan leikin, sigur Sebastian. Hann sigur, at tónleikurin er ein góð samanrenning av poppi, rokki og meira lyr- iskum tónleiki. - Eg haldi, at søgan um Ronju er ein tílík Romeo og Julie søga, sum hevur nógv løg og siga eina øgiliga góða søgu, sigur Sebastian. Sangleikir burturav Í dag fæst Sebastian so at siga burturav við sangleik- ir. Hann hevur skrivað og staðið fyri einum tíggju sangleikum, so vítt hann minnist. - Eg gjørdi mína síðstu poppútgávu fyri nógvum árum síðani. Nú fáist eg mest við sangleikir, sigur Sebastian. Hansara nýggjasta verk- ætlan er ein sangleikur um søguna Molatten eftir H.C. Andersen. Ungir úrmælingar Tað verða ungir úrmæling- ar frá Tórshavnar musik- skúla, sum fara at spæla tónleikin til sangleikin um Ronju Ránsmannadóttir. Bo Isholm sigur, at tey í Musikskúlanum hava útvalt tónleikararnar millum úr- mælingarnar á skúlanum. Tónleikararnir fáa tískil eina rættiliga avbjóðing Tónleikararnir eru: Hall- tóra Henriksen, Benjamin Petersen, Jan Rúni Poulsen, Bjarni Lisberg og Sjúrður Zachariasson. Leivur Thomsen og Eirikur Skála standa á odda fyri orkestr- inum. -Heri Ungir úrmælingar frá Tórshavnar musikskúla fara at spæla afturvið sangleikinum um Ronju Ránsmannadóttir. Mynd: Jonhard Hammer Sebastian sannførdi Lindgren Sebastian nýttist í sínari tíð at yvirtala Astrid Lindgren um at sleppa at gera Ronju til sangleik. Mynd: Jonhard Hammer