Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. oktober 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 195 - 13. oktober 2005 Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út smábarna- bøkurnar Lítli Lávus er skitin og Lítli Lávus vil sova eftir Linne Bie, barna- bøkurnar Bembla Fyllir eftir Thomas Svensson og Rok í veltuni eftir Svend Nordqvist NÝGGJAR BARNABØKUR Lítli Lávus er skitin og Lítli Lávus vil sova eru ógvuliga fittar bøkur, ið eru prentaðar á hart papp. Lítla Lávusi dámar væl at vaska sær og gummi- dunnuni. Nógv er eisini at gera, áðrenn hann sleppur at sova. Marna Jacobsen týddi úr svenskum. Bøk- urnar eru 12 bls. hvør og eru væl egn-aðar til børn í aldrinum 0 til 2 ár. Bembla fyllir er klaffa- bók um stóra dagin hjá Bemblu, tá ið øll familjan kemur í føð- i n g a r d a g . Hetta verður dagur, sum mamman og pápin seint fara at gloyma. Eyðna Magnussen týddi úr svenskum. Bókin er 28 bls. og er væl egnað hjá teimum 3-6 ára gomlu. Rok í veltuni er enn ein bók um væl umtóktu Pettson og Findus. Nú er vár, og Pettson heldur, at tíðin er komin at seta eplir niður, men Findus vil heldur seta frikadellur niður. So er bara at vatna og bíða, men so verður rok, tí onkur vil oyðileggja veltuna… Niels Jákup Thomsen týddi úr svenskum. Bókin er 23 bls. og er væl egnað hjá teimum 7-9 ára gomlu. ave Yrkingar Hetta yrkingasavn hevur ongan tittul, men bara eitt heftiplástur á permuni. Savnið er sum tey seks undanfarnu eftir Oddfríð M. Rasmussen nýskapandi innan føroyskan skaldskap. Oddfríður viðurkennir skyldskap við amerikanska yrking frá 20. øld. Hann leggur fyri við at endurgeva tvær reglur eftir San Francisco lyrikarin Law- rence Ferlinghetti, og lokar savnið við reglum eftir New Yorkar skaldið John Ashbury. Á henda hátt fevnir hann øllum amerik- anska meginlandinum frá beat-ættarliðnum í vestri til kollage-yrking í eystri. Summir tekstir í savnin- um eru stuttir og rámandi, meðan aðrir eru drúgvir og lýsandi, ofta mannalívið alt, sum tað er, sum »Vox humana«. Ein sigur frá nútíðarsamfelagnum, og »Fuglakvæðið« ekkóar onkustaðni langt aftanfyri: Oddfríður M. Rasmussen er í hesum savninum humoristiskt-spottandi og labyrint-iskur í einum liv- andi málbúna. Um somu tíð snýr tað seg um avantgarde poesi á einum musikalsk- um og dreymakendum máli, har myndirnar eru í støðugari broyting. Yrkingar eftir Oddfríð Marna Rasmussen er løgd til rættis og prentað á Føroya Prent. Savnið er 62 bls. og Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út. Í vikuskiftinum 4.-6. november 2005 skipar MáF og Klaks- víkar Sjónleikarafelag fyri árligu sjónleik- arastevnuni, sum í ár verður í Klaksvík SJÓNLEIKUR Endamálið við stevnuni er at savna sjónleikarafólk úr øllum landinum saman at umrøða sjónleik, arbeiða við sjónleiki, hugna sær saman og hæddarpunktið verður ein megnar veitsla. Sjúrðakvæði Á sjónleikarastevnuni í ár verður ljóskastarin settur á føroysku kvæðini. Árni Dahl fer út frá Sjúrðar- kvæðunum at leiða lut-tak- ararnar inn í kvæðaheimin, og Eyð Matras, Mikkjal Helmsdal og Birita Mohr fara síðani saman við lut- takarunum at skapa sjón- leik burtur úr spennandi søgunum í Sjúrðarkvæðun- um. Alt tiltakið verður í skótahúsinum, har møgu- leikarnir eru góðir at ar- beiða, eta og sova og fara upp á gólv, um onkur fær hug til tað. Sjónleikarastevnan er fyri ung sum eldri, roynd sum minni roynd, og vænt- ar MáF góða luttøku úr øll- um landinum. Til ber eisini at gista privat. Avantgarde yrkingar frá Oddfríði Rasmussen Nýtt frá Bókadeildini Tjaldrið jagstrar enn ravnin á flog, Inn ímillum húsini spæla litirnir sær, Ravnurin setur seg at pikka eitt súrepli ið barnið misti tá ið tað var á veg í barnagarð, Mamman hevði ikki tíð at taka tað upp tí so varð hon ov sein til arbeiðis. (Tríggjar milliónir sjúkutekin) Nýggja yrkingasavnið hjá Oddfríði M. Rasmussen hevur ongan tittul, men eitt heftiplástur á permuni Sjónleikarastevnan 2005: Úr kvæðunum á pall Stað: Skótahúsið í Klaksvík Tíðarskeið: Fríggjadagin 4. november kl. 19.00 - sunnudagin 6. november kl. 13.00 Kostnaður: kr. 300,00, alt íroknað Tilmelding: Hjá MáF, 315624 ella maf@maf.fo í seinasta lagi 28. oktober 2005. Meira fæst at vita frá MáF, tlf. 315624. À Sjónleikarastevnuni 2005 verður ljóskastarin settur á føroysku kvæðini