Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-13, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. oktober 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 195 - 13. oktober 2005 21 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 387, Sp/f Metric, 100 Tórshavn. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Solveig Sára Gerda Isfeldt, 100 Tórshavn Innkomin sum likvidator: Páll Nielsen, adv., Skansavegur 1, 110 Tórshavn Átekning: Felagið er tann 20.09.2005 farið í sjálvbodna likvidatión Skráseting Føroya tann 11. oktober 2005 Kristin Balle _______________________ Fíggjarmálaráðið Stjóri til Lønardeildina Starvið sum stjóri á Lønardeildini er leyst at søkja. Sum dømi um uppgávur hjá Lønardeildini kunnu verða nevnd: • at samráðast við fakfeløg um sáttmálar og avtalur fyri størv hjá landinum • at tulka lógir og avtalur • at flokka størv og at góðkenna individuellar treytir • at gera vegleiðingar og rundskriv um lønar- og setanarviðurskifti • at vera við í tvørgangandi arbeiðsbólkum og nevndum Avbjóðingarnar eru nógvar og umhvørvið er gott við góðum samstarvsfelagum. Vit kundu hugsað okkum at tú hevur útbúgving á kandidatstigi og at tú hevur royndir, sum eru góð barlast í sáttmálasamráðingum. Royndir innan løgfrøðiligt arbeiði eru eisini ein fyrimunur. Tað er týdningarmikið at tú hevur hug og hegni at leiða,ert fyrikomandi, dugir at laga teg eftir umstøðunum og hevur støðufesti. Arbeitt verður á høgum fakligum stigi, so tað eru góðir møguleikar at mennast bæði fakliga og persónliga. Setanarøkið er Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvið er lønt í 38. lønarflokki hjá tænnastumonnum landsins og í eftirlønargjaldi verða goldin 15%.Starvið er ikki tænastumannastarv,men verður sett eftir ser- ligari avtalu. Er tann, sum settur verður, tænastumaður frammanundan, kann starvið verða sett sum tænastumannastarv. Starvið verður sett sum skjótast. Vilt tú vita meira um starvið , kanst tú ringja til Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóra, á telefon 352020 ella senda eitt teldubræv til pal@fmr.fo Vit skulu hava umsóknina innan 26. oktober í 2005 kl. 12.00. Hon skal verða send Fíggjarmálaráðnum, Postrúm 2039, 165 Argjum. Fíggjarmálaráðið,lønardeildin,hevur ábyrgd av landsins arbeiðsgevaraheimildum,ið viðvíkja lønum og setanartreytum. Høvuðsuppgávurnar hjá lønardeildini eru tí: • at samráðast við fakfeløg um sáttmálar og avtalur fyri størv hjá landinum • at umsita tænastumannalóggávuna • at flokka størv og at góðkenna individuellar treytir • at ráðgeva hinum ráðunum í arbeiðsrættarligum og setanarrættarligum spurningum Harumframt umsitur Fíggjarmálaráðið, lønardeildin, eisini tann partin av kommunustýrislóg- ini, sum snýr seg um góðkenningar samb. § 5, stk 5 av kommunalum sáttmálum og avtalum um lønar- og setanarviðurskifti o.a. Fíggjarmálaráðið, Lønardeildin · Traðagøta 39 · Postsmoga 2039 · FO-165 Argir Tel 352200 · Fax 352201 · E-mail: lnd@lnd.fo · www.lnd.fo Fíggjarmálaráðið Stjóri til Toll- og Skattstovu Føroya Starvið sum stjóri á Toll- og Skattstovu Føroya er leyst at søkja. Toll- og Skattstova Føroya er ein landsstovnur undir Fíggjarmálaráðnum við 140 starvsfólkum, skipaður við einum stýri og trimum økisskrivsstovum. Planlegging og menning fer fram í Stýrinum, sum heldur til á Argjum, Økisskrivstovurnar kring landið røkja raksturin. Stovnurin er farin undir bygnaðarbroytingar. Uppgávur stovnsins Uppgávur stovnins eru m.a. at umsita: • skattalógina • tolllógina • mvg lógina • kolvetnisskattalógina • avgjaldslógirnar eins og alla skuldarinnkrevjing hjá landinum Førleikakrøv Vit vænta okkum av umsøkjarunum, at teir: • hava útbúgving frá hægri lærustovni • eru visionerir • hava góð samstarvsevnir • hava lætt við at seta seg inn í nýggjar uppgávur • tola at arbeiða undir trýsti • hava hóskandi leiðsluroyndir Setanarviðurskifti Starvið er lønt í 38. lønarflokki hjá tænastumonnum landsins og í eftir- lønargjaldi verða goldin 15%. Starvið er ikki tænastumannastarv, men verður sett eftir serligari avtalu. Starvið verður sett 1. januar 2006. Umsóknarfreist Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja til Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóra á telefon 352020 ella senda eitt teldubræv til pal@fmr.fo Vit skulu hava umsóknina innan 26. oktober í 2005 kl 12.00. Hon skal verða send Fíggjarmálaráðnum, Postrúm 2039, 165 á Argjum Keyp av seyðaskinnum Nú aftur er loyvi at útflyta saltað seyðaskinn til ES, og landið stuðlar við 300 tús. kr., fara vit at keypa seyðaskinn. Vit taka bert móti saltaðum skinnum, og verða latnir hesir prísir: 1. flokks saltað skinn kr. 16,00 2. flokks saltað skinn kr. 11,00 Pesjur verða ikki keyptar. Skinnini verða keypt samb. galdadi reglugerð um útflutning av seyðaskinnum. Hagreiðing skal verða eftir forskriftunum,og skulu skinnini m.a.kølast beinanvegin. Forskriftir um hagreiðing av seyðaskinnum kunnu fáast við at venda sær til MBM á telefon 309000. Lýst verður seinni við, nær og hvar skinnini verða móttikin. Hoyvík 11. oktober 2005 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 3257, Sp/f Kervi, 100 Tórshavn. Nevnd: Farin úr nevndini: Jónsvein Joensen, á Hvítanesi 42, 187 Hvítanes (nevndarlimur) Innkomin í nevndina: Óli á Deild Olsen, Suðuroyarvegur 5, 100 Tórshavn (nevndarlimur) Skráseting Føroya tann 07. oktober 2005 Kristin Balle _______________________i