Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-13, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. oktober 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 195 - 13. oktober 2005 HEILSANIR Góði pápi, verpápi og abbi Hjartaliga tillukku á 60 ára degnum tann 13. okt. Takk fyri alt tú ert fyri okkum. Vit elska teg. Heilsan børn, verdóttir og abbadóttir úr Danmark Góði Rani Tillukku á 2 ára degnum. Gleði meg at fáa kaku. Eisini heilsan frá ommu og abba. Rógvi Góði maður Hjartaliga tillukku við føðingardegn- um 12. okt. Ynskir kona tín Góði maður Hjartaliga tillukku á 60 ára degnum tann 13. okt. Takk fyri alt tú ert fyri meg. Eg elski teg. Nógv góð ár í framtíðini. Heilsan kona tín Góði John Hjartaliga tillukku við degnum og góð ynskir í framtíðini. Vinarlig heilsan vit í Havn Góði Palle Hjartaliga tillukku við føðingar- degnum sum var 4. okt. Ynskja mamma og babba Kenna tit hesa damuna?? Tillukku Internet Sosialur www.sosialurin.fo in KUNNINGARTØKNI Telduvitan.com er ein nýggj heimasíða, sum i høvuðsheitinum snýr seg um teldur og alt, sum hevur við teldur at gera tvs. teldubygnað, telduútgerð, tað, tú kanst nýta telduna til so sum internetið, tónleik/ mp3, grafikk, myndavið- gerð, heimasíðusmíð, spøl o.m.a. Síðan er mest ætlað teim ungu úr 10 til 63 ár, og hevur hon eisini hópin av áhugaverdum tilfari til bæði smá, miðalstór og vaksin ung, m.a. læru- tekstir um hvussu ein telda er uppbygd, hvussu tú fær telduna at koyra betri og skjótari. Men hetta er bert ein lítil partur av øllum. Eisini hevur Telduvitan fleiri greinir um Virus og hvussu tú sleppur av við ella verjir teg móti Virus, Spyware, Phishing v.m. Heimasíðan eisini ein tíðindapart við stuttum tíðindasamandráttum hetta á fyrstu síðu við øllum tí nýggjasta innan telduheim- in, sum umfatar menning, nýggj útgerð, tað nýggjasta innan internetið tvs. um brósarar/ forrit v.m. Teir hava eisini valt at geva fartelefoni innivist og hvat nýtt er at fáa og somuleiðis hvørji tilboð eru í føroysku handlunum. Eitt, sum fyllir - ella er ætl- að at fylla nógv er ein blokkur um føroyskar KT- handlar, har heimasíðan m.a. sigur vitjandi frá hvørjir handlar selja hvat, hvørji tilboð teir hava "hesa vikuna" og "henda mánað- in". Somuleiðis viðmæla og ummælir Telduvitan.com handlarnar m.a. um hvussu service- støðið er, hvussu útboðið er og hvussu skjótir teir eru við tí nýggjasta - og sjálv- andi, prísmunir handlanna millum og prísmunir mill- um FO, DK, NO, IS og SE. Handlarnir fáa eisini í boðið at hava hvør sína síðu, har teir kunnu lýsa við tilboðum, nýggjum vørum ella hvat teimum lystir. Ætlanin er at skapa eina betri kapping og sam- stundis halda handlunum til soleiðis, at servicestøðið er í hædd við tað, vantast kann í dagsins altjóðagerð. Eisini velur Telduvitan hvønn mánaða tann besta handilin tann mánaðin og eina ferð um árið velja teir so "Ársins KT-handil". Internetið fær nógv rúm m.a. við skeiðtilfari um hvussu tú smíðar eina heimasíðu, hvussu tú ger grafikk, bæði vanligar myndir/ tekningar og liv- andi grafikk (animeraðan). Telduvitan bjóðar eisini fólki at keypa liðugt gjørd- ar templates, tvs. heima- síðuskabelónir bæði við og uttan flash, hetta fyri ein kostnað, sum eingin annar kann kappast við, heldur ikki USA td. Góðskan á hesum templates er sera høg. Síðan inniheldur eisini eitt stórt tal av slóðum til spøl, forrit, portalar, anti- virustól, bæði online og at taka niður, mp3 fílur í stór- um tali. Vit tora at siga, utt- an at taka munnin ov full- an, at tað í dag ikki finst nøkur føroysk heimasíða, sum hevur so nógvar góðar og álítandi slóðir. Sjálvir siga teir á Teldu- vitan, at hetta er Føroya størsta, besta og mest upp- lýsandi síða um teldur og alt tað, ið hoyrir telduheim- inum til. Tíðindini eru fesk, vegleiðingarnar og lærandi tekstirnir eru skrivaðir so- leiðis, at øll skilja teir og tænasturnar eru nógvar og góðar. Teir leggja stóran dent á teldu/internet trygd, at føroyingurin lætt og skjótt kann nema sær vitan um teldur, forrit o.m.a. 01.10.2005 fór Teldu- vitan.com alment í luftina og sama dag varð síðan presenterað á stórskíggja í ítróttarhøllini á Hálsi. hetta í samband við Ungdóms- ráðstevnuna og tað ung- dómsarbeiði, sum fer fram á Margarinfabrikkini í Havn. Telduvitan.com sponsor- erar eisini arbeiðið á Marg- arinfabrikkini og tað kanska mest áhugaverda í hesum høpi er, at hvørja ferð ein fyritøka/ handil keypir eina lýsing á síðuni, fer 10% av lýsingarkostn- aðinum til arbeiðið á Margarinfabrikkini. Aftur- fyri eggjar Telduvitan teim ungu til at útfylla eina síðu (online) um hvussu teimum dámar tey nýggju teldu- spølini, um grafikkin, um møguleikar o.sfr. altso, at ummæla spølini. Henda tænasta er ikki heilt liðug enn, men verður vantandi klár í komandi viku. Onnur eru sjálvandi væl- komin at nýta síðuna til at luttaka í ummælinum. Seinni er ætlanin at spon- sorera onnur ungdóms- tiltøk runt um í landinum. Telduvitan hevur gjørt kanningar um hvussu stórt vitjunartal, teir kunnu Nýggj heimasíða um kunningar- tøkni Framhald á síðu 30