fríggjadagur 14. oktober 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 196 - 14. oktober 2005
27
The Wedding Crashers
Fríggjadag
14.10
kl. 18.30
kl. 21.00
Leygardag
15.10
kl. 18.30
kl. 21.00
Sunnudag
16.10
kl. 18.00
kl. 20.30
Hvat hevði hent, um onkur fór til
eitt stórt brúdleyp óboðin? Svarið
er einki. Kravið er, at tú skalt siga,
at tú ert sonur systkinabarnið hjá
einum ommubeiggja, sum doyði
fyri 20 árum síðani. Vinirnir John
og Jeremy hava eitt serligt frítíðar-
ítriv, teir ganga til brúdleyp, sum
teir ikki eru bodnir til. Teir halda
seg hava funnið fram til, at tað eru
serliga nógvar kvinnu til brúdleyp,
ið gerast serliga romantiskar
UMMÆLI
Kim Simonsen
Filmurin »Wedding Crashers« er í tí
lætta endanum. Hetta er ein veru-
ligur skemtifilmur, sum er toluliga
væl gjørdur. Hann er sum ein
komedia í støðum stuttlig, men sum
so nógvir amerikanskir mainstream
filmar, so hongur hann ikki ordiliga
saman.
Lúgv og hugna tær!
Í fyrru helvtini av filminum er tað
stuttligt at síggja John (Owen
Wilson) og Jeremy (Vince Vaughn)
fara til jødisk, italiensk, kinesisk ella
indisk brúdleyp. Teir hava sett seg
inn í, hvør familjan er, síðani lúgva
teir um, at teir eru í familju við tey
sum skulu giftast. Teir kenna allar
brúðarsiðir og eru altíð teir mest
sjarmerandi gestirnir. Brúðargávan,
teir koma við, er altíð ein stórur
tómur pakki.
Sum allir brotsmenn gerast teir
meiri djarvir. At enda fara teir til
brúdleyp hjá kendum fólkum. Teir
avgera til endans at fara til brúdleyp
hjá elstu dóttir fíggjarmálaráðharran
William Cleary (Christopher Walk-
en). Við til hetta brúdleyp eru allir
oddafiskarnir í landinum. Men her
gongur tað ikki sum teir ætlaðu.
Brúðurin hevur tvær yngri systrar,
ið eita Gloria og Claire. Jerry fer í
holt við at renna eftir Gloriu, men
John er ikki so væl fyri, tí Claire er
trúlovað við einum rættuliga tápu-
ligum og harðligum manni.
John og Jeremy koma so langt, at
fíggjarmálaráðharrin Cleary bjóðar
teimum heim alt vikuskiftið.
Hendan familjan er øll gingin frá
vitunum. Omman er skít og situr og
tosar groft. Sonurin er ein sálarliga
veikur samkyntur málari, sum gerst
ástartikin í gestunum, og alt endar í
eini gølu. Mamman er óð eftir ung-
um monnum. Pápin ein tápuligur
valdsgreðingur. Hesin parturin av
filminum er nærum ein keipumynd
av amerikansku degeneraðu yvir-
stættini.
Góðir sjónleikarar
Tað sum heldur øllum filminum
uppi, ella tað einasta sum heldur
honum saman, eru sjónleikarnir
Vince Vaughn og Owen Wilson. Hin
34 ára gamli Waughn, ið nærum er
tveir metrar langur, hevur verið við í
nógvum filmum, hann er eitt kent
andlit, ið vit hava sæð í filmum sum
The Lost World: Jurassic Park 2
(1997), Return to Paradise (1998),
The Cell (2000) og The Prime Gig
(2000). Í løtuni er hann aktuellur við
filminum Mr. And Mrs. Smith
(2005), har han spælir saman við
Brad Pitt og Angelina Jolie.
Serliga haldi eg at Owen Wilson
er ein rættuliga løgin sjónleikari.
Hann hevur skrivað nógv kend film-
handrit saman við gávuríka leik-
stjóranum Wes Anderson. Teir fingu
t. d. ein Oscar fyri margháttliga
filmin The Royal Tennenbaums
(2001). Vit hava tó ofta sæð hin 37
ára gamla Owen Wilson fyrr í
skemtifilmum sum Meet the Parents
(2000), har hann spældi saman við
Robert DeNiro og Ben Stiller, og í
filminum Starsky and Hutch (2004).
Christopher Walken er ein av teim
bestu sjónleikarunum í Hollywood.
Hann er í dag 62 ára gamal. Øll
kenna hann sum unga Nick í The
Deer Hunter (1978), sum hann
sjálvur sum gerst svakur og spælir
russiska roulettu fyri pening. Hann
hevur eisini spælt við í filmum sum
True Romance (1993), Pulp Fiction
(1994), Sleepy Hollow (1999) og
Catch Me If You Can (2002).
Verulig óboðin brúdleypsfólk
Hugskotið til filmin Wedding Crash-
ers
kom frá veruleikanum. Tá
framleiðarin av filminum varð bjóð-
aður til eitt brúdleyp. Tá fór hann at
hugsa um tíðina tá hann gekk á
collage, tá fóru hann og vinirnir ofta
til brúdleyp óbodnir, tí tað var lætt at
møta konufólki upp á hendan mátan.
Tað sum er áhugavert við hesum
filminum, um vit yvirhøvur kunnu
finna eitt erligt perspektiv í øllum
komikkinum, so er tað persónurin
John. Hann er í veruleikanum troytt-
ur av at liva sum ein playboy. Hann
er sum ein av hesum tragisku Don
Juan figurunum, sum ikki er heilt
ungur longur, ið eisini Kierkegaard
var sera hugtikin av. John livir sum
ein estetikari, men við tíðini sær
hesin estetikarin, at lívið er tómt, og
hann fellir niður í eitt svart hol av
vónloysi. Tað er hendan kreppan, ið
seinni parturin av filmurin snýr seg
um. Hann gerst ástartikin í vøkru
Rachel (Claire Cleary), sum er kend
frá The Notebook (2004), og Red-
Eye (2005), men hetta er nógv meri
torført enn at ganga óboðin til
Brudleyp.
Wedding Crashers er tó ikki nakar
The Deer Hunter. Tað er heldur ikki
fair at samanbera hesar filmar, men
tað undrar meg at Christopher
Walken og Owen Wilson ikki hava
okkurt betri at taka sær til, enn at
spæla slíkar lættar skemtileikir.
Filmurin er í tí lætta endanum,
hann er væl gjørdur, men sum nógv-
ir amerikanskir filmar, so hongur
hann ikki ordeliga saman. Hetta er
tó ein sjarmerandi filmur, ið hevur
selt sera nógv atgongumerki í USA.
www.bio.fo • Telefon 31 19 56
Óboðin brúdleypsfólk
LÆR SCORE-TRICKSENE I BIOGRAFEN
NEW LINE CINEMA PRESENTS A TAPESTRY FILMS PRODUCTION A DAVID DOBKIN FILM OWEN WILSON VINCE VAUGHN “WEDDING CRASHERS”
WITH CHRISTOPHER WALKEN RACHEL MCADAMS ISLA FISHER AND JANE SEYMOUR
LISA BEACH, C.S.A.
CASTING
BY
ROLFE KENT
MUSIC
BY
DENISE WINGATE
COSTUME
DESIGNER
BARRY ROBISON
PRODUCTION
DESIGNER
MARK LIVOLSI
EDITED
BY
JULIO MACAT, ASC
DIRECTOR OF
PHOTOGRAPHY
GUY RIEDEL TOBY EMMERICH RICHARD BRENER CALE BOYTER
EXECUTIVE
PRODUCERS
PETER ABRAMS ROBERT LEVY ANDREW PANAY
PRODUCED
BY
STEVE FABER & BOB FISHER
WRITTEN
BY
DAVID DOBKIN
DIRECTED
BY
WWW.WEDDINGCRASHERSMOVIE.CO
WWW.WEDDINGCRASHERSMOVIE.COM
©MMV NEW LINE PRODUCTIONS, INC. ALL RIGHTS RESERVED .
SOUNDTRACK
AVAILABLE ON
WWW.SF-FILM.DK
TÍÐIRNAR:
Stórt úrval av DVD-filmum til sølu
Far til fire – gi’r aldrig op!
Fríggjadag
14.10
kl. 16.30
Leygardag
15.10
kl. 16.30
Sunnudag
16.10
kl. 16.00
Distribueret af UIP
Hvis nogen tog alt,
hvad du lever for...
Hvor langt ville du så gå for at
få det tilbage?
JODIE
FOSTER
www.Flightplan.dk
Flightplan
Fríggjadag
14.10
kl. 20.45
kl. 23.30
Leygardag
15.10
kl. 20.45
kl. 23.30
Sunnudag
16.10
kl. 20.15
kl. 23.00
The Dukes of Hazzards
Fríggjadag
14.10
kl. 23.00
Leygardag
15.10
kl. 23.00
Sunnudag
16.10
kl. 22.30
JOHNNY KNOXVILLE
“JACKASS”
SEANN WILLIAM SCOTT
“AMERICAN PIE”
JESSICA SIMPSON
“MTV’S NEWLYWEDS”
www.dukesofhazzard.dk
www.dukesofhazzard.dk
40 year old virgin
Fríggjadag
14.10
kl. 18.15
Leygardag
15.10
kl. 18.15
Sunnudag
16.10
kl. 17.45
S T E V E
C A R E L L
Madagascar
Fríggjadag
14.10
kl. 16.15
Leygardag
15.10
kl. 16.15
Sunnudag
16.10
kl. 15.45
WWW.M
V
FRUMSÝNING
UMMÆLI:
Harry Potter og
flammernes pokal
Fríggjadag 18.11.
kl. 00.04 kl. 16.30 kl. 19.45 kl. 23.00
HEIMSFRUMSÝNING
KOMANDI FILMUR:
FRUMSÝNING
3 stjørnur av 6
Wedding Crashers. USA, 2005. Leikstjóri
David Dobkin. 119 minuttir. Frumfram-
sýndur í Havnar Bio og um alt Danmark
14.oktober.
Leikandi:
John Beckwith
Owen Wilson
Jeremy Grey
Vince Vaughn
William Cleary
Christopher Walken
Gloria Cleary
Isla Fisher
Claire Cleary
Rachel McAdams
Kathleen Cleary Jane Seymour