leygardagur 15. oktober 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 197 - 15. oktober 2005
SMYRIL OG LISTIN
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Longu síðani farið varð í gongd
við at byggja nýggja Smyril,
hevur leiðslan á Strandferðsluni
tosað um, hvussu veggirnir
skuldu prýðast á ein áhugaverdan
hátt og í tráð við arkitekturin á
skipinum. Í samráð við arki-
tektin, Camilla Horn, og listfrøð-
ingin, Inger Smærup Sørensen,
gjørdi leiðslan tí av, at lata sjey
føroyskum listafólkum, sum øll
eru fødd eftir 1960, uppgávuna
at prýða veggirnir á nýggja
Smyrli við egnum listaverkum.
Verkini eru nú klár og verða at
síggja, tá nýggi Smyril fer í
sigling.
Samanhangandi heild
Tað er Camilla Horn, sum hevur
teknað hølini umborð, og rætti-
liga nógv er gjørt burturúr snið-
gevingini. Frá byrjan var tað um-
ráðandi, at skapa eina samhang-
andi heild millum arkitekturin og
útsjóndina á veggunum. Tí heitti
leiðslan á listfrøðingin Inger
Smærup Sørensen, sum saman
við arkitektinum gjørdi tilmæli
um, hvørji listafólk skuldu fáa
uppgávuna.
- Tá tú velur, velur tú eisini
frá. Spurningurin er so, um man
skal tora at velja, ella lata vera,
og lata okkurt annað meir
tilvildarligt gera av. Og tað vildu
vit ikki, sigur Kristian Davidsen,
stjóri á Strandferðsluni.
Tey sjey listafólkini fingu fyri-
spurningin um at verða við
tíðliga í summar, og sum skilst
tóku tey øll væl ímóti áheitanini.
Tey hava fingið hvør sítt øki at
prýða við onkrum tilmæli um at
lata litspæl hóska heildini, men
annars hava ongar beinleiðis
treytir fylgt við uppgávuni, sigur
Kristian.
Mynd úteftir
Avgerðin um, at lata yngri,
føroysk listafólk prýða skipið, er
sjálvandi eisini ein partur av
myndini hjá Strandferðsuni
úteftir, sigur Kristian, og sipar í
hesum viðfangi til, at á hendan
hátt kemur nýggi Smyril eisini at
virka sum eitt slag av listasavni
við eini fastari framsýning. Ein
faldari er eisini gjørdur, har
kunnað verður listafólkini og
teirra verk.
- Vit eru sannførd um, at hetta
er ein góður máti hjá bæði
listafólkunum og Strandferðsluni
at umboða bæði seg sjálvan og
okkara land, sigur stjórin á
Strandferðsluni
Umframt føstu framsýningina
er eisini eitt høli sett av, har
ætlanin er at hava skiftandi fram-
sýningar við øðrum listafólkum.
Listafólkini, ið fara at mynd-
prýða nýggja Smyril, eru:
Hansina Iversen, Ranvá P.
Konoy, Marius Olsen, Bjarne
Werner Sørensen, Anker
Mortensen, Hanni Bjartalíð og
Aggi Asgeirsdóttir.
Nýggi Smyril:
Flótandi listasavn
Saman við listfrøðingi hevur leiðslan á Strandferðsluni valt út sjey
yngri, føroysk listafólk at prýða nýggja Smyril við egnum
listaverkum
- Tá tú velur, velur tú eisini frá, og tað kann sjálvandi skapa kjak.
Men vónandi verður tað av einum stimbrandi slag, sigur Kristian
Davidsen, stjóri á Strandferðsluni
At lata yngri føroysk listafólk myndprýða nýggja Smyril er ein góður máti at
umboða bæði listafólkini, Føroyar og Strandferðsluna úteftir, heldur Kristian
Dávidsen, stjóri á Strandferðsluni
Tey sjey listafólkini er vald eftir tilmæli frá listfrøðinginum Inger Smærup Sørensen