leygardagur 15. oktober 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 197 - 15. oktober 2005
NÝGGI SMYRIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Nýggi Smyril er okkara lands-
vegur til meginøkið í Føroyum.
Og Hann er ein landsvegur, sum
skal vera opin so nógv sum
gjørligt.
Tað heldur Hergeir Nielsen,
løgtingsmaður.
Hann sigur, at ongin ivi er um,
at nýggi Smyril er eitt frambrot í
ferðasambandinum ímillum
Suðuroynna og Havnina.
– Nú fæst altíð tann farmur
við, sum ætlanin er at fáa við.
Samstundis styttist siglingstíðin
ein hálvan tíma.
Men kortini heldur hann, at
fæst nýggi Smyril ikki at sigla
meiri, er talan hóast alt um eitt
avmarkað framstig.
Tí heldur hann, at tað er um-
ráðandi, at nýggi Smyril fæst at
sigla oftari.
– Um heilt stutta tíð kann
meginparturin av Føroya Fólki
koyra í túni hjá hvørjum øðrum
og fáa suðuroyingar ikki fleiri
túrar, verða vit eftirbátar.
– Tað er neyðugt at gera fram-
stig allatíðina og tí eigur næsta
framstigið at vera at Smyril fer at
sigla fleiri túrar.
Ein seinur kvøldtúrur
Eitt nú heldur løgtingsmaðurin,
at tað hevur stóran týdning at
leggja ein túr úr Havnini til
Suðuroynna seinni á kvøldi, so at
suðuroyingar í størri mun enn
nú, kunnu taka lut í mentanar-
lívinum í Havn og sleppa heim
sama kvøld.
Hann vísir á, at teir seinu
kvøldtúrarnir um Skopunarfjørð
og Leirvíksfjørð, hava rættiliga
stóran týdning fyri fólkið í
Norðoyggjum og í Sandoy og
teir verða nógv brúktir.
Somuleiðis heldur Hergeir
Nielsen at tað er neyðugt at
hugsa um framleiðandi vinnuna
og at geva henni so stórar
fyrimunir av Smyrli sum gjørligt.
– Í fleiri ár hava vit tosað um
at lækka farmagjaldið í fleiri ár,
men nú tykist tað at vera komið
undir land.
Hann sipar til, at tingið hevur
akkurát viðgjørt eitt mál um at
játta tríggjar milliónir til at
lækka farmagjaldið ímillum
Suðuroy og Havnina so at tað
verður javntstillað við flutningin
um Skopunarfjørð og um Leir-
víksfjørð.
Hann kennir kortini ikki so
nógv til smálutirnir í ætlanini og
tí veit hann heldur ikki nágreini-
liga, hvussu ætlanin er at lækka
farmagjaldið og av tí sama fær
hann ikki sagt so nógv um tað.
Tingið skal stinga
út í kortið
Annars heldur hann, at flutnings-
kostnaðurin sum heild hevur so
stóran týdning í Føroyum, at
løgtingið eigur at fáa høvi at
viðgerða flutningskostnaðin um
firðir og sund.
– Tað havi eg sóknast eftir í
fleiri ár, men tað hevur ikki
eydnast enn.
– Tað er ikki nøktandi, at
leiðslan á Strandferðsluni ásetir
prísin av sínum eintingum. Tað
hava ferðafólk við Smyrli eisini
sannað til fulnar seinastu
mánaðirnar, tí prísirnir á tí, sum
verður keypt umborð á Smyril
eru hækkaðir heilt munandi og
tað er nú nógv dýrari at keypa í
kafeteria umborð á Smyrli enn á
øðrum Strandfaraskipum og á
øðrum almennum stovnum á
landi. Tað havi eg gjørt vart við,
men landsstýrismaðurin kundi
ikki lovað annað enn at kanna
málið.
– Einaferð var eisini ætlanin at
hækka koyggjurpísin á Smyrli
upp í 300 krónur og tað sigur eitt
sindur um, hvussu lítið innlit
leiðslan á Strandferðsluni hevur í
viðurskiftini.
– Tí haldi eg, at tað er neyð-
ugt, at Strandferðslan fær greið
boð frá politiska myndugleikan-
um um, hvussu prísirnir skulu
vera, heldur Hergeir Nielsen.
Skal verða suðuroyarskip
burturav
Annars heldur Hergeir Nielsen,
at tað er heilt burturvið at tosa
um, at nýggi Smyril skal sigla
uttanlands.
– Hann skal tæna Suðuroy og
tað er ikki pláss til at lata hann
sigla uttanlands. Tað er ongin ivi
um, at eitt ferðasamband til
Skotlands hevði verið ein
vinningur, men tað má vera við
einum øðrum skipi, tí hetta skal
vera landsvegur suðuroyinga,
staðfestir Hergeir Nielsen.
Gamli Smyril hevði sínar
avmarkingar í plássi, men eisini í
tí, at biladekkið var ov lágt til at
nøkta tørvin á flutningi, sum nú
er, har bilarnir verða størri og
hægri.
– Tær avmarkingar eru burtur
nú. Men skal Suðuroy dagførast,
krevur tað eisini at nýtt berghol
verður gjørt ímillum Tvøroyri og
Hvalba, tí tað er so lágt at nógvir
nýmótans lastbilar fáa ikki koyrt
ígjøgnum tað.
– Og tað er ein spurningur, vit
eiga at taka upp sum skjótast,
sigur Hergeir Nielsen.
Smyril er ein landsvegur
og hann skal vera opin
so nógv sum gjørligt
Nýggi Smyril er eitt sera stórt framstig, men siglur hann
ikki fleiri túrar, er talan kortini um eitt avmarkað framstig
– Tað er neyðugt, at politiski
myndugleikin ger Strand-
ferðsluni greitt, hvussu nógv tað
skal kosta at brúka skipini.
Príshækkingar á Smyrli seinastu
tíðina er dømi um, hvussu neyð-
ugt tað er, sigur Hergeir Nielsen