leygardagur 15. oktober 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 197 - 15. oktober 2005
Nú vegskatturin hækk-
ar, skal ein partur av
pengunum brúkast til
at lækka ferðaseðla-
prísin við nýggja
Smyrli, sigur Johan
Dahl
NÝGGI SMYRIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Nýggi Smyril er eitt sera gott
skip sum fer at nøkta tørvin nógv
ár fram í tíðina.
Tað ivast Johan Dahl, løgtings-
maður, ikki í.
– Hann er bygdur við øllum
møguligum hentleikum fyri
framtíðina. Samstundis hava tey
skipakønu, sum hava projekterað
skipið, vissa um, at nýggi Smyril
er so sjógóður sum tað letur seg
gera at fáa eitt skip.
Men Johan Dahl vónar eisini,
at vit fara at brúka teir nógvu
møguleikarnar, sum nýggi
Smyril hevur.
– Hann hevur nógv pláss um-
borð og hann hevur nógv rúm,
sum kunnu brúkast til serlig
endamál.
Tí sær løgtingsmaðurin fyri
sær, at bólkar av ymsum slagi
fara at skipa fyri tiltøkum
umborð á Smyrli og tað er heldur
onki í vegin fyri at halda fundir,
ráðstevnur, føðingardagar og
aðrar veitslur umborð.
– Ein møguleiki er at fáa
ferðafólk til Suðuroyar, ella úr
Suðuroy til Havnar og at lata
ferðina byrja við einum góðum
bita umborð, og eg haldi eisini,
at Smyril átti at havt eitt skeinki-
loyvi, so at fólk kundu fingið vín
afturvið.
Slíkar ferðir kundi verið í sam-
bandi við mentanartiltøk í Suður-
oy ella á meginøkinum.
Johan Dahl sær eisini ein
møguleika fyri at lata Smyril
sigla einaferð um vikuna til
Skotlands, treytað av at hóskandi
skip fæst at sigla til Suðuroyar
ístaðin.
– Smyril hevur bara níggju
tímar niður til Scrabster, so hann
verður ikki burtur meiri enn ein
dag. Hann kann t.d. fara seint
fríggjakvøld og kann so verða
aftur seint leygarkvøld.
– Hetta kundi verðið við til at
lyft bæði ferðavinnu og aðra
vinnu bæði í Suðuroy og aðra-
staðni í Føroyum, tí tann flutn-
ingur sum var ímillum Skotland
og Føroyar á sinni, varð nógv
brúktur.
Má sigla meir
Johan Dahl heldur annars, at
størsti vinningurin fyri vinnuna,
er, at nógvir túrar eru ímillum
Suðuroy og Havnina og hann
sigur, at endamálið eigur avgjørt
at vera, at hann siglur tríggjar
túrar um dagin- og at ferðirnar
verða lagdar har tær gagna best.
– Títtleikin hevur líka stóran
týdning sum tað at fáa eitt nýtt
skip, so hóast tað kostar pening,
so verður hetta ein spurningur,
sum vit noyðast at taka í størsta
álvara.
Annars verður flutningskostn-
aðurin á farmi nú lækkaður við
Smyrli, so at hann kemur ájavnt
við tað, sum flutningur kostar
um Leirvíksfjørð og Skopunar-
fjørð.
– Vit arbeiða eisini við at
lækka prísirnar á vanligum
ferðaseðlum.
Johan Dahl nevnir, at fýra fólk
kunnu koyra aftur og fram ígjøg-
num vágatunnilin fyri 110
krónur, men við Smyrli ímillum
Suðuroy og Havnina kostar tað
690 krónur aftur og fram.
Hann sigur, at nú ætlanin er at
hækka vegskattin, liggur í kort-
unum hjá samgonguni, at ein
partur av tí, sum kemur meiri inn
í vegskatti, skal brúkast til at
lækka ferðaseðlaprísin við
Smyrli, so at hann kemur at líkj-
ast meiri tí, sum tað kostar aðra-
staðni í landinum.
Fer at nøkta tørvin
nógv ár fram í tíðina
Ph^mfø co^jqÒøfk^ p^j^k sfø lhhrj+++
S≠ihljfk Pjvofi+++
C∞olv^ Qbib vkphfo Pqo^ka^c^o^phfm I^kapfkp) prøolvfkdrj ld c∞olvfkdrj ^kk^op eg^oq^ifd^ qfiirhhr sfø kŁddg^ Pjvofi+
Tað er eitt stórt framstig, at
vit hava fingið eitt nýtt skip,
men tað hevur líka stóran
týdning, at nýggi Smyril fer at
sigla meiri og verður meiri
brúktur yvirhøvur, sigur
Johan Dahl