Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-15, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. oktober 2005síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 197 - 15. oktober 2005 Barnaansingin í Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommuna søkir vegna: Vøggustovuna og Barnagarðin við velbastaðvegin eftir: einum pedagogi, fyri pedagog í barnsburðarfarloyvi, at starvast 27 tímar um vikuna á vøggustovuni at byrja 7. november 2005. Starvið er tíðaravmarkað til 1. august 2006. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Monu R. Mohr stovnsleiðara tlf. 314373. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndum skal vera Vøggustovuni og Barnagarðinum við Velbastaðvegin, Velbastaðvegur 41, 100 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 31. oktober 2005. Býlingshúsið á Norðasta Horni eftir: einum pedagogi, fyri pedagog í barnsburðarfarloyvi, til vøggu- stovuna Hornastovan, at arbeiða 33 tímar um vikuna at byrja 15. november 2005. Starvstíðin er til 15. november 2006. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Óla Midjord stovnsleiðara tlf. 210906. Umsókn Saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndum, skal vera Býlingshúsinum á Norðasta Horni, Granagøta 5, 100 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 31. oktober 2005. Býlingshúsið á Norðasta Horni Á stovninum eru 3 stovur, tilsamans eru 49 børn og 10 starvsfólk. - onnur leys størv? Hygg á www.torshavn.fo Vøggustovan og við Velbastaðvegin Barnagarðurin Stovnurin er frá 1973, hevur 3-4 barnagarðsstovur við 15- 20 børnum á hvørjari og 3-4 vøggustovur við 10 børnum á hvørjari stovu. Tilsamans 104 børn og 30 starvsfólk. Tekniska deild Tekniska deild hevur 10 fólk í arbeiði og heldur til í gamla poshúsbygning- inum saman við byggi- og býarskipanardeildini. Arbeiðsøkið hjá teknisku fyrisitingini er m.a. at við- gera byggimál og um- sóknir um útstykkingar, planleggja og projektera umframt at halda við líka kommunala vegakervið og tekniskar veitingar, sum kommunan hevur ábyrgd av. Verkfrøðingur til teknisku deild Tekniska deild hevur sum høvuðsuppgávu at umsita heilsumál og umhvørvismál. Harafturat umsitur deildin vegir, gøtur og tekniskar veitingar sum t.d. kloakkir, vatnleiðingar, gøtuljós, ferðslukervið, Bussleiðina, TLS-skipanina og asfaltarbeiði í kommununi. Kommunan stendur fyri nógvum áhugaverdum anlegsarbeiðum. Tí søkja vit eftir einum nýggjum starvsfelaga, ið saman við okkum og okkara ráðgevum í vinnuni, hevur hug og áræði til at vera við í fjøl- broytta virkseminum í kommununi. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at gera uppskot og kostnaðarmetingar í sambandi við veg- arbeiði umframt at standa fyri projektering, útbjóðing, eftirliti og byggirokniskapi í teimum veg- og anlegsarbeiðum, sum kommunan stendur fyri. Kommunan ynskir at umsøkjarin hevur útbúgving sum verkfrøðingur, byggifrøðingur ella aðra samsvarandi útbúgving. Hevur starvsroyndir, eisini í almennari fyrisiting, ið geva neyðuga førleikan at røkja starvið. Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til telduforritini í Microsoft Officepakkanum og Navision Attain. Neyðugt er at hava koyrikort. Persónligir eginleikar Kommunan ynskir, at tú ert røkin og gongur undan í at menna tænastustøðið. Hevur góð samstarvs- og tillagingarevni og dugir væl við viðskiftafólki. Hevur sjálvstøðugt arbeiðslag, kann taka avgerðir og dugir væl at málbera teg í skrift og talu. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Boða Haraldson, býarverkfrøðing ella til Bjørgfríð Ludvig, miðfyrisitingarstjóra á tlf. 302010. Umsóknir saman við próvskjølum, viðmælum og upplýsing um arbeiðsroyndir o.ø. skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 1. november 2005. Viðmerkið umsóknina ”Verkfrøðingur til teknisku deild”. Rein- haldið, - onnur leys størv? Hygg á www.torshavn.fo Miðvágs Arbeiðarafelag Eykaaðalfundurin verður 29. oktober kl. 16.00. Skrá: Søla av ogn. Nevndin