leygardagur 15. oktober 2005síða 49
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 197 - 15. oktober 2005
49
Tónleikur
VEGNA FLYTING
er ein hálvt ára gamalt
televarpsmóttakari til sølu fyri
hálvan prís.
Tlf. 314052
GUITARI TIL SØLU
John Petrucci Model P2. Má
roynast. Skaffast aldrin aftur –
9.000,- v/ kuffert og lás til reim + 1
stk. leðurreim.
Tlf. 522012
NAD
stereo integrated amplifier 312.
Prísuppskot 500 kr.
Tlf. 263733
ROLAND G600
Eitt 3 ára gamalt keyboard við
fantastiskum hentleikum og ljóðum,
incl. forsterkara og 2 stk. hátalarar
til sølu. Nýprísur 18.300 kr. Til sølu
fyri 6500 kr.
Tlf. 280607
HARMONIKA
mrk. Exelsion 960, Piano til sølu.
Harmonikan hevur 41 tangentar, 5
kór, 120 bassar, 5 kór. Hon er
vælegnað til at spæla m.a. musette
og svensk/norskan
harmonikutónleik.
Tlf. 224053
ROLAND G600
Eitt 3 ára gamalt keyboard við
fantastiskum hentleikum og ljóðum,
incl. forsterkara og 2 stk. hátalarar
til sølu. Nýprísur 18.300 kr. Til sølu
fyri 6500 kr.
Tlf. 280607
KLAVER TIL SØLU
Lítið brúkt hvítt klaver (Kawai) við
stóli til sølu fyri 18.000 kr.
Tlf. 259343
TRUMMUSETT
Pearl Export, Chrome, árg. 2002 í
góðum standi, Prísur 8.000.- 10"
12" 14" 16" 22" og 14" + kassar
til alt setti, tom haldarir eru við.
Áhugað kunnu ringja á
Tlf. 211215, Janus (Tórshavn)
Út- & Sjónvarp
PARABOLKASSI
til canal digital, 1 ára gamal, til
sølu fyri 900 kr.
Tlf. 374046
PARABOLMÓTTAKARI TIL
SØLU
Ein lítið brúktur parabolmóttakari
av merkinumStrong SRT8500,
nýprísur uml. 2500 kr. Selist fyri
1500 kr. kontant. Eisini selji eg tvey
parabolhøvd fyri hálvan prís, av
merkinum Digitaly, annað 5 db. hitt
3 db. Eg kann senda pr.
postuppkrøv um ynskist ella
avheintast hjá Magnus T. J.
Johansen 470 Eiði.
Tlf. 423051 ella 213054
LÍTIÐ BRÚKT SJÓNVØRP
21' Nokia 980 kr., 25' Nokia 1480
kr. 1 árs garanti.
Tlf. 319544 ella 251160
TIL SØLU
Parabolskál og móttakari til sølu.
Tlf. 448176/253897
Ymiskt
ÁRLIGA JÓLASØLAN
hjá Eydnuni verður 20. november.
Tilmelding áðrenn 13. nov. á tlf.
422856/217856. Avmarkað pláss.
Eydnan
SKÚRUR YNSKIST
Arbeiðs/uppihaldsskúrur ynskist til
keyps, skjótast gjørligt. Mát skal
vera uml. 2,5 x 7,0-8,0 m.
Tlf. 777075
PINKUBARNASVIMJING
í Eysturskúlanum. Nýggir bólkar
byrja fríggjadagin 4. november
2005.
Pinkubørn 3 -7 mðr. kl. 16.00.
Pinkubørn 7 -12 mðr. kl. 16.30.
Lítil børn 18-26 mðr. kl. 17.15.
Tekning áðrenn 28. oktober 2005.
hoegni@kallnet.fo ella á tlf.
314820/319820. Majbritt Mohr
tlf. 314820 / 319820
PENSIONISTAFELAGIÐ Í
HAVN
hevur TOMBOLA og ÚTSØLU í
Losjuni, Tinghúsvegur 18,
mikudagin 19. oktober frá kl. 16.00.
Limirnir kunnu koma í Losjuna við
lutum millum kl. 12.30 og 15.00.
Nevndin
GARAGA
til leigu á Argjum. Hon er ca. 8 x
3,50 m.
Tlf. 227745
ÁRSVEITSLAN
hjá Tórshavnar og Kollafjarðar
Bátafeløgum verður tann 12. nov.
2005 kl. 19.00 í bygdarhúsinum í
Kollafirði.Bussur koyrir ókeypis úr
Vágsbotni kl.18.30. Atgongumerki
keypast í Kunningarstovuni í Havn
og íKjalnesbúðini.
Tórshavnar og Kollafjarðar
Bátafeløg
KSR VEITSLAN
Ársveitslan hjá KSR verður 19.
november kl. 19.00 í Glæmuni.
Atgongumerkir verða seld í
Glæmuni fríggjakvøldið 4. og 11.
november frá kl. 19.00-20.00. Limir
220,- kr. Gestir 280,- kr.
Nevndin
GALLERÍ VÁGSBOTN
Um nóg høgt boð fæst, seljast
myndir av J. Waagstein, Turid
Vagstein, Frimot Joensen, Poulina
Joensen, Rasmus Rasmussen, Kári
Svensson, Frida Zachariassen, Bibi.
Gallerí Vágsbotn, tlf.
314293/214293
BOGASKJÓTIFELAGIÐ ØRVUR
Innandura venjingin byrjar aftur í
viku 42. Vaksin týs- og hósdag kl.
19.00. Børn mikudag kl. 18.30.
Tlf. 210799
BRIDGE
Pláss er fyri einum pari afturat
hóskvøld kl. 19.00. Vinarliga ring
580580 og melda til.
Havnar Bridgefelag
NAKRIR FERMETRAR AV
veggjaflísum tl baðirúm heilt bíliga
til sølu ella fyri at koma eftir
teimum.
Tlf. 313392
HARUHAGI TIL SØLU
Haruhagin Frammi við Gjónna
verður seldur á uppboðssølu. Ring á
tlf. 222794 millum kl. 20 og 21 og
gev eitt boð
Tlf. 222794
ÁRASØLA
við nógvum og góðum vinningum
verður hósdagin 27. okt. kl. 19.00 í
Frelsunarherinum í Vági.
Frelsunarherurin
TIL SØLU
Eitt stórt og vakurt hestavognshjól
til sølu.
Tlf. 504567
YNSKIST
Brúkt vindeyga 120 x 120. 1 stk. og
1 stk. 120 x 160 ynskist til keyps
fyri sámuligan prís.
Tlf. 282741
GLASDISKAR
Tveir glasdiskar til handil/kiosk. 3
hæddir av skuffum. Hædd: 91cm,
dýbd: 52cm, longd/breidd: 100cm
og 150cm.
Tlf. 214463
ARGJAVEITSLAN 2005
verður leygarkvøldið 29.okt. kl.
19.00. Tekning hjá Johild Dulavík
tlf. 315779/515779. Fróði Olsen
311299/219981. Avmarka atgongd.
Argja Bóltfelag/Argja
Róðrarfelag
FRÁ FLOKSMONNUM
Okkara seinasti útidystur verður í
Gøtu sunnudagin 16. okt. kl. 15.00.
Tað hevði glett okkum, um øll tit,
sum hava stuðlað okkum í ár koma
við. Vit koyra úr Gundadali kl.
13.30.
Floksmenn
VINDEYGA YNSKIST
B: 50 cm. H: 100 cm. (útvendig
mát). Má kunna latast upp.
Ring 219552 ella 316699 Jóhan
FÓTBÓLTSSPØL TIL SØLU
CM 01/02 - 50 kr. CM 4 - 100 kr.
FIFA World Cup 2002 - 50 kr. FIFA
2003 - 50 kr. Football Manager
2005 - 200 kr. Ella øll fyri 300 kr.
Ring 214789
YAMAHA DVD SPÆLARI TIL
SØLU
Yamaha S520-DVD spælari til sølu
fyri 2000 kr.
Ring 214789
YNSKIST
Reklamupennar ynskjast.
Tlf. 226689
TIL SØLU
modelskip av slagnum Bremen 9
(pilitibátur) 1 m. langur er bygdur
eitt sindur.
Tlf. 310433
BYRSA TIL SØLU
Ein 1 ára gomul Remington 1187
cal. 12. Hevur skotið eini 200-300
skot, til sølu. Ongan áhuga undir
8.000 kr.
Tlf. 223768
EITT FITT ÚTHÚS
Sera væl smíða. Er í góðum standi
og sera væl egnað til ross og seyð,
til sølu.
Tlf. 273097
HEILSANIR
Hip hip hurra. Hele vagur’s hjerte bliver 70 år i dag
d. 15. okt. 2005. SALOMA RISHAMMER (omm-
an). Vi ønsker dig et kæmpe tillykke med fødsels-
dagen. Håber du får en rigtig dejlig dag. Håber du
får mange gode år og altid vil bevare dit gode og
smittende humør. Vi elsker dig. Et stort fødselsdag-
kram fra
Marcus Ivan og Anita
FRAMSÝNING
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Í morgin er seinasti dagur,
har alternativa heystfram-
sýningin í høvuðsstaðnum
er opin fyri almenningin-
um. Vit hava spurt ein av
framsýnarunum, Zacharias
Heinesen, hvussu tiltakið
hevur eydnast og hvat
framtíðin hevur at bjóða
uppá.
– Vit listamálarar hava
brúk fyri slíkum hølum.
Listaskálin hevur líkasum
ikki pláss fyri so nógvum at
framsýna í senn. Vit mugu
gera okkum greitt, at har er
ikki pláss fyri hvørki heyst-
framsýning ella várfram-
sýning við so nógvum
framsýnarum. Í Listaskál-
anum fer slík framsýning
inn í ymisk høli, so har var
eingin heild. Listaskálin er
meira egnaður til einmans
framsýningar. Og tað er
hann góður til. Í listahøllini
á Skipasmiðjuni ber til at
hava eina heild sjálvt við
nógvum framsýnarum, og
tað er sera gott.
Zacharias heldur eisini,
at tað hevur sína serstaka
sjarmu at sýna fram í
einum gomlum fabriks-
bygningi. Hetta er so hel-
dur ikki ókent í øðrum
londum, har listin eisini er
livandi. At sýna fram á
hesum nýggja stað minnir
tí eisini um líknandi fram-
sýningar í útlondum, har
man brúkar gamlar bygn-
ingar. Kunnu slíkir gamlir
bygningar ikki brúkast til
annað, so kunnu teir oftani
brúkast til listaarbeiði og
framsýningar. Og hetta er
einki verri enn tað heldur
listamaðurin fyri.
Hann sigur víðari, at
samanbera vit við t.d.
Reykjavík, so hava teir eitt
tjóðarsavn, sum hevur sínar
framsýningar. Men har
halda tey ungu serstakliga,
at tað er ov traditionelt. Tey
hava tí tikið í brúk eitt
pakkhús niðri við havnina,
og hetta tiltakið í Skipa-
smiðjubygninginum minnir
um tað.
– Er hetta framsýningar-
staðið komið fyri at verða?
– Tað vóni eg, men vit
vita jú ikki, hvussu leingi
vit kunnu vera her og nær
eigararnir skulu brúka høll-
ina aftur. Tí leita vit eisini
alla tíðina eftir einum øðr-
um hóskandi hølum at hava
til taks, tá og um vit missa
hesi hølini. Vit eru annars
sera fegin um at kunna vera
í hølunum og kunnu vit
eisini brúka tey at arbeiða
ímillum framsýningarnar,
so vildi tað verið frálíkt. Vil
eisini veita eina serstaka
tøkk vegna okkum øll til
eigararnar av høllini.
– Hvussu so við framtíðini
hjá teimum 14, sum nú
sýna fram í listahøllini?
– Vit síggja okkum sum
ein bólk eins og vit kenna
tað frá serliga Danmark.
Bara í Keypmannahavn
finnur tú einar 10 tílíkar
bólkar. So onnur í Føroyum
hava eisini møguleika at
skipa sínar bólkar. Zachari-
as Heinesen var so ein av
teimum sokallaðu »útbrót-
arunum«, sum herfyri tók
seg úr Listafelagnum, ið
heldur til í Listaskálanum.
Hann sær ikki hetta stig
sum nakað óvanligt og
negativt. Tvørturímóti hel-
dur hann tað kunna vera
mennandi fyri listina og
listaumhvørvið. – Sjálvur
havi eg hugsað henda tank-
an leingi. Eitt er so ein
heyst- og ein várframsýn-
ing. Men sjálvandi skulu
vit eisini hava gestir at sýna
fram, tvs. ein útlendskan og
ein føroyskan gest hvørt
árið. Tað er so helst tað
næsta tiltakið, sum liggur
fyri framman. Hann er sum
heild sera væl nøgdur við
hesa fyrstu heystframsýn-
ingina har á staðnum og
vónar at hon kann vera við
til at stimbra og menna
føroyska málningalist og
aðra list við.
Zacharias Heinesen, listamálari
Gott við nýggjum og
mennandi listaumhvørvi
Hans Pauli Olsen og Zacharias Heinesen leggja seinastu hond
á framsýningina, sum nú endar
Mynd Jan Müller
Frá framsýningini í nýggja listaumhørvinum á Skipasmiðjuøkinum
Mynd Jan Müller
Anna og Sanna úr Klaksvík vórðu við til at seta sín dám á
ferniseringina herfyri.
Mynd Jan Müller