týsdagur 18. oktober 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 198 - 18. oktober 2005
Fyrstu minuttirnar
høvdu vertirnir
møguleika at punk-
tera dystin fullkomu-
liga. Men teir tóku
ikki av, og so tók VB
kjansin, tá teir fingu
hann
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað var sjón fyri søgn, at
byrðurin hevur verið TB til
vildar seinastu vikurnar.
Móti einum VB-liði, sum
fyri tað nógva var merkt av
tungu gongdini, sum liðið
hevur verið í, søkti TB frá
fyrsta bríksli á VB-málið,
og einar tvær ferðirnar
mundu tey flestu eisini
síggja bóltin í meskunum.
Men fyrru ferðina varð
skotið við síðuna, og
seinnu ferðina varð nølað
ov leingi, og so spurdist
einki burturúr.
Tað gav spakuliga VB
møguleikan at koma aftur í
dystin, og tó at teir ikki
fingu spælt seg til nakra
yvirvág, so gekk tað nú
meira javnt fyri seg. Tað var
kanska TB, sum framvegis
trýsti meira, men talan
gjørdist ikki longur um teir
heilt stóru møguleikarnar.
Vøkur langskot
avgjørdu
Eftir steðgin royndu vág-
bingar at trýsta eina løtu, og
talan gjørdist eisini um
einstakar vandastøður. Men
tá málið kom, so var tað
meira eitt úrslit av flottum
skot-teknikki, heldur enn
góðum spæli.
Vágbingar spældu seg
spakuliga niðaneftir, og tá
bólturin varð sendir til
Mortan úr Hørg, smekkaði
hann til fyrstu ferð. Og í
mun til landsdystin móti
Kypros, so smoygdi bóltur-
in sær hesa ferð røttu megin
samankomingina, og so var
fagnaðurin øgiligur. Ikki
minst kring vøllin, sum
mundi leggja rygg til eina tí
størstu áskoðarafjøldina í
langa tíð á Sevmýri.
TB royndi at trýsta sein-
astu løtuna. Og Óli Jo-
hannesen varð eisini sendir
niðan móti endanum. Og so
gekk tað, sum tað so ofta
ger, tá nógv fólk verður
tveitt
fram.
Vágbingar
spældu seg til einstakar
kontra-møguleikar,
men
enn einaferð skuldi eitt
vakurt skot til, áðrenn úrslit
spurdist burturúr. Hesa ferð
var tað Dánjal Johan Joen-
sen, sum langaði til. Fjar-
støðan var kanska ikki heilt
so stór, sum hon var tað hjá
Mortani, men úrslitið var
neyvt tað sama. 2-0 til VB,
sum nú av álvara kendi
lættan, sum teir ikki hava
kent í fleiri mánaðir. Enn er
kanska ikki sloppið, men
tað skal skjótt vilja heilt illa
til, um tilveran í deildini
skal hóttast. Og sjálvir hava
vágbingarnir
so
eisini
møguleika at seta tingini
upp á pláss, tá EB/Streym-
ur vitjar í seinasta umfarin-
um.
Ein møguleiki eftir
Hjá TB var talan hinvegin
um eitt bakkast av teimum
stóru. Liðið hevði annars
vunnið seg upp úr botnin-
um við fínum avrikum móti
GÍ og Skála, men eina løtu
mundi tað kennast, sum
varð hetta arbeiðið gjørt til
einkis við tapinum sunnu-
dagin.
Hinvegin, so merkja teir
báðir fyrrnevndu sigrarnir,
at TB enn hevur møguleik-
an. Vil væl til, so er bara
ein javnleikur í seinasta
dystinum í Fuglafirði til at
liva við hjá TB, sum tá
kemur ájavnt GÍ stigum.
Og í innanhýsis uppgerðum
eru tvøramenn betri fyri
enn teir gulu úr Gøtu, sum
tá fara at spæla á Skála, har
heimaliðið enn hevur FM-
møguleikan at spæla fyri.
TB-liðskiparin held-
ur, at støðan fyri ein-
um mánaði síðani sá
svartari út, enn hon
ger nú
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
Tað var ein vónsvikin TB-
liðformaður, sum vit fingu
orðið á, tá VB mest sum
hevði staðfest sína støðu í
Formula-deildini við sigr-
inum á Sevmýri.
- Hatta var so absolutt
ikki ætlanin hjá okkum.
Ikki tí, vit byrja dystin øgi-
liga væl, og vit hava eisini
einar tríggjar møguleikar,
harav tveir í øllum førum
eiga at geva mál, staðfesti
Óli Johannesen.
- Men so seta vit ferðina
nakað niður. Vit verða
kanska varnari, tí málið
ikki kemur, men sum heild
haldi eg, at vit høvdu fult
tamarhald á støðuni. Teir
skapa sum so ikki nakran
veruligan møguleika, men
so fáa teir eitt dreymamál,
tá Mortan smekkar til. Og
so mugu vit satsa. Tað gera
vit eisini heilt nógv móti
endanum, og um vit tapa 1-
ell 2-0 kann sum so gera
tað sama.
Men hava tit nú mist
mótið í botnstríðnum?
- Nei, slettis ikki. Sjálv-
andi er tað absolutt seinasta
útkall, tá vit fara til Fugla-
fjarðar, men hinvegin haldi
eg, at støðan sær betri út
nú, enn hon gjørdi fyri ein-
um mánaði síðani. Tá
høvdu vit fimm stig upp til
næstu liðini, og vit høvdu
ikki vunnið í einar fýra
mánaðir. Megna vit at
halda fast um spælið, sum
vit hava sýnt seinastu tíð-
ina, so ivist eg ikki í, at vit
kunnu røkka sigrinum, og
so mugu vit bara vóna, at
hini úrslitini laga seg rætta
vegin, staðfesti Óli Jo-
hannesen at enda.
TB–VB 0-2 (0-0)
0-1 Mortan úr Hørg, 53.
0-2 Dánjal Johan Joensen, 89.
Dómari: Petur Reinert
TB: Predrag Markovic – Predrag Zivkovic, Aca Petrovic,
Óli Johannesen, Jón Johannesen – Allan Poulsen (Allan
Smedemark, 75.), Aleksandar Jovevic, Einar Petersen,
Jón Tórur Holm (Dan Mortensen, 58) – Hallur
Christiansen (Mortan Enni, 62.), Dejan Tomic
GK: Alaxandar Jovevic,Jón Tórur Hlom,Predrag Zivkovic
VB: Bjarni Johansen – Mortan úr Hørg, Súni úr Hørg,
Anders Sørensen, Jákup F. Olsen – Poul N. Poulsen,
Milan Kulic, Edvard Blé – Dan Djurhuus, Nenad
Zivanovic, Palli Augustinussen (Dánjal Johan Joensen,
84.)
GK: Mortan úr Hørg
Fakta um dystin
Hava ikki mist mótið
Mortan úr Hørg,
sum skeyt týdning-
armikla 1-0 málið á
Sevmýri, helt, at nú
kunnu vágbingar
kenna seg tryggar
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
Enn eru ikki allar súður
syftar, men tað skal
skjótt vilja heilt illa til,
um VB skal flyta beina
leið niður í aðru deild.
Sigurin á TB ber við
sær, at VB nú hevur tvey
lið undir sær, og tá vit
tosaðu við annan av mál-
skjúttunum, Mortan úr
Hørg, kundi hann illa
dylja, hvussu fegnir teir
vóru um hetta.
- Hatta var bara heilt
fantastiskt. Trýstið á okk-
um hevur verið øgiliga
stórt seinastu tíðina, men
nú haldi eg, at vit kunnu
draga andan nakað lætt-
ari. Og karmarnir kring
dystin vóru eisini av
teimum bestu. Har vóru
fólk úr allari oynni til
staðar, og stemningurin
sum heild var heilt ótrú-
ligur.
Spurdur, hvørt hann nú
roknar við, at vágbingar-
nir eru bjargaðir, sigur
Mortan, at nú skal tað
vilja heilt illa til.
- Bæði TB og GÍ skulu
vinna ella spæla javnt,
um tey skulu taka okkum
aftur. Sjálvandi gera vit
ikki av, hvussu aðrir
dystir enda, men eg rokni
ikki við, at GÍ ger tað
heilt stóra á Skála. Hin-
vegin kann TB væl gera
ein vørr móti ÍF, ið ikki
hevur so nógv at spæla
fyri. So alt kann henda,
men eg rokni í øllum
førum ikki við, at vit fara
beinleiðis niður.
Hatta var
fantastiskt
Fagnaðurin var øgiligur, tá Mortan úr Hørg stutt inn í
seinna hálvleik legði VB á odda
Mynd: Áki Bertholdsen
TB-VB 0-2 (0-0):
VB tók kjansin
– tá TB ikki tók av
Hóast nógv stóð upp á spæl hjá grannunum báðum, so gjørdist talan um hampuliga reint
spældan dyst, har intensiteturin tó alla tíðina var høgur
Mynd: Áki Bertholdsen