Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-18, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. oktober 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 198 - 18. oktober 2005 Høvuðsstaðurin er raktur av fótbóltsfepri B36 og HB skulu spæla finalu um FM, og um eingin vinnari verður funnin, so er stórur møguleiki fyri, at FM heitið endar á Skála FM Jóannes Hansen/ Jákup Mørk Høvuðsstaðurin er raktur av fótbóltsfepri. Eftir 26. umfarið, og nú tað bara restar eitt umfar av fyrstu FORMULA kappingini, er tað upp til tey bæði stóru í høvuðsstaðnum at telvast um, hvat teirra skal vinna FM. Um hvørki B36 ella HB vinnur, og tað harvið endar við javnleiki í Gundadali klokkan trý korter til fimm leygardag- in, so er rættuliga stórur møguleiki fyri, at Skála vinnur FM. At tað kann enda við javnleiki í Gundadali, bera úrslitini í tveimum teimum fyrstu lokaluppgerðunum í Gundadali boð um. Fyrr í summar hava B36 og HB spælt 1-1 og 0-0! Hetta er fyrsta ferðin síðani 1988, at tað undan síðsta umfarinum er møguleiki fyri, at trý feløg kunnu vinna FM. Tað árið kappaðust HB, sum endaði við at vinna FM, B68 og B36 um FM. HB endaði á 25 stigum, og B68 fekk 24 og B36 fekk 21 stig. Høvuðsstaðurin er býttur upp millum B36 viðhalds- fólk og HB viðhaldsfólk. Í hesi vikuni verður hitað upp til stóru finaluna leygar- dagin. Hetta er fyrsta ferðin í ógvuliga mong ár, at B36 og HB viðhaldsfólkini hava fyrireikað seg til ultimativa finalu, og hetta er fyrsta ferðin, at tað er møguleiki fyri, at báðir partar kunnu enda sum taparar! Seinastu árini hava bæði B36 og HB verið millum tey bestu. HB hevur vunnið FM tríggjar tær seinastu ferðirnar, og B36 var meistari í 2001. Hesi árini hava tað ofta verið avger- andi lokaluppgerðir fram móti kappingarenda, men tær hava ikki verið í síðsta umfarinum. Í høvuðsstaðnum hava B36 og HB viðhaldsfólk droymt um steypafinalu á Ólavsøku millum høvuðs- staðarfeløgini. Higartil hevur tað ikki eydnast. Fyrr í summar var møguleiki fyri, at B36 og HB skuldu hittast í finaluni, men um- sitingarligt klossarí hevði við sær, at B36 reyk úr steypakappingini, og HB misti finalumøguleikan, tá ið teir í Gundadali taptu 1-0 móti ÍF. Nú verður talan um fin- alu í høvuðsstaðnum. Ikki í steypakappingini, men heldur í landskappingini. Tað hevur verið óhugsandi, og tað stendur nógv upp á spæl. Eitt er, at báðir partar kunnu standa eftir sum taparar. Fyri B36 og HB og ikki minst viðhaldsfólkini er tað ikki bara milliónin, sum UEFA letur meistaranum fyri luttøku í europeisku meistarakappingini, ið stendur upp á spæl. Heldur er tað, hvør kann fegnast um FM og ikki minni klikkja niður á mótstøðu- menninar og grannarnar. Avgerðin um hetta fellur leygardagin, og inntil tá verður høvuðsstaðurin ikki tann, sum hann plagar at vera. Hann er stutt sagt raktur av fótbóltsfepri! Um arbeiðsssteðgurin verður liðugur leygardagin er ikki upp til ítróttarsíðurnar í Sosialinum at gera av. Men viðhaldsfólkini hjá B36 og HB vera ikki arbeiðsleys í hesi vikuni. Tey fara at arbeiða upp á hvønn annan! BILLARD tíðindaskriv Kristian Suni Høgnesen úr Klaksvík gjørdist vinnari av Haldor Holm kapping- ini, sum varð spæld í Klaksvíkar Klubba í viku- skiftinum. Nr. 2 gjørdist Hendrik Pedersen og nr. 3 Bjarni Skaalum. Tilsamans seks billardspælarar vóru við í hesi fyrstu stóru bill- ardkappingini í ár. Endaspurturin kom at standa millum tveir fyrr- verandi føroyameistarar, og eyðkendi hetta eisini dygdina í spælinum. Tá av- tornaði lógu teir báðir lið um lið, men tað var so Kristian Suni, sum var om- aná. Hann hevði eitt með- altal uppá 28,40 eygu, meðan Hendrik var íhøl- unum á honum við 27,16 í meðal. Á triðja plássinum kom so vinnarin av Haldor Holm kappingini í fjør, Bjarni Skaalum. Hann hevði 20,98 eygu í meðal. Haldor Holm kappingin hevur verið spæld síðani 1989. Vinnarar hesi árini hava verið Jan Müller, Eir- ikur Nielsen, René Søren- sen, Hendrik Pedersen, Bjarni Skaalum og Kristi- an Suni Høgnesen. Hendr- ik Pedersen er toppskorari. Hann hevur vunnið Haldor Holm kappingina ikki færri enn seks ferðir. Eins og undanfarin á er tað Føroya Bjór, sum er høv- uðssponsorur til kapp- ingina. Kristian Sune Høgnesen vann Haldor Holm kapping Mynd: Billard Kristian Sune Høgnesen vann um vikuskiftið Haldor Holm kappingina í billard …ella skal tað aftur í ár verða HB, sum fjórðu ferð á rað tryggjar sær FM-heitið - og við triðju ferð á rað eftir sigur á B36 Skal tað verða B36, sum í 2001 tryggjaði sær gullið við sigri á HB…