týsdagur 18. oktober 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 18. oktober 2005
37
HEILSANIR
Eg vil á henda hátt
senda eina hjartans
tøkk til børn míni,
svigarbørn, abba-
og langabbabørn,
og øll sum vitjaðu
meg, ringdu til
mín, sendi blómur,
fjarrit og heilsanir
á 90 ára degi
mínum. tit gjørdu
mær dagin
ógloymandi. Gud
vælsigni tykkum
øll.
Heilsan
Olaf Vestergaard,
Sumba
Góða fitta Lona
Hjartaliga tillukku við 3 ára føðingardegnum, sum var
15. oktober. Muss og klemm frá
Christian, mammu og babba
Góði beiggi og gubbi
Hjartaliga tillukku við 25 ára degnum 17. okt. Vit ynskja
tykkum báðum ein góðan túr til New Zealand.
Heilsan Fróði, Rúna og Mattias
Góði Jóhannes gubbin
Hjartaliga tillukku við degnum tann 16. Leingjast eftir
tær. Kemur tú ikki ein túr til DK at vitja okkum?
Kærar heilsur Bjarta, Sólbjørg og Petur
Góði elskaði Eyðfinn
Hjartaliga tillukku við 25 ára degnum
17. Vónandi fer tú at dáma væl í New
Zealandi
Heilsan Fríða
Góði babba
Hjartaliga tillukku við 25 ára degnum. Her eru vit bæði
móð. Eg elski teg.
Heilsan Eyðvør
Góði Torbjørn
Hjartaliga tillukku við 25 ára føðingardegnum. Onkuntíð
má ein slitmaður hvíla seg.
Heilsan eg
Leirvík: Týsdagin 8. nov-
ember sleppur kirkjufólkið
í Leirvíkar kirkjusókn at
velja millum tveir listar við
fólki at manna eitt komandi
kirkjuráð.
Á báðum listunum eru
seks valevni úr bygdini, og
báðir listarnir hava eisini
seks stillarar.
Valið fer fram í kirkjuni
millum kl. 10 og 12, og aft-
ur millum kl. 16 og 20
henda týsdagin í november
mánaði.
Sum skilst sleppa fólk í
Suðurstreymoyar eystaru
kirkjusókn, á Glyvrum og í
Klaksvík eisini á kirkju-
ráðsval.
sb.
Átta sleppa
at byggja
Gøta:
Fleiri gøtufólk
hava helst bíðað við
spenningi eftir avgerðini
á seinasta fundinum í
bygdaráðnum. Eitt av
málunum var nevniliga
tilsøgn um grundøkir í
Norðragøtu.
Men her var eingin ivi:
Bygdaráðið samtykti at
geva átta umsøkjarum
loyvi um grundøki í
nýggju útstykkingini við
Geytagøtu.
Hesi grundøkini verða
játtað samsvarandi teim-
um vanligu treytunum.
sb.
Frits
framsýnir
oljumáln-
ingar
Tvøroyri:
Eftir
at
hátíðarhaldið við nýggja
Smyrli er at enda komið,
fáa suðuroyingar enn
eitt høvi til eitt serstakt
tiltak.
Seinnapartin sunnu-
dagin lat nevniliga lista-
maðurin,
Frits
Jo-
hannesen úr Fuglafirði
upp eina listaframsýn-
ing við oljumálningum í
Gallarí Oyggin á Tvør-
oyri.
Framsýningar er opin
til sunnudagin 30. okto-
ber. Opið er allar dagar
frá kl. 14 til 18.
sb.
Fyrsti kirkjuráðs-
listin klárur
Nýtt kirkjuráð skal mannast 8. november. Millum tey sum
sleppa á val er kirkjufólkið í Leirvík
Mynd: Leirvíkar kommuna)