Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-19, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 199 - 19. oktober 2005 Út- & Sjónvarp TIL SØLU 1 Tandberg radio Huldra 11 við hátalarum 1.500,- Tlf. 315457 DIGITAL KASSI til parabol, lítið brúktur til sølu fyri kr. 500. Ring 269866/275929 PARABOLMÓTTAKRI TIL SØLU Ein lítið brúktur parabolmóttakari av merkinumStrong SRT8500, nýprísur uml. 2500 kr. Selist fyri 1500 kr. kontant. Eisini selji eg tvey parabolhøvd fyri hálvan prís, av merkinum Digitaly, annað 5 db. hitt 3 db. Eg kann senda pr. postuppkrøv um ynskist ella avheintast hjá Magnus T. J. Johansen 470 Eiði. Tlf. 423051 ella 213054 LÍTIÐ BRÚKT SJÓNVØRP 21' Nokia 980 kr., 25' Nokia 1480 kr. 1 árs garanti. Tlf. 319544 ella 251160 TIL SØLU Parabolskál og móttakari til sølu. Tlf. 448176/253897 Ymiskt JEG køber CD'er, DVD'er og spil af alle slags.271827, eller mail jusundien@yahoo.dk Tlf. 271827 BLÆK TIL PRINTARAR HÁLVUR PRÍSUR Her eit tilboð.Ì sikkurt er gott á Jólun.Eg kann skaffa blæk til flest allar blæk-printarir. t.v.s. Ebson; Canon, Brother o.s.f. Fyri heltina av tí vanliga prísinum. Einasta treytin er at tann í bestillur keypur minimum 2 sæt til sín printara fyri at tað í heila tykið skal loysa seg. So tað er bert at siga mar frá hvat fyri í ein printara talan er um. So klári eg rest. Skriva til: rtausen@gmail.com Ella ring 272908 ÁRASØLA Árasøla við nógvum og góðum vinningum verður hósdagin 27. okt. kl. 19.00 í Frelsunarherinum í Vági. Frelsunarherurin í Vági JØRÐ TIL SØLU 2607 fermetrar, eystanfyri Gerði í Fuglafirði. Tlf. 444109 ella 223724 RADIOAMATØRST. TIL SØLU við mastur/antennu og lykil. Í góðum standi. Tlf. 315376 millum kl. 10-18 KOSMETOLOGÚTGERÐ TIL SØLU so sum: Tezla, voksvarig rulliborð og eitt magic peeling apparat við roterandi bustum, skin tonic spray o.a. Tlf. 284300 SOLARIUM TIL SØLU 2 stk. Ultrasun í góðum standi bíliga til sølu. Tlf. 264314 PLASTVINDEYGA stødd 50x50 cm. Kann latast upp. Prísur kr. 500,- Tlf. 514029 GRINDAKNÍVUR TIL SØLU ein grindaknívur normal stødd og ein lítil grindaknívur til sølu. Tlf. 251863 EITT SERA lítið brúkt AB-Swing til sølu fyri 350,- Tlf. 257299 CONSOL SÓL, NIELS FINSENSGØTA 25 Sera góður massagustólur, 20 kr. fyri 10 min. Sól 20 kr. fyri 8 min. ÁRLIGA JÓLASØLAN hjá Eydnuni verður 20. november. Tilmelding áðrenn 13. nov. á tlf. 422856/217856. Avmarkað pláss. Eydnan SKÚRUR YNSKIST Arbeiðs/uppihaldsskúrur ynskist til keyps, skjótast gjørligt. Mát skal vera uml. 2,5 x 7,0-8,0 m. Tlf. 777075 LÍTIL HÚS TIL SØLU Húsið er 3 x 2,4 m til støddar. Í húsinum hevur bert staðið ein mjólkatangi. Klætt innan við hvítum fibotex plátum 11 mm. Húsið er bjálva og el er innlagt. Meiri fæst at vita við at ringja til tlf. 421252 ella 211252 PINKUBARNASVIMJING í Eysturskúlanum. Nýggir bólkar byrja fríggjadagin 4. november 2005. Pinkubørn 3 -7 mðr. kl. 16.00. Pinkubørn 7 -12 mðr. kl. 16.30. Lítil børn 18-26 mðr. kl. 17.15. Tekning áðrenn 28. oktober 2005. hoegni@kallnet.fo ella á tlf. 314820/319820. Majbritt Mohr tlf. 314820 / 319820 KSR VEITSLAN Ársveitslan hjá KSR verður 19. november kl. 19.00 í Glæmuni. Atgongumerkir verða seld í Glæmuni fríggjakvøldið 4. og 11. november frá kl. 19.00-20.00. Limir 220,- kr. Gestir 280,- kr. Nevndin BOGASKJÓTIFELAGIÐ ØRVUR Innandura venjingin byrjar aftur í viku 42. Vaksin týs- og hósdag kl. 19.00. Børn mikudag kl. 18.30. Tlf. 210799 BRIDGE Pláss er fyri einum pari afturat hóskvøld kl. 19.00. Vinarliga ring 580580 og melda til. Havnar Bridgefelag NAKRIR FERMETRAR AV veggjaflísum tl baðirúm heilt bíliga til sølu ella fyri at koma eftir teimum. Tlf. 313392 HARUHAGI TIL SØLU Haruhagin Frammi við Gjónna verður seldur á uppboðssølu. Ring á tlf. 222794 millum kl. 20 og 21 og gev eitt boð Tlf. 222794 ÁRASØLA við nógvum og góðum vinningum verður hósdagin 27. okt. kl. 19.00 í Frelsunarherinum í Vági. Frelsunarherurin TIL SØLU Eitt stórt og vakurt hestavognahjól til sølu. Tlf. 504567 YNSKIST Brúkt vindeyga 120 x 120. 1 stk. og 1 stk. 120 x 160 ynskist til keyps fyri sámuligan prís. Tlf. 282741 GLASDISKAR Tveir glasdiskar til handil/kiosk. 3 hæddir av skuffum. Hædd: 91cm, dýbd: 52cm, longd/breidd: 100cm og 150cm. Tlf. 214463 ARGJAVEITSLAN 2005 verður leygarkvøldið 29.okt. kl. 19.00. Tekning hjá Johild Dulavík tlf. 315779/515779. Fróði Olsen 311299/219981. Avmarka atgongd. Argja Bóltfelag/Argja Róðrarfelag YNSKIST Reklamupennar ynskjast. Tlf. 226689 EITT NÝGJØRT sera snotuligt hús við høgari reising, mát 5 x 2.20 til sølu. Tlf. 222326 tíðindaskriv frá Amnesty Internatinal, Føroya Deild Í sambandi við altjóða dagin móti deyðarevsing 10. oktober 2005, hevur Amnesty International heitt á Kina um at seta ferð á nýskipanir við tí endamáli at avmarka nýtsluna av deyðarevsing við atliti at fáa deyðarevsing avtikna skjótast gjørligt. Tann 27. september 2005 kunngjørdi varastjórin hjá Hægsta Fólkadómstólinum (HFD), Wan E’xiang, at HFD skuldi seta 3 deildar- dómstólar á stovn við tí endamáli at endurmeta deyðadómar. Ónevndir em- bætismenn vóru endurgivn- ir fyri at siga, at hetta skuldi avmarka talið á avrættingum við 30%. Sama meting er gjørd av kinverjum, ið arbeiða við løgfrøðiligum nýskoðan- um. Tað verður tó sagt, at av tí, at landsumfevnandi hagtøl um deyðarevsing ikki finnast, kann talan bert vera um eina meting. Við- urskifti viðvíkjandi deyða- revsing verða framvegis mett at vera »ríkisloyndar- mál.« Wan E’xiang greiddi frá, at »nýskipanirnar fóru at tryggja, at mál um deyða- revsing fóru at verða við- gjørd á veruliga óheftum grundarlag uttan uppí- blanding frá fyrisitingar- ligum myndugleikum, og hetta skuldi eisini forða fyri, at aðrir myndugleikar løgdu seg uppí.« Hetta kann neyvan skiljast á ann- an hátt enn sum ein viður- kenning av, at politisk uppí- legging verður framd í sambandi við rættarmál, tá talan er um lægri dómstól- ar. Amnesty International tekur væl ímóti, at HFD nú aftur skal meta um deyða- dómar, og Amnesty Inter- national vónar, at hetta veruliga fer at lækka talið á deyðadømdum og skapa betri møguleikar at forða fyri órættvísum rættarmál- um. Amnesty International staðfestir tó, at hóast tað verður tryggjað, at HFD nú skal meta um mál, har deyðarevsing kemur uppá tal, merkir hetta ikki í sær sjálvum, at tílík rættarmál fara at lúka altjóða krøv til mannarættindi. Sum dømi kann nevnast, at ríki vinnulívsmaðurin Liu Yong í desember 2003 varð avrættaður, eftir at HFD staðfesti dóm hansara fyri at hava verið við í virk- semi hjá harðligum brots- mannabólkum og fyri at hava tikið lut í mutri. Liu Yong varð avrættaður, hóast ótti var fyri, at løg- reglan møguliga hevði pínt hann til at játta seg sekan. Ein lægri rættur broytti deyðadóm hansara orsakað av hesum ákærum, men HFD tók seinni avgerð um, at hesar orsøkir ikki vóru nóg góðar til at sleppa Liu Yong undan avrætting. Hann varð avrættaður við eiturinnspræning í einum flytbarum avrættingarrúmi tætt við rættarhølið. Amnesty International leggur eisini dent á, at tað, at HFD nú aftur skal hyggja at málum, har deyðarevsing kemur uppá tal, eisini kann hava ta ávirkan, at skipanin við deyðarevsing verður enn fastari grundfest í Kina. Tað er eisini vandi fyri, at um starvsfólk við lægri dómstólar verða sett í hægri starv, kann tað hava við sær, at virðismikil starvsfólk verða tikin burt- ur frá lægru dómstólunum, og hetta kann hava við sær, at góðskan á avgerðum hjá hesum lægru dómstólunum versnar. Um talan skuldi verið um eitt veruligt stig mótvegis avtøku av deyða- revsingini, skuldi nýggja stigið eisini havt við sær onnur tiltøk, her undir fult gjøgnumskygni viðvíkjandi nýtsluni av deyðarevsing um alt landið og eina av- marking í talinum av brots- verkum, sum kunnu revsast við deyðarevsing. Kinesisk hagtøl viðvíkj- andi talinum á teimum, sum verða dømd til deyða og avrættað, verða fram- vegis lýst at vera »ríkis- loyndarmál.« Í frágreiðing síni til Mannarættinda- nevndina í ár greiddi serligi frásøgumaðurin hjá ST við- víkjandi uttanrættarligum og tilvildarligum avrætting- um frá, at »at halda hesi viðurskifti loynilig á hend- an hátt ger, at tilgongdin á mangan hátt ikki livir upp til mannarættindakrøv. Hetta undirgravar fleiri- trygdaratlit, sum kunnu forða fyri misnýtslu og feil- um og sum kunnu tryggja rættvís rættarmál á øllum stigum.« Hann legði afturat, at »loynidómur forðar fyri øllum upplýstum kjaki um deyðarevsing í samfelagn- um, ið talan er um.« Amnesty International staðfestir eisini, at gjøgn- umskygni er avgerandi fyri møguleikarnar at meta um, hvørt nýggja kravið um, at HFD skal endurskoða til- gongdina, sum annars mett, veruliga fer at føra til av- marking í nýtsluni av deyðarevsing. Deyðarevsing verður framvegis nýtt í sambandi við umleið 68 brotsverk í Kina. Millum brotsverkini, sum kunnu verða revsað við deyðarevsing, eru brotsverk, sum ikki hava við sær harðskap, her undir skattasvik, stuldur av al- mennum ognum og mót- tøka av mutri. Kinverskir løgfrøðingar, ið arbeiða á lærdum háskúlum, og sum eru ímóti deyðarevsing, hava mælt til at avmarka nýtsluna av deyðarevsing við t.d. at avtaka møguleik- an fyri deyðarevsing fyri fíggjarlig brotsverk, men higartil hava hesar áheitanir ikki havt við sær broyting- ar. Fleiri frágreiðingar hava verið í kinverskum fjøl- miðlum seinastu mánaðirn- ar um mál, har ósek eru dømd, og hetta hevur havt við sær umfevnandi al- menna misnøgd við órætt- vís rættarmál í Kina. Sum dømi verður nevnt málið um Nie Shubin. Nie Shubin var arbeiðsmaður, og varð í 1995 avrættaður fyri morð og neyðtøku. Frágreiðingar, sum tá komu fram, bendu á, at hann hevði játtað seg sekan undir píning. Tað hevur ligið á ljóði, at ein persónur, sum í mars mán- aði í ár varð varðhalds- fongslaður í sambandi við eitt annað mál, sjálvboðin játtaði seg sekan í brots- verkunum, sum Nie Shubin var dømdur fyri, og eftir øllum at døma greiddi hesin persónurin í smálut- um frá staðnum, har brots- verkini skuldu verið framd. Fyri at tryggja rættindini til lív heitir Amnesty Inter- national á kinverskar myndugleikar um at seta í verk ein fyribils steðg í sambandi við avrættingar, meðan bíðað verður eftir fullari avtøku av deyða- revsingini í kinverskari lóg- gávu, og víst hevur verið á, at hetta hevði verið besta trygdin ímóti avrættingum av ósekum persónum, sum eru dømdir til deyða eftir órættvís rættarmál. Kina er framvegis á odda í heiminum, tá ræður um nýtslu av deyðarevsing. Sambært metingum hjá Amnesty International vóru bert í fjør 3.000 fólk avrættað, og 6.000 fólk dømd til deyða. Veruligu tølini verða mett at vera nógv hægri. Í mars mánaði 2004 kunngjørdi ein høgur limur í kinverska parla- mentinum, at Kina avrættar umleið 10.000 fólk um árið. Flytan av gøgnum Fleiri frágreiðingar sein- astu árini hava bent á, at gøgn vanliga verða tikin frá avrættaðum fangum í Kina og síðani seld í sambandi við transplantatiónir. Sum dømi hevur enska tíðinda- blaðið Guardian 13. sep- tember 2005 greitt frá, at eitt ónevnd kinversk smyrslverksmiðja skuldi nýta húð frá líkum av av- rættaðum fangum til framleiðslu av vakurleika- úrdráttum at selja uttan- lands. Amnesty Internatio- nal fær ikki váttað hesa søguna, men felagsskapur- in ber stóran ótta um fram- haldandi frágreiðingar um tílíkar framferðarhættir. Summar av hesum frá- greiðingum benda á, at so mikið sum 90% av gøgn- um, ið verða nýtt til tran- splantatiónir í Kina, koma frá avrættaðum fangum. At fáa til vega manna- gøgn gjøgnum handilsvirk- semi og uttan veruligari og upplýstari játtan frá teim- um persónum, ið lata gøgn- ini, er ímóti leiðreglum hjá heimshandilsfelagsskapinu m WHO fyri útvegan og flytan av mannagøgnum. At skurðlæknar, ið fáast við flytan av gøgnum, viðvirka til tílíkt virksemi, gongur ímóti etiskum leiðreglum hjá altjóða felagsskapinum Transplantation Society og hjá altjóða felagsskapinum World Medical Association. Amnesty International hevur í langa tíð heitt á Kina um at seta bann fyri tílíkum virksemi. Í juni 2005 boðaði kinverski heilsumálaráðhar rin, Huang Jiefu frá, at Kina hevði ætlanir um at seta í verk reglugerðir, sum skuldu banna handli við mannagøgnum, og stuðla reglum um sjálvbodna donatión og játtan á fræls- um og upplýstum grundar- lagi. Sambært teimum upplýs- ingum, ið eru Amnesty International tøkar, verður framvegis kjakast um hesar reglur, og reglurnar eru ikki enn formliga settar í gildi. Tá hugsað verður um ónda, ómenniskjaliga og mann- minkandi eyðkennini við deyðarevsing, metir Am- nesty International, at tað munnu vera fá dømi, um nøkur, har ein fangi, ið ætl- andi skal avrættast í næstu framtíð, er førur fyri »sjálv- boðin« at geva samtykki sítt á »frælsum og upplýst- um grundarlagi« til at gøgn hjá viðkomandi verða tikin. Deyðarevsing í Kina