hósdagur 20. oktober 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 20. oktober 2005
25
Frá Runavíkar
Kommunuskúla
Søkt verður eftir vikari til at byrja sum skjótast fyri
lærara í farloyvi til 1. des.
Í tímatalvuni eru 14 tímar: Føroyskt og enskt í 10.
flokki og 6 tímar bókasavn.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at ringja
217331.
Runavíkar
Kommunuskúli
Frá FNÚ
Føroya Náttúruverndarfelag
Fyrilestur um »umhvørvi og oljuleiting« verður á
Bládýpinum í Havn hóskvøldið kl. 19.00.
Øll eru vælkomin.
Aftan á verður limafundur.
Nevndin
Kunngerð um
kirkjuráðsval
Hervið verður gjørt kunnugt,at kirkjuráðsval verður
í Klaksvík týsdagin 8. november 2005. Valið fer
fram í Christianskirkjuni nevnda dag frá kl.10 - 12
og 16 - 20.
Møguleiki er fyri at atkvøða við brævatkvøðu.Hetta
gerst við at venda sær til Fólkayvirlitið Klaksvíkar
Kommuna
í seinasta lagi fríggjadagin 4.
november.
Valstýrið fyri Klaksvíkar kirkjusókn
Ólavur í Mittúni, formaður
Vikarur fyri
savnsarkitekt
Av tí at deildarleiðarin á bygningadeildini fer í far-
loyvi, er eitt áhugavert, fjølbroytt og sjálvstøðugt
starv á Føroya Fornminnissavni leyst at søkja.Starv-
ið er tíðaravmarkað frá 1.desember 2005 til 30.nov-
ember 2006.
Høvuðsuppgávur
Arbeiðið fevnir serliga um eftirlit við friðaðum
bygningum,málsviðgerð,skráseting og byggisøgu-
ligar kanningar umframt eftirlit við og ráðgeving í
sambandi við røkt og ístandseting av friðaðum og
varðveitingarverdum bygningum.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum restaurer-
ingsarkitektur ella arkitektur, og neyðugt er við
antikvariskum áhuga ella royndum.
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarar hava góðar
málsligar førleikar og teldukunnleika.
Røttu viðkomandi eru persónar, sum eru sjálvstøð-
ugir, arbeiðssamir, fyrikomandi og duga at sam-
starva.
Vit kunna bjóða
Spennandi starv við nógvum avbjóðingum, sum
samstundis er fakliga krevjandi, og eitt gott
arbeiðsumhvørvi.
Setanartreytir
Lønar- og setanarviðurskifti, sum eru treytað av
starvsroyndum og útbúgving, eru eftir sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Núverandi starvsstaður er í Hoyvík, men tann, ið
settur verður, má vera til reiðar at ferðast kring
landið í kanningar- og eftirlitsuppgávum stovnsins
vegna.
Nærri frágreiðing um starvið fæst við at venda sær
til Føroya Fornminnissavn, Andras Mortensen,
stjóra, ella Mayfinn Norðoy, arkitekt, tlf. 310700 (ella
352716 / 352719).
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum v.m. og upplýsing-
um um viðkomandi starvsroyndir skulu vera okkum
í hendi í seinasta lagi
7. november 2005
Føroya Fornminnissavn
Kúrdalsvegur 2
Postboks 1155
110 Tórshavn
Frá Maskin-
meistarafelagnum
Noktað verður limum felagsins at taka upp arbeiði,
sum er rakt av ósemjuni millum Starvsmannafelag-
ið og Fíggjarmálaráðið.
Hondlesing í Tórs-
havn í november
Hondlesarin Marita er í Føroyum. Lesir tína hond –
fortíð, nútíð og framtíð – styrki og veikleika. Ein
annarleiðis máti at síggja teg sjálvan.
Vinarliga ring og bið um tíð á
tlf. 0045 39664880 ella 0045 3116 8053