hósdagur 20. oktober 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 20. oktober 2005
29
HEILSANIR
Góði fitti Helgi
Hjartaliga tillukku
við 3 ára
føðingardegnum
18. okt. Eg elski
teg.
Heilsan fastur
Hendan heilsan er til hesi 5 fitti systkini í Klaksvík, sum
hava, og hava havt ein serligan dag í heyst. Malan, sum
fyllir 65 ár 17. okt., Óli Jall og Elsa, sum hava silvurbrúd-
leyp 24. okt, Hanus, sum fylti 60 ár 10. okt, Julianna, sum
fylti 55 ár 28. sept. Ása fær eisini eina heilsan. Hjartaliga
tillukku øll somul og Guds signing.
Ynskja vit á Skáltavegnum
Góðu Jórun og Trygvi
Eftir 20 ár gingu tit endiliga saman í hjúnalag.
Hjartaliga tillukku við degnum 20. okt.
Ynskja systkini við familju
Góði tit bæði
Tillukku við hjúnabandinum 20. okt. Góðan túr til Dan-
markar. Alt tað besa ynskja vit tykkum.
Vit øll
Góða Paulina
Hjartaliga tillukku við 4
ára føðingardegnum.
Ynskja omma og abbi
Hvør skuldi trúð, at
hesar damurnar
vóru 45 ár 17. okt.
Hjartaliga tillukku
við degnum.
Bestu ynskir
mamma, systkin
við familju
Góði elskaði babba
Hjartaliga tillukku við 40
ára føðingardegnum.
Vónandi fáa tú og mamma
ein góðan túr. Vit síggjast.
Heilsan Høgni, Bjørt
og Sveinur
Góði Hákun
Øll góð ynskir á 5 ára føð-
ingardegnum.
Frá abba í Havn
Í næstu viku verða
tríggjar spennandi
konsertir við donsku
tónleikabólkunum
Souvenirs og Julie
Maria, og okkara
egna Páll Finnur Páll.
Konsertirnar eru tær
fyrstu í eini røð av
konsertum við før-
oyskum og donskum
tónleikabólkum, sum
Norðurlandahúsið
skipar fyri í vetur
KONSERT
tíðindaskriv
Lagt er upp til tríggjar fest-
ligar og undirhaldandi kon-
sertir í Atlantis, Læraraskúl-
ahøllini og Mentanarhús-
inum, tá bæði Souvenirs,
Julie Maria og Páll Finnur
Páll fara at hava framførslu
á somu konsertum. Popp-
bólkurin Souvenirs við sín-
um fangandi, løttu poppløg-
um man nokk fáa teir flestu
av áhoyrarunum at syngja
við uppá sangir sum "Jeg
hader Susanne", "Danse i
måneskin" og "Jeg troed’ du
var hos Mikael". Tað sama
man Páll Finnur Páll við
løgum um "Tann forelskaða
sjónleikaran" og "Herberg-
ið". Unga evnaliga singer-
songwriter
sangarinnan
Julie Maria verður eisini eitt
spennandi innslag á kon-
sertunum við sínum ser-
staka jazz-poppi.
Í vetur verða íalt seks
konsertir við føroyskum og
donskum tónleikabólkum
ymsa staðni í Føroyum.
Konsertirnar eru fyriskipað-
ar í felag av Norðurlanda-
húsinum,
FUT
(Føroya
Undirhalds Tónleikarafel-
ag), DJBFA (Dansk Jazz
Beat & Folkemusik Autorer)
og DAT (Dansk Artist For-
bund), og eru stuðlaðar av
Atlantic Airways. Enda-
málið við konsertferðunum
er at geva tónleikabólkum úr
báðum londunum høvið at
koma út um landoddarnar at
spæla tónleik, og næsta ár er
sostatt ætlanin, at føroyskir
bólkar skulu fáa høvið at
fara á konsertferð við donsk-
um bólkum í Danmark.
Tað var stórur gravgangur
hjá donskum tónleikabólk-
um eftir at sleppa til Føroyar
á konsertferð, og heili 80
tónleikabólkar sendu um-
sókn til DJBFA og DAF um
at sleppa við. Norðurlanda-
húsið og FUT hava síðani
valt føroyskar bólkar út,
sum skulu spæla saman við
teimum donsku bólkunum.
Bólkarnir, sum fara at spæla
í Føroyum í vetur, koma at
spæla
nógvan
ymiskan
tónleik, og vit kunnu sostatt
vænta okkum bæði popp,
rokk, jazz og annað.
Konsertirnar við Souven-
irs, Julie Maria og Páll Finn-
ur Páll verða mikukvøldið
26. oktober í Atlantis í
Klaksvík, hóskvøldið 27.
oktober í Læraraskúlahøll-
ini í Havn, og fríggjakvøldið
28. oktober í Mentanarhús-
inum í Fuglafirði. Atgongu-
merki á 125 kr fáast í At-
lantis og Shell í Klaksvík,
Norðurlandahúsinum,
og
Kunningarstovunum í Havn,
Runavík og Fuglafirði.
Konsertir við Souvenirs, Julie
Maria og Páll Finnur Páll