leygardagur 21. oktober 2000síða 18
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 - 21. oktober 2000
35
34
Nr. 203 - 21. oktober 2000
kl. 14 Túrur
Hósdagur 26.10.
kl. 10.30-11 Fimleikur,
Sonja Danielsen
kl. 14-17 Telduprát
Fríggjadagur 27.10.
kl. 10-17 Opið hús
kl. 15 Vit syngja.
Tað er altíð ein krókur í
Tilhaldinum - um tygum
ikki fáast við nakað ítriv.
Vit ynskja at øll skulu
kenna seg vælkomin.
Vágs Matmøðrafelag
Dagtilhaldið í Vági er opið
týsdag og tórsdag frá kl.
15-18. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Felagið Tórshavn
gongutúrur
Leygardagin 21. oktober
verður spákingartúrur í
Havnini: Brekkur í Havn.
Byrjað verður av Kunning-
arstovuni kl. 15.
VBA-fundir
Fundur fyri vaksin børn
hjá alkoholikarum/ella
ørkyml-andi familjuviður-
skiftum, eru hvørt leygar-
kvøld kl. 20 og sunnudag
kl. 17 (opin fundur).
Fundirnir eru á Vaskar-
ínum, Tórsgøta 5.
AA-fundir í Havn
Reinsaríið, Tórsgøta 5:
Leygardagin: kl. 17-18.
Sunnudagin: kl. 11-12 og
evnisfundur kl. 20-21.30.
LISA
skrivstovan hjá Listafólka-
sambandi Føroya í Dj. í
Geils-gøtu 1 er opin hvønn
hósdag frá kl. 14.00 til
20.00 og annars eftir
avtalu á telefon 320197.
Teldu-post-ur lisa@lisa.fo
– heima-síða www.lisa.fo
Kvinnuhúsið
svarar alt samdøgrið
á tlf. 317200
Skrivstovan er opin frá kl.
10 til 17, og hósdagar til
kl. 21. Ráðgevingin er hós-
kvøld eftir avtalu.
Amnesty Internati-
onal Føroya deild
Tinghúsvegur 18, 4. hædd
Skrivstovan er opin:
Mánadag, mikudag og
fríggjadag frá kl. 13–17.
Frá Felagnum
Pinkubarnadeyði
Vit hittast 2. leygardag í
hvørjum mánaði kl. 14.00 í
Jákupsstovu, J. Patursonar-
gøta 24, 100 Tórshavn.
Nærri fæst at vita hjá Ann-
vør Nielsen tlf. 317261,
Helle Johansen tlf. 317940
ella Sólgerð Foldbo tlf.
422184.
Føroyskir fiskimenn
uttanlands
tlf. 21 04 95.
Felagið fyri føroyskar
fiski-menn í Canada,
Svøríki, Danmark, Íslandi
og Nor-egi. Lima-gjald
200 kr. um árið. Postgiro
57894. Fø. Sparikassi
442027-8.
Bahá’í Miðstøðin
í Gundadali
er opin hvørt mikukvøld
kl. 20.00.
1., 2., 4. og 5. hvørt
mikukvøld: drekkamuður,
óformelt orðaskifti og
upplýsing um Bahá‘í.
3. hvørt mikukvøld: bøn-
armøti og drekkamuður
aftaná.
Bahá’í-samfelagið
í Tórshavn
Felagið Føroyar-Kuba
P. O. Box 2055, 165 Argir.
Tlf./fax 312098
Teldupostur:
far_cuba@hotmail.com
Viðtala eftir avtalu.
Føroya Astma/Allergi-
felag
Postadressa MBF-húsið,
Ís-landsvegur 10c.
Felagið hevur Tlf./fax
311419.
Føroya Felag Móti
Krabbameini
Ráðgevingarstovan er opin
mánadag til fríggjadag, við
telefontíð frá kl. 13-15.
Tlf. 31 79 59, telefax 31
57 27.
E-mail:
ffk@post.olivant.fo
Epileptikarafelag
Føroya
Postadr.: MBF-húsið, Ís-
landsvegur 10 C. Felagið
hevur ikki fasta skriv-
stovu-tíð, men samband
við felagið fæst á tlf.
313978, Rand-fríð
Sørensen, ella tlf. 319793,
Mari Johannesen.
MBF
MBF-skrivstovan fer í
summarfrí tann 17. juli
fram til mánadagin 21.
august.
Deyvafelag
Føroya
Skrivstovan er opin mána-
dag til hósdag frá kl. 8.30
til kl. 15.30. Tlf. 31.7597,
skrivitlf. 31.6929 fax
31.3609 og teldupost-adr.
deaf_fo@-post.-olivant.fo
Nærvarpið LUMI
radio í Aalborg
Føroyska sendingin »v/
Be-tesdabrunnin« er at
hoyra á FM 92,2 MHZ
miðbýurin, FM 106,5
MHZ Aalborg suður, og
FM 107,4 Aalborg norður,
hvønn leygardag kl. 10.
Evangeliska Røddin
Odense. Føroyska sending-
in frá Odense Radio
hoyrist hvønn mikudag kl.
16.40, danska tíð, á FM
107,1 MHz.
Føroyska nærvarpið
í Esbjerg
Føroyska sendingin
»v/Betesdabrunnin« er at
hoyra á FM 93,5 MHZ
hvønn leygardag kl. 11.00
og verður endursend kl.
16.00.
Føroysk møti
Føroysk møti eru triðja
leygardag í hvørjum mán-
aði kl. 19 í hølunum hjá
Bethania kirkjuni á Dag
Hammerskjølds Gade 2.
Drekkamuður er aft-aná,
øll eru hjartaliga væl-kom-
in.
Føroyska arbeiðið í
Eliaskirkjuni
Møti er hvørt leygarkvøld
kl. 19 í Eliaskirkjuni á
Vest-erbro Torv,
Vesterbrogade 49.
Inngongd undir stóru
trappuni. 5 min. at ganga
frá Hovedbanegården, 2
min. frá Føroyahúsinum.
Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28
og 550S steðga nær-
hendis. Øll eru vælkomin.
Nærri fæst at vita frá Atla
Ras-mussen, tlf. 32
969995, ella Øssuri
Kjølbro, tlf. 36 77 38 20.
Føroysku
gudstænasturnar
í Samuelskirkjuni, Thors-
gade 65, 2200 København
NV, eru hvønn 1. og 3.
sunnudag í mánaðinum kl.
14.00.
(Kirkjan er skamt frá
Nørrebros Runddel). Prest-
urin er at hitta á tlf.
38796146.
Kristnastova
Birmavej 36, København
S, tlf. 32 55 18 09
fax. 32 58 61 49
e-mail:
kristnastova@get2net.dk
Kristiligur fundur er hvørt
fríggjakvøld kl. 20.
Møti við breyðbróting er
hvønn sunnu-morgun kl.
11. Sunnudagsskúli er
sam-stundis.
Bussarnir 5, 9, 12, 13, 37,
38 steðga nærhendis.
Og Jesus tók til orða og segði við hann: »Símun, eg
havi nakað at siga tær. Men hann sigur: »Meistari,
sig tað!
Luk. 7, v. 40
Við hesum orðum avdúkar Jesus Símun og hansara
kávalæti. Men hann ger tað kortini við tí endamáli at
kunna sleppa til við fyrigevingini og kærleikanum.
Hjá kvinnuni avdúkaði syndin seg sjálv. Slík synd,
sum hennara er ongantíð tann torførasta og
vandamiklasta at hava við at gera, hóast tað eru
slíkar syndir, mest verður talað um mest verður
gjørt burturúr. Men at avdúka okkara syndafulla
hjarta, so vit veruliga skilja okkara glataðu støðu, og
hvussu nógv vit sjálvi hava brúk fyri einum frelsara,
er ikki altíð líka lætt. Tað kann bara ein einasti gera,
Jesus jálvur gjøgnum sítt orð og við Guds Anda.
Tað var hent hesi kvinnuni. Hon varð møtt av
Jesusi við fyrigeving og kærleika. Einum kærleiki
og ein fyrigeving, sum kur bæði syndina og
syndaran í so stórum álvara, at hann sjálvur hevur
borið fylgjurnar av hesum. Hetta fekk eisini
kærleikan til Jesus at vella fram, soleiðis sum hann
kom til sjóndar í hennara gerð.
»Símun, eg havi nakað at siga tær!« Vit kunnu
skifta út navnið á tí tiltalaða við okkara egna. Tí í
dag eru tað okkum, Jesus fegin vil hava sagt nakað.
Hann vil avdúka okkara synd, fyri at vit kunnu læra
at síggja, at eisini vit hava Hann sum frelsara fyri
neyðini!
Fyrigeving syndanna í Jesusi Kristi, tað er Guds
náði go kærleiki til okkara. Har hesin kærleikin
sleppur til, veksur takksemi fram. Og har kærleiki og
takksemi finna hvønn annan, vilja lív og gleði
skapast. Eitt lív og ein gleði, vit verða send út aftur
í gerandisdagin við.
»Símun, eg havi nakað at siga tær!« Hvat Jesus
enn hevur at siga okkum, so er tað orðið um
fyrigeving syndanna, hann fram um alt vil siga
okkum. Tað orð, sum goymir lív og sælu í sær. í
einum føri kunnu vit lata Símun vera fyrimynd fyri
okkum. Í hansar asvari til Jesus: »Meistari, siga
tað«. Sæl eru vit, um vit gera tað og geva Jesu orðum
gætur.
Jónsvein Bech
Hugmóðs tankar út mær rek,
Vís mær gløgt mítt egið brek;
Fals og øvund, hatska trá,
Kæri faðir halt mær frá. (Sb. 305, 4)
Eitt ljós á gøtu míni
Føðingar
7. okt. fingu Anja Eyðunsson og Heini Thorsteins-
son, Vágur, ein son. Hann var 56 cm. langur og vig-
aði 4400 gr.
11. okt. fingu Elsebeth og Ludvík Lydersen, Viðar-
eiði, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði
3900 gr.
13. okt. fingu Jensa og Claus Højgaard, Runavík,
ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4150 gr.
14. okt. fingu Astrid Magnussen, Fuglafjørður og
Jan Suni Hansen, Kvívík, eina dóttur. Hon var 51
cm. long og vigaði 3400 gr.
14. okt. fingu Sólrun Durhuus og Eyðfinn Pet-er-
sen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og
vigaði 3095 gr.
16. okt. fingu Elisa Simonsen og Jan Venned,
Klaksvík, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði
4200 gr.
16. okt. fingu Hanne Østergaard Christensen og
Eyðfinn Heinesen, Rønde, eina dóttur. Hon var 54
cm. long og vigaði 4800 gr.
16. okt. fingu Heidi og Hans Erik Jakobsen,
Klaksvík, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og
vigaði 3600 gr.
16. okt. fingu Helena og Erik Melchior Hansen,
Sørvágur, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og
vigaði 3750 gr.
16. okt. fingu Joan og Kristin Michelsen, Froðba,
eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3890 gr.
17. okt. fingu Anna og Oystein Petersen, Tórshavn,
ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4100 gr.
17. okt. fingu Maria Svabo Hansen og Kári Hansen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og
vigaði 3550 gr.
18. okt. fingu Marin Sigvardsen og Allan
Magnussen, Saltangará, ein son. Hann var 52 cm.
langur og vigaði 3900 gr.
19. okt. fingu Anja Højgaard og Robson de franca,
Norðagøta, ein son. Hann var 53 cm. langur og
vigaði 3400 gr.
19. okt. fingu Bergun Kass og Petur Joensen,
Hoyvík, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði
4700 gr.
Andlát
04. oktober:
Ingibjørg Mørk Eysturoy, ættað úr Havn, búsitandi í
Íslandi, 79 ár
05. oktober:
John Nybo, Valby, ættaður av Viðareiði, 79 ár
06. oktober:
Anna Elisabeth Djurhuus, Porkeri, vanliga nevnd
Betta, 79 ár
11. oktober:
Kristianna Petersen, Selatrað, vanliga nevnd Nanna
12. oktober:
Andreas Lava Olsen, Glyvrar, 68 ár
13. oktober:
Pól Esmar Thomsen, Strendur, 82 ár
Anfinn Magnus Poulsen, Tórshavn, 45 ár
14. oktober:
Poul av Kák Poulsen, 81 ár
Karhild Gaardlykke, Nes, 40 ár
15. oktober:
Henning Hjelm, Vágur, 75 ár
Lena Mortensen, Argir, 88 ár
16. oktober:
Solberg Fornagarð, ættaður úr Fuglafirði, 78 ár
Franxiska Poulsen, vanliga nevnd Ziska, økonoma í
Værløse, ættað úr Miðvági, 89 ár
TILTØK
BRÚDLEYP
Mikudagin 18. okt. giftust í Havn Maiken Holm
Erlingsson og Andrass Olsen.
Leygardagin 18. november giftast Noomi Marsten,
Klaksvík og Karl Gregersen, Gøta. Vígslan verður í
Filadelfia í Gøtu kl. 14.00.
Veitslan verður á Hotel Føroyum kl. 19.00, og tey
sum vilja gleða okkum við at koma verða biðin um
at siga frá á tlf. 441422 og 455777 innan mánadagin
6. nov.
25. nov. giftast í dómkirkjuni kl. 16.00 Heri Thom-
sen, Nólsoy og Lenina Nena Andreasen, Húsavík.
Vælkomst verður í HB-húsinum kl. 19.00.
Tey, sum vilja gleða okkum við at koma í brúd-
leyp, verða biðin um at siga frá innan 9. nov. á tlf.
319318, 361780, 327020.
Leygardagin 16.12. giftast í Vágs kirkju Anja Mørk
og Tom Villy Magnussen, Vágur, Eyðhild Mørk,
Vágur og Suni Poulsen, Sumba, Heidi Mørk og
André Joensen, Vágur. Vælkomst verður í Vágs høll
kl. 19.00.
Tey, ið vilja gleða brúðarpørini við at koma, verða
vinarliga biðin um at siga frá áðrenn 15.11. á tlf.
373929, 373175, 373193 og 373277.
103 ár
Í dag, 21. okt. verður Margretha Bendtsen, fødd
Øregaard, 103 ár.
Hon er ættað av Mýruni í Leirvík, dóttir
Fuglfjarðar-Jákup og Maluna. Gretha fór sum ung
til Keypmannahavnar og hevur búð niðri síðani.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 21. oktober hava hjúnini Judith og
Osvald Kjærbo, Tórshavn, gullbrúdleyp.
Vælkomst verður í Ebenezer kl. 18.00.
Læknavaktir
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033
Eysturoy:
Leygardagin 21. okt.: Magnus á Stongum, tlf. 423006
Sunnudagin 22. okt.: Kári Rasmussen, tlf. 447010
Norðoyggjar:
Leygardagin 21. og sunnudagin 22. okt.:
Magnus Magnussen, tlf. 455451
Vágar: tlf. 332413
Suðuroy (norður): tlf. 371560
Suðuroy (suður): tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi-
dagar kl. 13-14. Tlf. 314544.
Krúndiamantbrúdleyp
Sunnudagin 22. okt. kunnu Nanna og Axel Olsen á
Toftum halda krúndiamantbrúdleyp. Hend dag eru tey
hjá dóttrini í Saltnesi, har høvið er at heilsa uppá
krúndiamantparið frá kl.15 til 18.
Gudstænastur
18. sunnudag
eftir Trinitatis
Vesturkirkjan: kl. 11,
altarg., Heri Joensen
Argir: kl. 11, altarg.,
Bergur D. Joensen
Havnar kirkja: kl. 11,
altarg., skriftamál kl.
10.40, Sonja Klein og Elsa
Funding
Vestmanna: kl. 12, altarg.,
Inga P. Dam. (Innsavning
verður til sunnudagsskúlan
hjá Kirkjuligu
Heimamissiónini)
Sandavágur: kl. 12, altarg.,
David Johannesen. (Broytt
kirkjutíð: Komandi
sunnudag 22. okt. verður
farið í kirkju kl. 12 í
Sandavági, Miðvági,
Sørvági og Bø)
Fuglafjørður: kl. 12, fam-
iljugudstænasta
Funningsfjørður: kl. 16,
altarg., Uni Næs
Sjóvar kirkja: kl. 12,
altarg., Jógvan Fríðriksson
Hósvík: kl. 12, Marjun
Bæk
Hvalvík: kl. 12, Martin R.
Jacobsen
Christianskirkjan: kl. 11,
Niels Pauli Danielsen
Viðareiði: kl. 12, altarg.,
Hans Eiler Hammer
Klaksvíkar Sjúkrahús: kl.
10,
Norðoya Røktarheim: kl.
14.30, Jóhann Henriksen
Gøta: altarg., Jónsvein
Bech
Gjógv: kl. 12 messa,
Eiði: kl. 17, Emil Olsen
Tvøroyri: altarg., Petur M.
Rasmussen
Leiti: kl. 11,
Hov: kl. 12.15, Ólavur
Rasmussen
Dalur: kl. 12, Eva Brinck
Jensen
Broytt kirkjutíð: Farið
verður í kirkju í Selatrað
kl. 12.00)
Ebenezer
Sunnudagin kl. 12 sunnu-
dagsskúli, kl. 18 evan-gel-
iskt møti, kl. 21 útimøti.
Mánadagin kl. 20 bønar-
møti.
Hvítusunnusamkoma
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11
morgun-møti, kl. 18
evangeliskt møti.
Øll eru vælkomin.
Filadelfia,
Landavegur 22
Í dag kl. 17 landsbøn, í
morgin kl. 11 morgunmøti,
kl. 18 kvøldmøti. Mána-
dagin kl. 20 bønarskúlin.
Samkoman Immanuel
Sunnudagin kl. 13 sunnu-
dagsskúli, kl. 17 møti
»Tíð til Gud«
verður í Pálsstovu í Havn
sunnukvøldið 22. okt. kl.
21.00. Evnið: Sálmur 139.
Høgni Johannesen og Jóg-
van Skýlindal skipa fyri.
Rhema á Hálsi
Fríggjakvøldið kl. 18-19
A.T.A.P. (Barnaklubbi).
Leygarkvøldið kl. 20
ungdómsmøti.
Sunnudagin kl. 17 møti og
sunnudagsskúli.
Morgunbøn mánadag til
fríggjadag kl. 8.30-9.30.
Øll eru vælkomin.
Meinigheitshúsið
í Havn
Sunnudagin kl. 14 sunnu-
dagsskúli, kl. 18 møti við
Tom Skaale. Barnaansing
er hvørt sunnukvøld, með-
an møtið er.
Mánakvøldið er LU-
arbeiði kl. 19, opið kvøld.
Kl. 19.55 venur
Manskórið.
Týskvøldið verður bíbliu-
tími kl. 20, Dánjal kap. 2,
v. 24-49.
Mikukvøldið venur Mein-
igheitskórið kl. 19.
Hóskvøldið verður ung-
dómsmøti kl. 20.
KFUM og KFUK
í Havn
Mánadagin kl. 15 í
KFUM: Eldrasamkoman,
Heini Olsen sigur frá um
gamlar bygdagøtur.
Týsdagin kl. 17 í KFUK:
Várgleði fyri børn.
Frelsunarherurin
í Havn
Fríggjadagin kl. 20.30
ung-dómsklubbur.
Sunnudagin kl. 11 møti,
major Tjåland talar, kl.
13.30 sunnudagsskúli, kl.
17.30 bøn, kl. 18 møti. Øll
samkoman syngur.
Mánadagin kl. 17 skótar.
Meinigheitin í Hoyvík
Sunnudagin kl. 14 í Hoy-
víkar skúla sunnudags-
skúli, kl. 17.30 bøn og kl.
18 møti har Jens Lisberg
saman við øðrum luttekur.
Mánakvøldið kl. 20 bønar-
møti hjá Jórun og Eiriki
Skála, Argjavegur 21.
Øll eru væl-komin.
Aglow, Tórshavn
Fundur verður í hølunum
hjá Frelsunarherinum leyg-
arkvøldið kl. 19.30 allar
kvinnur eru vælkomnar.
Missiónsvika á
Langasandi
Møti verður í skúlanum
leygarkvøldið 21. okt. kl.
20 og sunnukvøldið 22. kl.
19. Talarar: Niklas Mikkel-
sen og Petur Magnusson.
Saron, Vestmanna
Sunnudagin kl. 11 mor-
gunmøti.
Mánadagin kl. 20 bøn-ar-
møti.
Missiónshúsið í
Æðuvík
Vikuskiftimøti
leygarkvøldið kl. 20 og
sunnukvøldið kl. 18 við
Sigfred Johannesen og
Kajberg Davidsen.
Sangluttøka úr Tjørnuvík
og Kollafirði. Verið
hjartaliga vælkomin.
Funningur
Fyrilestur um Hans Adolf
Brorson, biskup og sálma-
skald, verður í skúlanum
sunnukvøldið kl. 19.
Nakrir av sálmum hansara
verða sungnir.
Bíbliuskeiðsrøðin
yvir evni »Hin sanni læru-
sveinurin« verður hildin í
arbeiðarafelagnum Hædd-
ini í Saltangará. Møtiskeið-
røðin heldur áfram hvønn
leygardag kl. 19.00. Stig-
takari og bíbillærari er
David Bech.
Missións- og Ung-
dómshúsið á Glyvrum
Sunnudagin kl. 14 sunnu-
dagsskúli, kl. 19 møti.
Innsavnan til ytrimissión.
Øll eru vælkomin.
Filadelfia, Sundalagi
Í morgin kl. 18 møti í Hós-
vík við Sam Jakobsen.
Ørkin, Saltangará
Møti verður sunnudagin kl.
17 í Arbeiðarafelagshúsin-
um Hæddini í Saltangará.
Týsdagin kl. 20 húsmøti
hjá Maibritt og Trúgva
Berg, Søldafirði.
Hósdagin kl. 20 bønar-
møti.
Verið hjartaliga vælkomin.
Keldan, Skálafirði
Fríggjakvøldið kl. 20.30
vón fyri framman við
hugna, vitnisburði og
sangi. Jónhilda og Gullak
Hansen luttaka.
Leygardagin kl. 21 opið
hús.
Sunnudagin kl. 17 møti
við Jan Jacobsen. Tú ert
vælkomin í Kelduna.
Kirkjan, Norðskála
Eingin sunnudagsskúli
verður sunnudagin, vegna
familjugudstænastu kl.
12.00.
KFUM & K, Klaksvík
Mánadagin kl. 19.30 talar
Uni Næs, Streingjakórið í
KFUM & K syngur.
Betania, Skopun
Vikuskiftismøti við Agnar
Vestli.
Fríggjadagin kl. 20.
Leygardagin kl. 20.
Sunnudagin kl. 10.15
sunnudagsskúli, kl. 11
morgunmøti, kl. 18 kvøld-
møti. Øll eru vælkomin.
Missiónshúsið á
Tvøroyri
Sunnudagin verður sunnu-
dagsskúli kl. 14, kl. 18
møti við Eingrím og
Eddie. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Sion, Vágur
Morgunmøti sunnudagin
kl. 11, næmingar úr bíbil-
skúlanum World Horizon
luttaka, kl. 18 møti.
Telefonandakt: tlf. 373777.
World Horizon
bíbilskúli
Næmingar úr bíbilskúlan-
um World Horizon luttaka
á møti í Ranhøll í Sandvík
í dag kl. 17 og á
morgunmøti í Sion í Vági
sunnumorgunin kl. 11. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Betel, Vágur
Sunnudagin kl. 11 breyð-
bróting, kl. 13.30 sunnu-
dagsskúli, kl. 18 evangel.
fundur.
Mánadagin kl. 20 bønar-
fundur.
Týsdagin kl. 20 ungdóms-
fundur.
Ónsdagin kl. 20 uppbygg.
fundur.
Frelsunarherurin
í Vági
Leygarkvøldið kl. 20 bøn
og lovsangur.
Sunnudagin kl. 14
sunnudagsskúli, kl. 18
møti við Magnus os
Sámal.
Mánakvøldið kl. 20
heimaforbundið.
1000-ára haldið
Leygardagin 21. okt. kl.
10.30 verður kirkjukonsert
(matiné) í Havnar kirkju,
Petra Iversen syngur, Sta-
men Stantchev, piano og
Edvard Nyholm Debess,
kontrabass spæla sálmar.
Frá Felagnum
Pinkubarnadeyði
Vit hittast 2. leygardag í
hvørjum mánaði kl. 14.00 í
Jákupsstovu, J. Patursonar-
gøta 24, 100 Tórshavn.
Nærri fæst at vita hjá Ann-
vør Nielsen tlf. 317261,
Helle Johansen tlf. 317940
ella Sólgerð FOldbo tlf.
422184.
Reyði Krossur
Føroya
Sorgarlinjan svarar mán-
adag, mikudag og fríggja-
dag kl. 19-21.00 á tlf.
212380.
Tilhaldið
í Tórsgøtu 21
Opið er mánadag kl. 10-
18. Týsdag-fríggjadag 10-
17. Drekkamunnur er at
fáa hvønn dag eins og
bløðini eru til taks.
Mánadagur 23.10.
kl. 10-18 Vit hugsa um
jólini
kl. 14-18 Kortspæl, telving
og onnur spøl. Tilm. til
døgurðan mikud.
Týsdagur 24.10.
kl. 10-12 Vit baka
kl. 15 Prát um hvussu han-
dilsvindeyguni vóru pynt-
aði til jóla í 1920‘unum.
Mikudagur 25.10.
kl. 10-13 Matgerð. Anne
Grethe Harlou
kl. 12 Døgurði