fríggjadagur 21. oktober 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 201 - 21. oktober 2005
Økisterapeutur
til Heimarøktina í Suðuroy
Almanna og heilsumálaráðið hevur avgjørt at
seta á stovn økisterapi í øllum landinum.Í hesum
sambandi er ætlanin at seta ein økisterapeut í
Suðuroy frá 1. desember ella skjótast gjørligt.
Økisterapeuturin skal veita tænastu til fólk við
tørvi á uppvenjing og viðlíkahaldi av førleika.
Tænastan verður veitt til vaksin yvir 18 ár, ið
búgva heima ella á eldrasambýlum kring landið.
Økisterapi er eitt nýtt tilboð, ið skal skipast og
mennast í tøttum samstarvi við økisleiðslurnar,
aðrar samstarvsfelagar og starvsfólkabólkar, ið
hava týdning fyri hin einstaka brúkaran.
Økisterapeuturin hevur ábyrgd mótvegis økis-
leiðaranum.
Í mun til tann einstaka brúkaran skal økis-
terapeuturin:
• meta um førleika og tørv á tiltøkum
• veita ADL- og funktiónsvenjing
• veita vegleiðing til starvsfólk og avvarðandi í at
vera um brúkaran
• veita ergonomiska vegleiðing, undirvísing og
ráðgeving til starvsfólk og avvarandi
• gera uppfylgjandi arbeiði í samband við út-
skrivan frá sjúkrahúsi
• viðvirka við meting, útvegan og nýtslu av
hjálpartólum, húsabroytingum v.m.
Vit sóknast eftir einum ergo-og/ella
fysioterapeuti, sum:
• hevur arbeiðsroyndir
• hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
• dugir væl at samskifta við brúkarar og avvarð-
andi
• hevur hug og hegni at arbeiða tvørfakligt og
samstarva við aðrar stovnar.
Vit bjóða:
• eitt nýtt starv við møguleika fyri at skipa og
menna starvsinnihaldið
• eitt mennandi umhvørvi við møguleika fyri
førleikamenning.
Setanar- og lønarviðurskifti:
Økisterapeuturin verður løntur sambart sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkis-
felag við einaískoyti.
Setanarøkið er Heimarøktin.Tænastustaðurin er í
løtuni Suðuroyar Øki.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
venda sær til Mary í Garði stjóra fyri Heimarøktina
og Serforsorgina, á tlf. 304020 ella Jeannu í
Lágabø, økisleiðara á tlf. 373907.
Umsókn við neyðugum prógvum og viðmælum
skal sendast til:
Heimarøktin og Serforsorgin
att: Mary J. í Garði, stjóra
Eirargarður 2, 2 hædd
Postsmoga 3037
110 Tórshavn
Umsóknarfreist: 4 november
Umlættingar-
familja
Barnaverndarnevndin í Klaksvík søkir eftir
umlættingarfamilju til 11 ára gamlan drong tvey
vikuskifti um mánaðan.
Endamálið hjá umlættingarfamiljuni er at stuðla
dronginum á øllum økjum og at geva honum
góðar upplivingar.
Arbeiðið
verður
skipað
í
samráð
við
barnaverndarnevndina í Klaksvík.
Lønar- og setanarviðurskiftini eru sambart gald-
andi reglum.
Áhugaðar familjur kunnu fáa nærri upplýsingar
við at venda sær til Súsonnu Gaard sosialráðgeva
á tlf: 410000.
Umsóknir skulu sendast til
Barnaverndarnevndina
Klaksvíkar Kommuna
Postboks 2, FO-700 Klaksvík
Eykaaðalfundur
Eykaaðalfundur verður leygardagin 5. november
2005 kl. 10.00 í hølum felagsins í Tjarnardeild 7.
Fundarskrá: Broyting av Felagslívstryggingini
Aftaná eykaaðalfundin verður kjakfundur.
Føroya Arbeiðarafelag
Tit ringja - vit syngja!
bjóða vit okkum til at syn - gja
til størri og smærri tiltøk.
Ring 54 08 57, Tórshavnar Manskór.
Fyri at savna pen - ing til felagsvirksemi hjá kórinum,
Hondlesing í Tórs-
havn í november
Hondlesarin Marita er í Føroyum. Lesir tína hond –
fortíð, nútíð og framtíð – styrki og veikleika. Ein
annarleiðis máti at síggja teg sjálvan.
Vinarliga ring og bið um tíð á
tlf. 0045 39664880 ella 0045 3116 8053
i
veitst tú ikki tað?