Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-21, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2005síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Aðrastaðni hevur tað leingi verið vanligt at leita sær til ein coach, tá motivatiónin til at røkka einum máli svíkir. Nú hava vit eisini fyri fyrstu ferð her heima møguleika at fáa coaching. Vit hava fingið orðið á Elisabeth Akursmørk, sum er útbúgvin life- coach COACHING Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Vit kenna tað øll, hetta at hava eitt ynski um at broyta okkurt í okkara lívi fyri at betra um lívsgóðskuna. Tað kann vera alt frá at lættna 10 kilo til at stovna egna fyritøku. Men okkurt er, sum forðar. Umberingarnar rúgva seg upp, ella nógvu miseydnaðu royndirnar vísa, at okkurt meir enn vanlig viljastyrki skal til. Og tað er júst her, ein coach kann hjálpa tær ávegis. Elisabeth Akurs- mørk greiðir frá, at coach- ing grundleggjandi snýr seg um at hjálpa fólki at uppdaga egnar styrkir og møguleikar til at røkka málum, tey seta sær. Sunnari lívsstíl Sum coach lurtar Elisabeth fyrst og fremst og setir ítøkiligar spurningar, so forðingarnar koma fram í ljósið við at persónurin sjálvur setur orð á tær. - Eg blandi meg ikki uppí, hvørji mál og ynskir persónurin hevur - um tað er at verða heimagangandi, skifta starv, skriva eina bók, klænka seg ella "bara" at blíva eitt betri menniskja. Tað týdningarmesta er, at eg kann geva øðrum kensl- una av styrki, so tey kenna, at tey kunnu, tað tey vilja, og at tey hava uppiborið tað. Á hendan hátt kunnu tey finna motivatiónina til at handla, sigur Elisabeth. Elisabeth er eisini øko- noma, og fær sum vera man nógvar áheitanir um góð ráð frá fólki, sum ynskja at liva sunnari ella at klænka seg. Og her hevur tað víst seg, at coaching eisini kann verða júst tann rætti lykilin til at koma á mál. Sum dømi nevnir Elisabeth eina kvinnu, sum hevur gjørt alskyns royndir at klænka seg og liva sunnari. Kvinn- an ger av at royna coaching. Hon og Elisabeth tosa fyrst saman um millum annað, hvørja kenslu kvinnan vil uppnáa við at klænka og liva sunnari. Hvat hon er sinnað at broyta við sínum matvanum? Hvussu nógv vil hon klænka, og hvussu langa tíð, tað skal taka at røkka málinum? Tá málið soleiðis er vorðið meir ítøkiligt, tosa tær báðar eisini um, hvørjar gamlar tankagongdir og sannfør- ingar hava forðað henni í hennara ætlanum áður, og hvørji lívsvirði kunnu motivera hana av nýggjum. - Í eini slíkari støðu mæli eg kvinnuni til longu sama dag at binda seg til at gera nakað, sum førir hana eitt fet víðari móti málinum. Hon hevur brúk fyri einum til at standa á síðulinjuni í eina tíð, tí alt krevur venj- ing, eisini at broyta mat- vanar og hugburð. Síðani avtala vit eina tíð at tosa saman aftur, til kvinnan klárar seg sjálv, greiðir Elisabeth frá. Tú ert tað, tú hugsar Elisabeth leggur dent á, at coaching er ein arbeiðshátt- ur, sum kann broyta gongd- ina í flestu førum, har fólk kenna eina ónøgd ella ójavnvág í sini lívsstøðu. Kjarnin í coaching snýr seg nevniliga um at bróta gom- ul tankamynstur, so persón- urin sær seg sjálvan og um- heimin í einum øðrum ljósi. Á tann hátt letur coaching upp fyri eini nýggjari sjálvsfatan og øðrvísi fatan av egnum møguleikum. Ein sera vanlig forðing fyri, at vit fáa brúkt okkara møguleikar best, er júst negativar sannføringar, vit hava um okkum sjálvi. Men ein sannføring sum til dømis "Eg eri ikki góð nokk", er ikki nakar enda- ligur sannleiki. Tað er ein persónlig sannføring, sum kann broytast. Saman við persóninum finnur Elisa- beth út av, hvat negativu sannføringarnar hava kost- að, og hvørjar kenslur tær hava havt við sær. Í hesum førinum ræður tað um at finna fram til nýggjar posi- tivar sannføringar, sum per- sónurin við tað sama kennir seg motiveraðan til at halda fast í. - Tað er altíð tín avgerð, hvat tú velur at trúgva um teg sjálvan, men sannfør- ingini verður í stóran mun avgerandi fyri hvussu tú handlar. Á sama hátt sum vit siga, at tú blívir tað, tú etur, blívir tú eisini tað, tú hugsar. Velur tú at trúgva, at tú ert góð nokk, gevur tað nýggja styrki til at trúgva uppá, at tú nokk skalt røkka tínum máli og handla hareftir, sigur Elisa- beth. Fortíðin í framtíðini Øll hava vit eina fortíð uppá gott og ónt, og hana kunnu vit ikki broyta. Men eins og við teimum per- sónligur sannføringunum, velja vit sjálvi, hvussu vit fyrihalda okkum til fortíð- ina, og hvussu hon harvið skal sleppa at ávirka nú- tíðina og framtíðina. Ein syndarlig hending, stórur missur ella eitt nú álvarsom sjúka kann gera menniskju beisk og fáa tey at kenna seg órættvíst við- farnan. Spurningar sum, "Hví skuldi tað raka meg" mala í høvdinum uttan íhald og gerast sjálvskaptar leinkjur av niðurbrótandi kenslum. Men í hvørji ein- astu svárari uppliving býr eisini møguleikin fyri at gerast eitt sterkari menn- iskja. - Hendingin kann kenn- ast ómetaliga órættvís. Men hon hevur samstundis givið persóninum ein heilt ser- stakan møguleika fram um onnur at síggja lívið á ein heilt øðrvísi hátt. Velur hann at síggja soleiðis uppá upplivingina, er tað onki ið forðar honum í at trúgva, at hann er vorðin eitt betri menniskja ella ásanna, at onki er ein sjálvfylgja og harvið uppliva gleðina við lívinum nógv sterkari, enn onnur. Tað ljóðar kanska sum ein kliché, men tað ber veruliga til at venda veik- leikum til styrki - bara vit eru opin fyri møgu- leikanum, sigur Elisabeth Akursmørk. Nr. 201 - 21. oktober 2005 29 Heilsa & lívsstílur Heilsa maggi@sosialurin.fo Røkk tínum málum við coaching - Hvat tú velur at trúgva um teg sjálvan, verður í stóran mun avgerandi fyri, hvussu tú handlar og hvørjum málum, tú røkkur, sigur Elisabeth Akursmørk, lifecoach Mynd: Bárður Lydersen