Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. oktober 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 202 - 22. oktober 2005 Nógvir bólkar og einstaklingar hava seinasta hálva árið spælt í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Leygar- dagin kl. 17, eftir fót- bóltsbrakið í Gunda- dali, verður tónleika- brak í Miðlahúsinum í Vágsbotni við Paradox og MTV dreingjunum The Dreams Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Popp punkararnir í Paradox hava í hesum døgum ferð- ast kring Føroyar og spælt konsertir í sambandi við útgávuna av fløguni "Fall- ing in Love". M..a. hava teir spælt á skúlum. Leyg- ardagin kl. 17 fara teir á pallin í Miðlahúsinum í Vágsbotni saman við The Dreams. Bólkurin hevur, síðan Prix Føroyar var fyrr í ár, verið millum virknastu bólkar í landinum, men síð- an summarfrítíðina hevur Paradox verið minnið virk- in á konsertpallunum. Tveir av teimum trimum limun- um eru staddir í Danmark á eftirskúla, og hetta hevur steðga framførslunum. Konsertin er tí eitt kærkom- ið høvi, at hoyra hendan frálíka bólk live. Konsertirnar hjá bólkin- um fyrr í ár vóru frálíkar og orkufyltar, og millum ann- að vóru teir um at koppa eina sera uppávegin krún- prinsessu við sínum kær- leikspunksangum, tá Mary og Fríðrikur vitjaðu Marga- rinfabrikkina í Havn. Um hetta er nokk til, at før- oyska íslettið til kongaliga navnið verður Heini, Búgvi ella Andreas, er ikki til at siga, men hvør veit. Fløgan "Falling in love" er sera góð, men tað er ikki tað sama, sum at uppliva live kensluna. Tí snýr tað seg um at nýta hetta høvið at uppliva Paradox, áðrenn tveir triðingar av bólkinum verða útfluttir. Miðlahúsið er síðan Sosialurin flutti í Vágsbotn vorðið eitt alsamt betur umtókt spælistað. Higartil hevur bæði rokkur, fólka- tónleikur, klassiskur tón- leikur, easy listening og gospel verið at hoyrt í hús- inum, men í morgin verður fyrstu ferð, at man sleppur hoyra popp punk av tí para- doxala slagnum í Vágs- botni. Ein annar av bólkunum á Margarinfabrikkini Fólka- yvirltið spældi fyrr í ár í húsinum, og tá fingu teir tilboð um at luttaka á ein- um útlendskum tónleika- festivali, so pallurin í Miðlahúsinum kann verða ein lopfjøl til okkurt heilt stórt, Tað er tí uttan iva við nógvum spenningi, at Paradox skrúvar upp fyri forstyrkjarunum leygar- dagin. Vit rokna við at tú hevur hóskandi útbúgving og royndir frá samsvarandi starvi. Tað er týdningarmikið at tú hevur áhuga í og skil fyri tøkni og dugir at orða teg í skrift og talu. Hevur hetta tín áhuga kanst tú senda eina umsøkn við prógvum og c.v. til Niels Chr. Nolsøe, P/F Elekron, Staravegur 9, 110 - Tórshavn, ella við telduposti til ncn@elektron.fo. Umsøknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 28. oktober 2005. Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Niels Chr. Nolsøe. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Søluleiðari til Elektron Stephanssons Hús Elektron er í vøkstri sum veitari av hosting- og breiðbands- tænastum, og vit søkja tí ein søluleiðara at fyriskipa marknaðar- føringina og søluna til serliga vinnufyritøkur og almennar stovnar. Sjálvt um marknaðurin er lutvís nýggjur, eru tænasturnar vit bjóða ikki. Vit hava í eitt langt áramál veitt ambætara- og skipanarrakstur umframt nettænastur til okkara kundar. Talan er um nýstovnað starv, ið verður sera spennandi og avbjóðandi fyri rætta persónin og vit kunnu lova góðar starvs- felagar, sum altíð eru fúsir at hjálpa og vegleiða. P/F Elektron er heildarveitari av KT-tænastum. Okkara kundar eru m.a. føroysku peninga- stovnarnir, Toll- og Skattastova Føroya, Arbeiðsloysisskipanin og Almannastovan. Størstu partaeigararnir eru Føroya Banki, Føroya Sparikassi og Føroya Landsstýri. Á P/F Elektron starvast umleið 60 fólk og nettosølan var umleið 50 mió. kr. í 2004. PF ELEKTRON Staravegur 9 · P.O. BOX 3219 FO-110 Tórshavn Tel.: +298 34 51 00 · fax: +298 34 51 01 e-mail: info@elektron.fo Seinasta lagi fríggjadagin 28. oktober 2005. h^vh^v Hj^db & Kfcbpqvib Finn tÊn egna stÊl..! PersÏnligt skeiÈ um stÊl og mÏta verÈur ⁄ Hotel Hafnia Ê november. ∫ skr⁄nni: Hvat er stÊlur? Finn tÊn egna stÊl. Skapa tÊn egna stÊl. ∫ skeiÈnum bjÏÈa vit ⁄bit. KostnaÈur fyri skeiÈiÈ er kr. 600,- fyri hvÒnn Tilmelding viÈ at ring ja til Hotel Hafnia, tel 31 32 33. SkeiÈfyriskipari er Hans FrÏÈi Hansen, Image & Fashion Consultant TaÈ ber til at melda seg til ein av hesum dÒgunum: 3. november - 18.00-22.30 4. november - 18.00-22.30 9. november - 18.00-22.30 10. november - 18.00-22.30 11. november - 18.00-22.30 12. november - 14.00-18.30 22. november - 18.00-22.30 23. november - 18.00-22.30 24. november - 18.00-22.30 25. november - 18.00-22.30 ∆ mesta lagi 20 luttakarar kunnu luttaka ⁄ hvÒrjum skeiÈi. Paradox í Miðlahúsinum