leygardagur 22. oktober 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 202 - 22. oktober 2005
Umframt Faroexpo-
ráðstevnuna verður
Runavíkin eisini
karmur um ein hóp
av mentanartiltøkum
alla ta komandi
vikuna
MENTAN
Snorri Brend
Runavík: Tað er ikki á
hvørjum degi, at runavík-
ingar og fólk í Eysturoynni
fáa høvið at fara bæði til
gongutúrar,
gallakvøld,
framsýningar,
konsertir,
teysakvøld, framløga av
nýggjari bók og cirkus í
eina heila viku.
Í so máta verður kom-
andi vikan eitt rættiligt
undantak – og eisini ein
undangonga í so máta.
Í samband við stóru ráð-
stevnuna í býnum, verður
tann mentanarligi parturin
ikki gloymdur.
Frá í dag og heilt fram til
komandi vikuskifti verður
mentanin sett í hásætið við
tiltøkum fyri allar aldurs-
bólkar.
- Hetta er fyrstu ferð vit
royna hetta. Men okkara
vón er, at hetta kann gerast
eitt afturvendandi tiltak har
vit kunnu fáa kend nøvn
hendavegin, sigur Rannvá
Troest,
samskipari
av
mentanarvikuni.
Klaverstjørna
Mentanarvikan í Runavík
byrjar longu í kvøld kl.
19:30,
tá
sjónleikurin
Sellofan verður spældur í
Glyvra skúla.
Í morgin verður so sett
hol á framsýningarnar, tá
bæði Jóannes S. Hansen og
Hilmar J. Højgaard lata upp
málningaframsýningar
í
ávikavist býráðssalinum og
í gamla handlinum í Sal-
tangará.
Samstundis byrjar heyst-
framsýningin í bygdasavn-
inum Forna, eins og ein
framsýning við ymiskum
verkum hjá Petslu Skipa-
nes, Eyð Persson og Øssuri
Mohr letur upp í Orkis.
Fleiri spennandi kon-
sertir verða eisini í kom-
andi viku. Ein av hesum
verður týskvøldið, tá unga
danska klaverstjørnan, Ida
Kellemann Thomsen fer at
hava konsert, eins og ungir
lokalir tónleikarar.
Runavíkingar fáa eisini
vitjan av Trøllapæturi og
ommuni til eitt show, sum
verður sagt at vera tað
størsta nakrantíð.
Mentanarvikan endar við
eini sangløtu í Glyvra
kirkju sunnukvøldið kl. 20.
So her er lagt eitt stórt ar-
beiði í at gera eina sera fjøl-
broytta skrá fyri allar ald-
ursbólkar.
Og lítil ivi man vera um,
at her eisini er okkurt til-
takið til øll fólk.
Ein vika
við øllum
og fyri øll
Rannvá Troest hevur
havt ábyrgdina av
mentanarvikuni. Hon
hevur lagt eitt stórt
arbeiði í at fáa eina so
áhugaverda og fjøl-
broytta skrá sum tilber