leygardagur 22. oktober 2005síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
50
Nr. 202 - 22. oktober 2005
Prix Føroyar er so
fyrimyndarligt, at tað
kendist álendingar nú
ætla sær, at skapa sína
útgávu, ið tey vóna
fer at hava líka stóran
týdning fyri teirra
mentan, sum Prix
Føroyar hevur havt
fyri Føroyar
TÓNLEIKAKAPPING
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tá Nordens Institutt saman
við álendsku landsparta-
stjørnini,
býráðnum
í
Mariehamn og felagskapin-
um fyri ung í Álandi tóku
stig til, at nú skuldi okkurt
gerast fyri at menna rútm-
iska tónleikin í Álandi, var
náttúrligt at hyggja at Prix
Føroyum. Royndirnar sum
Norðurlandahúsið
hevur
gjørt við Prix Føroyum, eru
kendar í norðurlendskum
høpi. Ein arbeiðsbólkur
varð tí settur at skipa fyri
tiltakinum, og Ulrika Lind,
sum hóast sín unga aldur
hevur nógvar royndir í
norðurlendska samstarvin-
um, varð sett sum samskip-
ari.
Hon hevur í hesið vikuni
verið í Føroyum og tosað
við m.o. Fróða Vestergaard
um tiltakið. Hon hevur sæð
videobondini av Prix Før-
oyum 2001 og 2003, og
tosað við onkran luttakara,
og hevur fingið sera nógv-
an íblástur. »Prix Føroyar
er jú sera imponerandi«,
sigur Ulrika Lind.
Ymisk
tónleikaumhvørvi
Hon heldur tó ikki, at tað
ber til at kopiera tiltakið
beinleiðis, onkrar broyting-
ar mugu gerast, tí føroyski
og álendski tónleikapallur-
in eru ikki líka. Í Álandi
búgva 26.000 fólk, og um-
leið 5 fløgur av svingandi
góðsku koma út um árið.
Hetta er væl minnið enn í
Føroyum. Eingi spælistøð
eru heldur í Álandi, og
hetta ger, at tað verður
trupult at skipa fyri tiltakin-
um. Men hetta verður
væntandi loyst, við at seta
ein uttandura pall upp. Hon
væntar at eini 2-3 innleið-
andi umfør verða.
Men tey spæla við tank-
anum, um at skipa fyri tón-
leika verkstøðum, har bólk-
ar og einstaklingar verða
vegleiddir og fáa lagt lag á
framførslu og annað, og at
nakrir bólkar síðan verða
valdir út at luttaka. Men
enn er einki fastlagt. Tiltak-
ið verður skapt í støðugum
dialogi við tónleikaum-
hvørvið í Álandi.
Samstarv er møguligt
Ulrika sigur, at ætlanin er
at fara undir tiltakið í apríl-
mei. Hon hevur tí skund
við at fyrireika. Ein av
fyrstu avgerunum, ið tey
skulu taka er viðvíkjandi
vinningum. Her kundi hon
hugsað sær, at vinnandi
bólkurin eins og í Prix Før-
oyum vann tíð í upptøku-
høli t.d. í Føroyum. Eisini
hevði verið áhugavert, at
skipað fyri samstarvi, so-
leiðis at føroyski Prix vinn-
arin spældi í Álandi, og
álendski vinnarin spældi í
Føroyum ella enntá, at báð-
ir vinnandi bólkar fóru á
tónleikaferð saman. Møgu-
leikarnir eru nógvir, eitt nú
kann samstarv gerast við
føroyskar festivalar, um at
luttaka við dómarum og
møguliga
bjóða
einum
finalubólki á sín festival.
Óstøðugt sjónvarp
Ætlanin er at senda tiltakið
í sjónvarpi. Men her eru
trupulleikarnir nokkso stór-
ir, ein álendsk sjónvarps-
støð er, men hendan sendir
bert av og á, tí eru fólk ikki
von at hyggja eftir henni. Í
Álandi tosa fólk svenskt og
tí hyggja tey, mest eftir
svenskum og finsk/svensk-
um sjónvarpi. Álendska
sjónvarpsstøðin hevur als
ikki neyðuga førleikan ella
útgerðina til at framleiða
eina tílíka sending, og tí
verður støðin noydd at
leiga fólk og útgerð uttani-
frá. Men Ulrika er sannførd
um, at hetta nokk skal lukk-
ast.
Útlendsk nøvn og
útlendskir pallar
Tað finnast professionellir
álendskir tónleikarar, men
teir eru ikki búsitandi í
Álandi, flest allir flyta antin
til Finnlands ella Svøríkis
har møguleikarnir at liva av
tónleiki eru størri. Eisini
hevur Áland fleiri góðar
tónleikafestivalar, men hes-
ir hava næstan bara luttøku
av bólkum úr útlandinum,
t.d. svenskir og finskir
bólkar, og nógvir av áskoð-
arunum eru ferðafólk
Ætlar at menna
tónleikapallin
Men nógvir ungir bólkar
eru eisini, og her er nógv
potentiali. Henda verkætl-
an er ein roynd at menna
hetta potentialið. Hetta
kann eisini vera við til, at
gera vart við álendskan
tónleik uttanlanda. Hon
sigur, at sum er, hava hesir
ungu bólkar ongar avbjóð-
ingar, og teir eru svangir
eftir, at okkurt skal henda.
Tí er hetta í tøkum tíma, at
tey eru farin undir at fyri-
skipa hesa avbjóðin. Ulrika
sigur seg vera glaða fyri at
sleppa at samskipa hetta til-
takið, og sostatt fáa møgu-
leika at gera okkurt, sum
stuðlar mentanarlívinum í
Álandi.
Hon greiður frá, at hetta
brýtur frá nógvum av teim-
um tiltøkum, sum vanliga
verða fyriskipaði í norður-
lendskum høpi. Ofta eru
góðskukrøvini so høg, at
tað av sær sjálvum gerst
hámentan, og missir sam-
bandið við mentanarum-
hvørvið, sum tildømis Prix
Føroyar umboðar. Tí er tað
stuttligt at sleppa at arbeiða
við tílíkum sum hesum.
Ulrika sigur, at hon vón-
ar, at kappingin í Álandi
kann fáa líka stóran týdn-
ing fyri álendska tónleika-
lívið, sum Prix Føroyar
hevur havt fyri tað før-
oyska.
Ætlar sær aftur til
Føroyar
Hon væntar, at tá tey um
stutta tíð hava funnið røttu
karmarnar fyri tiltakið, og
fingið seinastu fíggingina
upp á pláss, kemur hon
aftur til Føroyar á nýggja
kanningarferð.
Fyribils
fíggja álendska heimastýr-
ið, býraðið í Marieham, og
Nordens Institut tiltakið.
Men ætlanin er at finna
nakrar aðrar stuðlar, soleið-
is at fíggjarkarmurin verður
í minsta lagi 100.000 evrur.
Álendingar innflyta prixið
Ulrika Lind er samskipari av álendsku útgávuni at Prix Føroyum
Ymiskt
REYÐI KROSSUR FØROYA/
Keypssamtøkurnar. Saman við
klædnainnsavnan leygardagin 29.
oktober 2005 kl. 10.00-14.00 taka
vit eisini ímóti óslitnum skóm og
øðrum smálutum (kanska
jólalutum?) til loppumarknað,
bókum og tilfari »til klútar« úr
bummull.
Reyði Krossur Føroya
HARUHAGI
Rætturin at skjóta harur, í 2005, í
ognarhaganum Fyri uttan Hús,
Syðrugøta, verður lýstur til sølu fyri
hægsta boð omanfyri kr. 3000,-
Boðini, sum skulu verða skrivlig,
skulu vera inni hjá Óla Joensen,
513 Syðrugøta, í seinasta lagi
hósdagin, 27. oktober, kl. 20:00.
Hagastýri
SPARKARI
Er tað nakar ið eigur ein gamlan
sparkara at selja okkum?
Tlf. 353535 ella 213535
KAJAK TIL SØLU
Gul kajak úr plasti, sera
skjóttgangandi. Longd 5,2 m. Pagaj,
spraydeck og jakki fylgir við.
Prísuppskot: 9.500 kr.
Tlf. 522288
BASARUR
verður í Samkomuhúsinum
sunnudagin 6. november. Tey, ið
ynskja at lata onkran lut til Basarin
kunnu lata hann til nevndarlimirnar.
Sumbiar Ítróttarfelag
TIL SØLU
2 garaguhurðar, cd-Crawford h.
2,25 x b. 2,20 og h. 2,00 x b. 2,20.
Prísur kr. 2.500 hvør.
Tlf. 282100
TIL SØLU
Ein grindaknívur normal stødd og
ein lítil grindaknívur til sølu.
Tlf. 251863
TIL SØLU
Tekningar av »Norðvíkingi« við
spantris tekning og samba viður kr.
1.000,-
Tlf. 259233
SMÁBÁTADEILIR
fendarar, bátarútar og ymiskir
eykalutir og ymisk filtur til ymisk
motormerki er enn at fáa í Rættará.
Tlf. 313484 219584
KOPARRØR
Koparrør: longd 5,5 m, diam. 35
mm, 12 mm og 4mm
Tlf. 313484 219584
KARUBONKUR
Bonkur við einum føstum karða til
sølu.
Tlf. 313484 219584
ÚTITRAPPA
Tú fært hana ókeypis um tú kemur
eftir henni. Hon er sundurtikin.
Tlf. 317554
ARGJAVEITSLA 2005
verður leygardagin 29. okt. kl.
19.00. Tekning hjá Johild Dulavík
315779/515778. Fróði Olsen
311299/214981. Síðsta freist er
24.okt. Avmarka atgongd.
Argja Bóltfelag/Argja
Róðrarfelag
TIL SØLU
2 dekoratiónsplantur, kunstigar.
Hædd: umleið 180 cm. til sølu.
Tlf. 503249
GLASDISKUR
til handil/kiosk, 3 hæddir av
glashillum, hædd 120 cm. dýpd 45
cm. br. 75 cm.
Tlf. 503249
ER TAÐ NAKAR
sum hevur ein motor til eina
bindimaskinu at selja mær?
Vinarliga ring á
tlf. 216347
VEKTSTONG TIL SØLU
og 2 stk. 15 kg. vektir. 2 stk. 10 kg.
vektir. 2 stk. 5 kg. vektir. Vektirnar
eru úr gummi. Nýprísur 3.000,- Til
sølu fyri 800,-
Tlf. 214166
RADIOAMATØRST. TIL SØLU
við mastur/antennu og lykil. Í
góðum standi.
Tlf. 315376 millum kl. 10-18
KOSMETOLOGÚTGERÐ TIL
SØLU
so sum: Tezla, voksvarig rulliborð
og eitt magic peeling apparat við
roterandi bustum, skin tonic spray
o.a.
Tlf. 284300
SOLARIUM TIL SØLU
2 stk. Ultrasun í góðum standi
bíliga til sølu.
Tlf. 264314
PLASTVINDEYGA
stødd 50x50 cm. Kann latast upp.
Prísur kr. 500,-
Tlf. 514029
GRINDAKNÍVUR TIL SØLU
ein grindaknívur normal stødd og
ein lítil grindaknívur til sølu.
Tlf. 251863
CONSOL SÓL, NIELS
FINSENSGØTA 25
Sera góður massagustólur, 20 kr.
fyri 10 min. Sól 20 kr. fyri 8 min.
ÁRSVEITSLAN
hjá Tórshavnar og Kollafjarðar
Bátafeløgum verður tann 12. nov.
2005 kl. 19.00 í bygdarhúsinum í
Kollafirði.Bussur koyrir ókeypis úr
Vágsbotni kl.18.30. Atgongumerki
keypast í Kunningarstovuni í Havn
og íKjalnesbúðini.
Tórshavnar og Kollafjarðar
Bátafeløg
PENNAR TIL SØLU
Reklamupennar til sølu.
Tlf. 226689
EITT NÝGJØRT
sera snotuligt hús við høgari
reising, mát 5 x 2.20 til sølu.
Tlf. 222326
i