Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Seinasta vikuskiftið vitjaðu tveir danskir stripparar í Havnini, og Daniel og Alex fingu Havnina at hitna í tí kalda heystaveðrinum. Tað var ítróttarkaféin og disko- tekið Cippo, sum hevði fingið teir báðar donsku kallarnar til Føroya at vísa seg fram fyri føroyskum konufólki. Áhugin fyri danska strippinum var eitt sindur misjavnur. Tíðliga á kvøldinum var ikki nógv fólk, men út á náttina koma munandi meira fólk, og tað var gott lív í. Tað vóru ikki bara kvinnur, sum vóru og hugdu. Eisini menn for- vitnaðust, og kanska fingu teir eisini onkur hugskot frá donsku stripparunum – hvør veit... Daniel og Alex høvdu fram- førslur bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið, og teir vóru ósmædnir og lívligir á dansigólvi- num. Serliga Daniel er ein kendur strippari í Danmark, og hann hev- ur fleiri ferðir vunnið danska meist- araheitið í mannfólkastripp. Rúni Djurhuus, sum eigur og rekur Cippo, sigur, at nú á døg- um er tað ógvuliga trupult at fáa fatur á mannligum stripparum í Danmark, tí teir eru so fáir í tali. Og orsøkin til, at strippararnir komu til Havnar júst farna viku- skiftið var, at fótbóltskappingin endaði, og tað hevur stóran áhuga millum mannfólk. Tí helt Rúni, at hann skuldi skipa fyri onkrum, sum konufólkini kundu fara til, meðan menninir gingu í einum fótbóltsrúsi. Rúni heldur, at undirtøkan fyri strippinum kundi verið betur, men tað er ikki óhugsandi, at líkandi til- tak verður roynt aftur seinni. DANIEL OG ALEX STRIPPAÐU Í HAVN