Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 206 - 28. oktober 2005 Fjórða Popp- listfløgan komin FLØGUÚTGÁVA Fjórða árið á rað verð- ur tikið saman um tón- leikaárið, sum fór. Tey best umtóktu løgini eru savað og sett sam- an við kendum perlum frá undanfarnum árum á fløguni POPP LIST 4, sum Kom út í gjár. Ongantíð fyrr hevur føroyskur tónleikur framleitt so nógv »hitt« innan so stutt tíðarskeið, sum 2005 hevur verið. Føroyskur tónleikur hevur havt fast tamarhald á fløgu- sølu og hittlistum her heima, og sæst hetta haftur í øllum teimum nýggju løgunum á Popp List 4. Á hesari nýggju savnsfløgu er alt frá Orkestriii her vestriii, Makrel, 200, Eivør, Deja Vu, Kim Hansen, GoGo Blues og mong onnur. Eisini síggja vit onkran gamla kenning á Popp List 4 so sum Terja & føstufressar, Papar og Kára P. Popp List 4 er eitt savn av sonnum perl- um í føroysku tón- leikasøguni. Tórshavn Ítróttarhøllin á Hálsí Fríggjadag 28. Oktober Kl. 19 Klaksvík Ítróttarhøllin Leygardag 29. Oktober Kl. 16 Runavík Ítróttarhøllin Sunnudag 30. Oktober Kl. 16 Forsøla av atgongumerkjum í Bónus og við dyrnar ein tíma undan sýningunum Tíðindini um før- oysku ísfiskalanding- arnar uttanlands, sum Vinnuhúsið hevði á heimasíðu síni við Fiskiveiði- eftirlitinum sum keldu, vóru ikki røtt FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Vit harmast um at hava skrivað tíðindini við skeiv- um upplýsingum. Feilur var í tølunum frá Fiskiveiði- eftirlitinum, og tað harmast vit um, sigur Vinnuhúsið. Lítil munur Røttu tølini vísa, at land- ingarnar uttanlands 9 teir fyrstu mánaðirnar í ár eru umleið 11.000 tons. Aftrat hesum koma tey umleið 6.000 tonsini av upsa, sum russisku trolararnir tóku ímóti í fyrr í ár. - Tað merkir, sigur Vinnuhúsið, at beinleiðis landingarnar uttanlands, saman við landingunum til russisku skipini, eru á leið tað sama higartil í ár sam- anborið við sama tíðarskeið seinasta ár. Minni í prosentum Taka vit fiskiskapin higartil í ár í mun til fiskiskapin somu tíð seinasta ár, eru landingarnar í prosentum av veiðini nakað minni í ár enn seinasta ár. - Soleiðis góvu tølini frá Fiskiveiðieftirlitinum, sum vit løgdu út á heimasíðuna mánadagin, eina skeiva mynd av støðuni, sigur Vinnuhúsið og harmast um hetta. Skeivir upplýsingar um landingar uttanlands Ísfiskalandingarnar uttanlands í ár eru ikki so stórar í nøgd, sum Fiskiveiðieftirlitið vildi vera við Tað hevur volt íbúgv- um úti á Reyni í Havn stórar trupulleikar, at kommunan ikki vil hava skipað parker- ingsviðurskifti í gamla býarpartinum, har tað verður parkerað sum best ber til PARKERING Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo – Parkeringsviðurskiftini úti á Reyni í Havn eru út av lagi vánalig. Her er púra einki skil í, tí fólk parkera bara sum best ber til, og kommunan vil einki gera, parkeringsvørðirnir hava fingið forboð ímóti at ganga her. Soleiðis sigur John Jo- hansen, sum býr í Reyna- gøtu 18 úti á Reyni í Havn. Hann er sera misnøgdur við, at kommunan kann lata eitt øki mitt inni í sonuni í Havn soleiðis liggja í lóg- loysi, hvat parkering við- víkur. Seinastu fjórðingsøldina hava parkeringsviðurskift- ini í høvuðsstaðnum verið skipað við tíðaravmark- aðari parkering í miðbý- num. Men úti á Reyni hev- ur kommunan gjørt eitt undantak, og hetta veldur íbúgvunum nógvar trupul- leikar, tí fólk, sum arbeiða ymsastaðni kring Reynið seta bilar sínar har fyri dagin. – Eitt vikuskiftið her fyri slapp eg ikki inn í kjallaran, tí ein bilur stóð parkeraður fyri kjallarahurðina alt vikuskiftið. Eg vendi mær til løgregluna, men teir kundu einki gera, og mað- urin, sum átti bilin, var far- in í Sandoynna at ferðast, sigur John Johannessen, sum hetta vikuskiftið ikki fekk motorsúkklu sína út úr kjallaranum. Hann heldur hetta ikki vera rætt, og rópar nú var- skó. – Fyrr vóru tað fyri tað mesta heilsusystrarnar, sum arbeiða í Kristnastovu, sum parkeraðu her. Tá var trupulleikin ikki so stórur, tí vit heittu bara á tær um at flyta bilarnar, tá teir stóðu í vegin, og tað var ongantíð nakar trupulleiki. Men nú er trupulleikin so stórur, tí vit vita ikki, hvør eigur all- ar bilarnar, vísir John Jo- hansen á. Hann sigur, at tað eru fólk, sum arbeiða í landsumsitingini í Tinga- nesi, hjá tryggingarfeløg- unum, í Landsbankanum og øðrum stovnum kring Reynið, sum parkera har. – Skuldu boð verið eftir sløkkiliðsbilum ella sjúkra- bilum, so hava teir ongan kjans at sleppa forbí, sigur John Johansen. Íbúgvar í gomlu Havnini hava fleiri ferðir vent sær til Tórshavnar Býráð fyri at fáa eina skipan í lag, so- leiðis at íbúgvarnir hava møguleika at parkera. Men hesum ynski hevur býráðið blankt afturvíst, tí komm- unan kann ikki gera mun á borgarum í býnum – allir borgarar skulu hava somu rættindi, sigur kommunan, sum kortini hevur gjørt eitt undantak: Tað snýr seg um løgmann og landsstýris- menninar, sum starvast í Tinganesi. Teir hava fingið eina serskipan, so teir sleppa at parkera so leingi teir vilja. Men hesi rættindi heldur Tórshavnar Kommuna ikki, at tey sum búgva á Reyni í Havn skulu hava. Parkeringsóskil á Reyni í Havn Eitt vikuskiftið slapp John Johansen ikki inn í kjallaran, tí ein bilur stóð parkeraður fyri kjallarhurðina alt vikuskiftið Mynd: John Johansen Fólk sleingja bilarnar sum best ber til og lata teir standa fyri dagin, meðan tey eru til arbeiðis Mynd: John Johansen