fríggjadagur 28. oktober 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 206 - 28. oktober 2005
21
Norðoya
Forminnasavn
Frá 1. november til 15. mai verður øll avgreiðsla á
savninum bert mánadag kl. 9 - 16.
Tlf. /Fax: 456287, e-post: noforn@kallnet.fo.
Norðoya Forminnasavn
Elverkfrøðingar
søkjast
til
Elfelagið SEV
Eitt fast starv og eitt tíðaravmarkað starv sum
elverkfrøðingur eru leys at seta.
Meðan fasta starvið ikki er avmarkað í tíð, verður
avloysarastarvið at seta til 1. september 2006 fyri
verkfrøðing í farloyvi.
Starvið:
Talan er um størv innan býtisvirkini hjá SEV, sum
umfata linjukervið, trafostøðir, innleggingar-
eftirlit o.a. kring landið.
Førleikakrøv:
Kravt verður, at umsøkjararnir hava elektroverk-
frøðingaprógv. Tað er ikki ein treyt, men fyri-
munur, at viðkomandi hava arbeiðsroyndir innan
nevnda arbeiðsøki.
Setanartreytir:
Størvini verða lønt sambært sáttmála millum
Føroya Verkfrøðingafelag og Fíggjarmálaráðið.
Tey, ið sett verða, skulu kunna góðtaka at verða
flutt millum ymiskar uppgávur innan býtisvirkini
og at skula ferðast kring landið eftir tørvi, við tað
at býtisvirkini hjá SEV eru kring alt landið.
Arbeiðsstaðið er í Tórshavn, og verður arbeitt á
og út frá hesum arbeiðsstaði.
Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við
at venda sær til Klæmint Weihe, stjóra ella Finn
Jakobsen, deildarstjóra, báðir á tlf. 346800.
Umsóknir skulu saman við prógvum og møgu-
ligum ummælum sendast elfelagnum SEV, Post-
rúm 319, FO-110 Tórshavn, og skulu vera SEV í
hendi í seinasta lagi tann 15. november 2005.
Tórshavn,tann 26.oktober 2005.
Elfelagið SEV
Frítíðarfelagið
Kaggin
Dalavegur 1, 100 Tórshavn
Innkalling til eykaaðalfund í hølum felagsins
hóskvøldið 10. november 2005 kl. 19.00.
Vegna sjúkur og serligar umstøður verður innkallað
til eykaaðalfund fyri at fullmanna nevndina aftur.
Tað eru 2 punkt til eykaaðalfundin
Punkt 1: Val av eykalimum fyri at fullmanna
nevndina
Punkt 2: Broyting í §5a lógum felagsins
Í nevnd kunnu veljast øll, sum eru limir
(hava goldið limagjald); tó undantikið
lønt starvsfólk.
Vinarliga møti fjølment til fundin
Nevndin
Kunngerð
um uttangarðsútskiftingar-
fund á Selatrað
Eftir lóg nr. 147 frá 27. mars 1939, seinast broytt við
løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995, § 79, verður
boðað til útskiftingarfund mikudagin 9. november
kl. 13.00 í gamla skúla.
Til viðgerðar verður útskifting av hagapartinum
Garðahagi, Innari.
Útskiftingin verður endað.
N. v.
Øssur Á. Midjord,
útsk. form.