Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. oktober 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 207 - 29. oktober 2005 Manskórið á Matiné í Havnar Kirkju MATINÉ Í dag, leygardagin kl 11:30 fer Tórshavnar Kamarkór at hava fjøl- broytta konsert í Havn- ar kirkju. Kórið hevur fleiri ferðir verið við til gud- stænastur og hátíðar- hald – seinast var á ólavsøku í ár. Tað er Kári Bæk, sum stjórnar kórinum, og á skránni eru verk eftir Grieg, Rach- manninov, Stenhamm- ar, Leif Hansen, Kára Bæk og øðrum. Flatoyringar takka føroy- ingum MINNINGAR- DAGUR Mikudagin 26. oktober minntust flatoyringar, at 10 ár eru liðin síðani ta stóru vanlukkuna, tá íð skalvalop rakti bygdina, og 20 av bygdafólkunum lótu lív. Í hesum sambandi var minningarhald í ítróttarhøllini. Vigdís Finnbogadóttir, fyrr- verandi forseti Íslands, flutti fram røðu, tón- leikur og yrkingar vóru framførd, og sóknarpresturin bað eina bøn. Í kirkjuni kundu fólk halda eina stilla løtu í bøn og minnast tey, ið doyðu. Hendan dagin hugs- aðu Flatoyringar við takksemi um tað stóru gávu, ið teir fingu frá sínum grannum og vinum í Føroyum. Tann vakri bygningur- in, har barnagarðurin Grønigarður heldur til, hevur hesi árini eftir vanlukkuna havt stór- an týdning fyri bygd- ina. Barnagarðurin var eitt av teimum støðun- um, har Vigdís Finn- bogadóttir vitjaði. Flatoyringar takka av heilu huga fyri vin- arlag, vísta samkenslu og tann ómetaliga stuðul, sum føroyingar lótu til uppbyggingina eftir skalvalopið í 1995, sigur fyrireik- ingarnevndin. Havnar Kirkja kemur nú við einum barna- ansingartilboð. Talan er um eitt tilboð til foreldur, um at fáa børnini ansað meðan tey eru í kirkju KIRKJA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Frá fyrsta sunnudegi í advent, 27. november, fer at bera til hjá kirkjufólki í Havn at fáa børnini ansað, meðan tey eru í kirku. Talan er um skipaða barna- ansing, sum verður í hølu- num hjá dagrøktini hjá Tórshavnar Kommunu í Arnesminde – grannahúsu- num hjá Havnar Kirkju. Hetta er eitt hugskot, sum fólk eru komin við, ið eru von at ganga í kirkju í Dan- mark. Har er tað onku- staðni vanligt, at børnini verða ansað, meðan for- eldrini eru í kirkju, siga Sonja Klein, prestur í dómkirkjuni, Havnar Kirkju og Bente Kjær, kirkjuráðslimur. Tær hava júst gjørt avtalu við Tórshavnar Býráð um at læna hølini, og hevur bý- ráðið víst ætlanini sera stóra vælvild, siga tær. Tey í Havnar Kirkju skulu útvega fólk at ansa børnunum _ og talan verður um sjálvboðið arbeiði. – Men hetta er altso bara eitt tilboð til foreldur. Tað skal endiliga ikki skiljast soleiðis, at fólk nú ikki kunnu hava børnini við í kirkju, tí tað eru tey væl- komin til, siga tær, og leggja stóran dent á, at talan bara er um eitt tilboð, so børnini ikki skulu halda foreldrum aftur í at fara í kirkju. Júst hvussu stórur tørv- urin er á slíkari ansing, vita tær ikki. Men fólk hava vent sær til teirra við hug- skotinum, og tí hava tær í eina tíð arbeitt við tankan- um, sum nú verður veru- leiki. Hóast talan er um barna- ansing og ikki barnaguds- tænastu, so verður kortini okkurt kirkjuligt lagt í børnini hesa løtuna, tað veri seg við sangi, søgum ella øðrum. Sonja Klein, prestur, sigur tað als ikki vera nakran trupulleika, at børnini eru við foreldrum í kirkju. Tí børn eru ymisk, og foreldur eru ymisk. – Men veruleikin er tann, at vit missa tey foreldur úr kirkjuni, sum ikki hætta sær við børnunum, og sum ikki hava nakran at ansa teimum hesa løtuna. Tað er til teirra, hetta tilboðið er, sigur Sonja Klein, sum samstundis fegnast um, at Dómkirkjan kann ganga á odda við einum slíkum nýskapandi tiltaki. FRAMSÝNING Í dag, leygardagin, letur upp ein áhugaverd mynda- framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Sýndar verða myndir av gomlu Havnini og havnarfólki. Framsýningin, ið ber heitið »Havnin í øldir«, er skipað av Beintu Háberg Jacobsen, og hongur fram- sýningin upp til 1. no- vember. Opið er allar dagar kl. 15 - 20, og har verður eisini tónleikur at hoyra. Havnin í øldir í Smiðjuni Havnar Kirkja skipar fyri barnaansing Bente Kjær, kirkjuráðslimur og Sonja Klein, prestur, framman fyri Havnar Kirkju. Høgrumegin síggjast Arnes Minde, húsini, har dagrøktin hjá Tórshavnar Kommunu heldur til _ har børnini verða ansað, meðan foreldrini eru í kirkju Mynd: Álvur Haraldsen Leygardagin kl. 16.00: Petur Háberg Jacobsen og Kári Holm Olsen Sunnudagin kl. 16.00: Monica Stauss og Ólavur Jakobsen Mánadagin kl. 18.00: Tey á Kamarinum Týsdagin kl. 18.00: Maria Andersen. Øll eru hjartaliga vælkomin á framsýningina, siga fyrireikararnir.