Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-29, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. oktober 2005síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 207 - 29. oktober 2005 39 ALV søkir eftir starvsfólki til handlistastovuna Vit síggja fegin at tú kanst - arbeiða við seymimaskinu, bindimaskinu og annað handaligt. Vit framleiða m.a. húgvur, troyggjur,taskur,jólating,páskapynt og mangt annað. Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum - at finna áhuga og førleika hjá næminginum.At kanna,menna,upplæra og geva næminginum vinnuligar royndir sum eru at javnmeta við vanlig arbeiðskor. - talan kann vera um at arbeiða á øðrum eind- um. - at læra næmingin ymiskar uppgávur á hand- listastovuni og vera við til at geva gerandis- degnum innihald. Førleikakrøv - viðkomandi útbúgving - evnir at læra frá sær - evnir at samstarva, eisini við aðrar fakbólkar - dugir at síggja møguleikar heldur enn avmark- ingar - ert hugskotsfullur, kreativur og positivur Vit bjóða - spennandi arbeiði, har góðir møguleikar eru fyri ávirkan Løn og setanartreytir - starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran - løn sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið - starvið verður at seta 1. des. 2005 ella skjótast tilber. Meira fæst við at vita um starvið við at venda sær til: Guðrun Guðjónsson, deildarleiðari á tlf. 25 32 00 Umsóknir skulu verða okkum í hendi í sein- asta lagi 12. nov. 2005 Umsókn saman við prógvi, royndarváttan v.m. skal sendast til: Sjálvsognarstovurin ALV Smiðjugerði 6. kj. Postboks 301 110 Tórshavn brævbjálvin skal viðmerkjast "umsókn" Elverkfrøðingar søkjast til Elfelagið SEV Eitt fast starv og eitt tíðaravmarkað starv sum elverkfrøðingur eru leys at seta. Meðan fasta starvið ikki er avmarkað í tíð, verður avloysarastarvið at seta til 1. september 2006 fyri verkfrøðing í farloyvi. Starvið: Talan er um størv innan býtisvirkini hjá SEV, sum umfata linjukervið, trafostøðir, innleggingar- eftirlit o.a. kring landið. Førleikakrøv: Kravt verður, at umsøkjararnir hava elektroverk- frøðingaprógv. Tað er ikki ein treyt, men fyri- munur, at viðkomandi hava arbeiðsroyndir innan nevnda arbeiðsøki. Setanartreytir: Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Verkfrøðingafelag og Fíggjarmálaráðið. Tey, ið sett verða, skulu kunna góðtaka at verða flutt millum ymiskar uppgávur innan býtisvirkini og at skula ferðast kring landið eftir tørvi, við tað at býtisvirkini hjá SEV eru kring alt landið. Arbeiðsstaðið er í Tórshavn, og verður arbeitt á og út frá hesum arbeiðsstaði. Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Klæmint Weihe, stjóra ella Finn Jakobsen, deildarstjóra, báðir á tlf. 346800. Umsóknir skulu saman við prógvum og møgu- ligum ummælum sendast elfelagnum SEV, Post- rúm 319, FO-110 Tórshavn, og skulu vera SEV í hendi í seinasta lagi tann 15. november 2005. Tórshavn,tann 26.oktober 2005. Elfelagið SEV Pedagogar Vøggustovan á Konmansmýru søkir eftir 3 peda- gogum at starvast millum 25 og 40 tímar um vikuna. Eitt starv skal setast 01.12.2005 og tvey 01.01.2006 (ella eftir avtalu). Pedagogar,ið fáa prógv í vár eru vælkomnir at søkja. Lønin er sambart sáttmála millum Føroya Peda- gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Vøggustovan er ein sjálvsognarstovnur við 35 børnum í aldrinum 1 til 3 ár.Vit hava 3 stovur og 3 til 4 starvsfólk á hvørjari stovu. Krøvini til tín eru: • At tú ert fyrikomandi og erligur. • At tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og ábyrgdarfult í samráð við børn og starvs- felagar. • At tú heldur at arbeiði í einari vøggustovu er spennandi og avbjóðandi. • At tú dugir at síggja avbjóðingar fram um avmarkingar. • At tú er nærverandi og dugir at lurta. • At tú vil verða við til at menna stovnin og arbeiða við tí vit seta okkum fyri. Vit bjóða eitt áhugavert starv, har tú sleppur at verða við til at mynda títt egna arbeiði og ger- andisdagin hjá børnunum. Vit liggja í einum spennandi umhvørvi tætt við Hoyvíkstjørn og sniðgøtunum á Konmansmýru. Meira fæst at vita við at venda sær til leiðaran Katrin Bjarnadóttir ella álitisfólkinum Jóhannu Laksá á telefon 313131. Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi seinast 15.11.2005. Vøggustovan á Konmansmýru Hoyvíksvegur 41 B FO - 100 Tórshavn Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf Minningarhald verður við Minnisvarðan í Fuglafirði 1.november kl. 14.00. Frants Jensen, blaðstjóri, hevur bønarhald. Minnisvarðanevndin