Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-29, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. oktober 2005síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 207 - 29. oktober 2005 41 Sosialráðgevi til økispsykiatriina Á økispsykiatrisku deildini er eitt fulltíðar farloyvis- starv sum sosialráðgevi leyst at søkja til setan 1. januar 2006 til og við 31. desember 2006 . Viðkomandi, ið sett/ur verður, kemur at arbeiða bæði á sjálvum deplinum og úti í økjunum í tøttum samstarvi við verandi sosialráðgeva og onnur starvsfólk á deplinum og í økjunum. Vit kunnu bjóða • eitt spennanadi tvørfakligt arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum. • skeið/eftirútbúgving innan- og uttanhýsis, sum psyk.depilin/økispsykiatriska deildin skipa fyri. Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum • kunna ráðgeva og vegleiða sjúklingum og av- varðandi teirra um sosiala lógarkarmin, t.d. sjúkradagpening og endurútbúgving • vera bindilið sjúklingsins til aðrar stovnar, t.d. Almannastovuna • at tryggja sosialfakliga partin í tvørfakliga samstarvinum Førleikakrøv • útbúgving sum sosialráðgevi við minst 2 ára starvsroyndum • góð samstarvsevni,ídni,hug og dirvi til at luttaka í einum sera fjøltáttaðum arbeiði saman við øðrum fakbólkum • førleika og royndir til at fremja sjálvstøðugt virksemi • fyrimunur at viðkomandi hevur psykiatriskar royndir og áhuga innan tað psykiatriska øki • verða við í menningini av tí psykiatriska arbeiðin- um bæði á deplinum og úti í økjunum. • teldukunnleika Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ænu Reinert, deildarleiðara á økispspsykiatrisku deildini, telefon 304500, lokal 4130, e-post ana.reinert@lsh.fo Magnus Isaksen, sosialráðgeva, lokal 4160, e-post mais@lsh.fo ella Bergit Weihe, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 4102, e-post bergitw@lsh.fo Umsóknarfreistin er 14. november 2005 kl. 12.00 Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar- og starvsfólkadeildini áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn, merkt »umsókn til starv« við avriti av prógvum,CV og viðmælum e.l.skal sendast til Landssjúkrahúsið Lønar- og starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk« Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn