mikudagur 9. november 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Síðsti hálvi tímin í
kappingini Xplore
2005 gjørdist sera
spennandi, liðið
hjá Doris, Ragnhild
og Kristiani av
Handilskúlanum á
Kambsdali lá á odda,
men eitt norskt lið
nærkaðist alsamt, men
gjørdist ov stutt tá
ovtornaði.
Oljuleiting
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
”Eg haldi fyrst og fremst, at
vit vóru heppin”, sigur Doris í
Garði Joensen um orsøkina til,
at hon, Ragnhild P. Kjærbo og
Kristian Kristiansen vunnu Xplore
2005 kappingina framman fyri
437 øðrum næmingum frá 21
miðnámsskúlum úr 7 londum.
Øgiliga spennandi
Xplore kappingin varð hildin
dagarnir 4.- 6. oktober, og
Doris, Ragnhild og Kristian av
Handilsskúlanum á Kambsdali
vunnu framman fyri einum bólki
úr Noregi. Doris sigur, at seinastu
løtuna var øgiliga spennandi. Tey
løgdu seg á oddað í kappingini,
tá ein hálvur tími var eftir at kap-
past í, men spakuliga minkaði
tað norska liðið um munin.Hon
er ikki sannførd um, at tey høvdu
megnað at hildið seg fremst, um
kappingin hevði vart eina løtu
afturat.
Gevur grunnleggjandi fatan
Xplore 2005 er ein kapping,
har miðnámsskúlanæmingar
í trýmans bólkum kappast
ímóti hvørjum øðrum í eini
simulering á alnetinum. Luttakandi
bólkarnir kappast um at finna
olju í rakstrarverdum nøgdum.
Ætlanin við kappingini er, at
geva miðnámsnæmingum eina
grundleggjandi fatan av, hvussu
oljuleiting fer fram. Doris væntar
ikki, at hon fer inn í oljuvinnuna
í framtíðini. Men sigur, at hon
hevur fingið nógv betur innlit í
hesa vinnu. ”Nú skilji eg, hvat
tosað verður um, tá tey práta
um oljuleiting, áðrenn kappingina
anaði eg ikki nakað um hetta”.
Hon greiðir frá, at tann fyrsta
dagin helt hon ikki, kappingina
vera serliga spennandi. Tey vórðu
kastaði út í spælið, uttan nakra
serliga forkláring, og hon skilti tí
illa, hvat tey gjørdu. Tí var ringt
at gerast ordiliga bitin av tí. Men
annan dag, skilti hon meira,
og triðja dagin bleiv tað ordiliga
spennandi, serliga tí tey lógu heilt
í oddinum og kappaðust.
Normenn settu pening í
Xplore er gjørt til miðnámsskúlar
og til oljufeløg at brúka í skeiðvirk-
semi. Spælið minnir sera nógv
um veruliga oljuleiting, tú kanst
keypa øki ella seta pening í leiting
á økjum hjá øðrum. Doris sigur,
at tey brúktu nógvan pening
uppá tvey øki, uttan at hesi góvu
serligt av sær. Í fyrsta økinum
funnu tey nógva olju, men tað
norska liðið, ið gjørdist nummar
tvey, hevði sett pening í leitanina
og tók størsta partin av vin-
ninginum. Tað triðja økið keyptu
tey fyri væl minnið. Tá ein hálvur
tími var eftir at kappast í, fingu tey
knappiliga 4 milliardir úr einum
brunni á hesum triðja økinum, og
komu sostatt á odda.
Doris sigur, at tað gjørdist
sera spennandi til síðst, norska
liðið hevði spælt øgiliga væl,
og høvdu sett pening í leitan á
nógvum ymiskum økjum, og
hetta gav nógv av sær, tí minkaði
munurin alsamt, men tá avtornaði
vóru Doris, Ragnhild og Kristian
á odda.
Gott tiltak
Tey vunnu 5.000 kr., sum var
fyrsta virðisløn, og mánamorgunin
var samkoma á Handilsskúlanum
í Kambsdali, har luttakandi bólkar
fingu handað heiðursbræv, og
vinnandi bólkurin fekk ein kekk
við vinninginum. Doris sigur, at
enn hava tey ikki avgjørt hvat
vinningurin skal brúkast til.
Hon heldur Xplore vera ein stak
gott tiltak, tey lærdu nógv um
oljuleiting, ”Eg havi í øllum førum
fingið meira áhuga í oljuvinnuni,
og fyri fólk, ið hava áhuga fyri hesi
vinnuni, er hetta ein góð roynd,
sum gevur nógva vitan” sigur
Doris. Hon heldur, at umframt
innlit í oljuleiting, so hevur hon
lært nógv um samstarv av hes
um. ”Tað at arbeiða saman og
finna loysnir, sum øll kunnu liva
við, sjálvt um man er ósamdur
frá byrjanini, tað er øgiliga týdn
ingarmikið, og tað hava vit lært
av hesum” greiðir hon frá. At
byrja við høvdu tey ikki nakað
serligt av peningi at arbeiða við,
og tí noyddust tey at hugsa
nógv um, hvussu tey skuldu
fara til verka. Hetta kravdi nógv
av samstarvinum. Doris heldur
at hetta var øgiliga læruríkt og
er nakað, sum tey kunnu brúka
óansæð hvørja vinnu, tey fara at
virka í.
Vit vóru
heppin at v
inna