mikudagur 9. november 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 215 - 9. november 2005
27
Søkt verður eftir
FØRARA TIL
BORIVOGN
til veg- og lendisarbeiði
Áhugaðir kunnu venda sær til skrivstovu okkara ella
til Jón Danielsen á tel. 210683.
P/F Articon
tlf. 350 700
Søkt verður eftir royndum
MASKINFØRARUM
til veg- og lendisarbeiði
Áhugaðir kunnu venda sær til skrivstovu okkara ella
til Jón Danielsen á tel. 210683.
P/F Articon
tlf. 350 700
Bioanalytikari/
Histolaborantur
Á Rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum er
fulltíðarstarv sum bioanalytikari leyst at søkja
2. januar 2006.
Rannsóknarstovan húsast í nýggjum hølum og
hevur góðar arbeiðsumstøður. Rannsóknarstovan
er eitt integrerað laboratorium, har øll 5 serøkini
innan bioanalytikarafakið eru umboðað, umframt
ambulatorium á Landssjúkrahúsinum og á lækna-
miðstøðini í Runavík.
Í løtuni starvast uml. 20 bioanalytikarar, 2 skrivarar
og 1 hjálparfólk. Allir bioanalytikararnir skifta mill-
um tey ymsu serøkini.
Høvuðsarbeiðsøkið verður inn patologi, men tann
setti má kunna arbeiða innan onnur øki eisini.
Førleikakrøv
• Bioanalytikaraútbúgving ella líknandi útbúgving
• góð samstarvsevni og fleksibilitetur
• arbeiðsroyndir innan histo-/cytologi
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum
Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreist 15. desember 2005 kl. 12.00
Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á
starvsfólkadeildini, áðrenn freistin er úti.
Nærri fæst at vita við at venda sær til leiðandi
bioanalytikara Ivy Hansen, tlf 304599, lokal 5601
ella teldupost ivyh@lsh.fo
Skrivlig umsókn í brævbjálva merkt „umsókn til
starv“ við avriti av progvum og øðrum upplýsingum
skulu sendast til
Landssjúkrahúsið
Lønar- og Starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum
www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á
leinkjuna „starvsfólk“
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Hoyvíkar skúli
Skúlastýrið við Hoyvíkar skúla søkir eftir fólki til
mennandi stuðul hjá tveimum næmingum í 1. flokki
frá 1. desember og tað, ið eftir er av skúlaárinum, 18
tímar um vikuna.
Løn eftir sáttmála við avvarðandi felag.
Nærri fæst at vita við at venda sær til skúlastjóran
Birgit Arge á tlf. 315073.
Umsóknir skulu sendast til:
Hoyvíkar skúla
Postrúm 3073
110 Tórshavn
Pedagogar
Dr. Margrethu Barnagarður er normeraður til 94
børn í aldrinum 0 til 7 ár.
Vit søkja eftir 5 pedagogum at starvast millum 20
og 34 tímar um vikuna. Øll størvini eru á barna-
garðsstovu. Eitt starv skal setast fyri pedagog í
farloyvi, at byrja 1. desember 2005 til 30. november
2006. 4 størv skulu setast 1. februar 2006 (ella eftir
nærri avtalu).
Næmingar, sum fáa pedagogprógv í vetur/vár
eru vælkomnir at søkja.
Barnagarðurin er sjálvsognarstovnur, hvørs enda-
mál er, at hava umsorgan fyri børnum í aldrinum
0 til 7 ár og á einum kristnum støði, at menna tey í
tryggum viðurskiftum á uppalingarligan fullgóðan
hátt.
Vit kunnu bjóða tær:
• Ein stovn í menning, hvar tú fart møguleikan at
seta tín dám á dagligdagin
• Ein vælvirkandi starvsfólkabólk
• Eitt gott arbeiðsumhvørvi
• 94 praktfull børn
Vit ynskja tí at umsøkjarin:
• Hevur góð samstarvsevnir
• Er nýhugsandi og ígongdsetandi
• Skal kunna arbeiða sjálvstøðugt
• Dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
• Hevur ábyrgdarkenslu
Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála mill-
um Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs-
gevarafelagið, lønarstig 10/16.
Meira fæst at vita við, at venda sær til leiðaran
Marjun Lassen ella varaleiðaran Súsannu Ziska á tlf.
455557.
Skrivlig umsókn við prógvi skal verða okkum í
hendi í seinasta lagi 25. november 2005, kl. 12.00
Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta
FO-700 Klaksvík
Skattalistin
Skattalistin fyri Gøtu kommunu fyri 2004 liggur
frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni
frá 10. – 24. nov. 2005.