hósdagur 10. november 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 216 - 10. november 2005
Basalt í Kagganum
Hetta vikuskiftið spæla
Basalt til dans í Kagganum.
Teir bjóða sítt vanliga bland
av kontrirokki og øðrum
dansivinarligum tónleiki.
Basalt eru Poul Müller
(sang, mandolin og gittar),
Kári Olsen (sang og gittar),
Kenneth (ljómborð og
sang), Mikkjal Øster (bass)
og Annfinnur Jacobsen
(trummir og sang). Verandi
manning hevur spælt saman
síðan 1998, men bólkurin
hevur røtur heilt afturi í sjeyti
árunum í bólkinum TARTA,
ið Poul, Kenneth og Mikkjal
spældu við í. Teir spæla kl.
0.30-3.30 í nýumvælda
Kagganum fríggjakvøldið
og leygarkvøldið.
Hetta er eitt sindur
sum ein fótbólts
landsdystur, vit
skulu upp at menga
okkum við tær stóru
tjóðirnar, og eg haldi,
at vit hava enntá
betur møguleika enn
í fótbólti. Okkum
tørvar t.d. ikki at
skora mál, sigur Jón
Tyril um kappingina
The Global Battle Of
The Bands
GBOB
Hóast navnið GBOB er
nærum tað fullkomna kapp-
ingarnavnið til eina kapping,
sum G!Music skipar fyri, so
vil Jón Tyril fyriskipari vera
við, at hetta er tilvild.
GBOB er stytting fyri The
Global Battle Of The Bands
og somuleiðis vanliga heitið
á kappingini. Jón sigur at
hann satt at siga ikki visti av,
at kappingin var rópt GBOB,
tá hann setti sær fyri at
skipa fyri einum føroyskum
umfari. Men tað kundi ikki
passa betur til G!, so tað ger
tað ikki verri, heldur hann.
Braquet vístu á
møguleikan
Tað vóru Braquet, ið
gjørdu G!Music varug
við, at møguleiki var hjá
føroyingum at sleppa upp
í kappingina. Braquet
høvdu roynt at melda seg
til íslendsku útgávuna av
kappingini, og blivu spurdir
hví føroyingar ikki sjálvir
skipaðu fyri.
Jón sigur, at hann var ikki í
iva eina løtu, um hann skuldi
taka av tilboðnum. “Hetta er
jú ein frálíkur møguleiki fyri
føroyskan tónleik. GBOB
fevnir um 26 lond úr øllum
heimspørtum. Vinningurin
er umframt heiður og æru,
100.000
amerikanskir
dollarar í reiðum peningi,
og ein heimsumfevnandi
konsertferð fyriskipað av
GBOB International.”
Leggur dent á talent
“Hetta ein kapping, sum
leggur dent á talent, og
hetta hava vit í ólukkumát
í Føroyum” sigur hann.
Hann ivast tí heldur ikki í
at ein føroyskur bólkur kann
gera seg galdandi í finaluni.
Hann gleðir seg øgiliga
nógv til finaluna. Har
verður føroyskur tónleikur
styrkismettur í beinleiðis
kapping við bólkar úr
øðrum londum, og hetta
verður áhugavert. “Hetta er
eitt sindur, sum ein fótbólts
landsdystur, vit skulu upp at
menga okkum við tær stóru
tjóðirnar, og eg haldi, at vit
hava enntá betur møguleika
enn í fótbólti. Okkum tørvar
ikki at skora mál” sigur
Jón.
19 bólkar higartil
”Longu nú hava 19 bólkar
meldað til, og eg veit um
onkran annan, sum eisini fer
at gera tað.” sigur Jón,
”Sambært royndunum hjá
teimum, sum hava fingist
við slíkt áður, so skal eg
rokna við, at luttakaratalið
kann økjast við upp til 50
% tað seinastu tíðina, áðrenn
startskotið hósdagin í næstu
viku” sigur hann. Hann
greiðir frá, at tilmeldingin
hevur verið rættuliga støðug
higartil, og onkur bólkur
hevur meldað seg til, men
ikki goldið luttøkugjaldið
enn, tí eru teir ikki skrásettir
millum teir 19.
Almennir dómarar
Í mun til Prix Føroyar verða
nøvnini á dómarunum
almannakunngjørd, Ætlanin
er, at hava minst fimm dóm-
arar, og minst tríggir av
teimum skulu ætlandi vera
útlendingar. Jón sigur at
higartil hava teir bert fingið
endaligt svar frá einum
dómara. Tað er danin Jeppe
Nissen. Jeppe er fyriskipari
og
umboðsmaður
hjá
DKBmotor, ið er størsta
konsertfyrireikarafelag í
Danmark, og sum hevur skip-
að fyri konsertum við nøvnum
sum U2, Metallica, Roling
Stones og Depeche Mode.
DKBmotor er partur av Clear
Channel Entertainment,
sum er heimsins nógv
størsta promotionfelag.
Harumframt
er
Jeppe
umboðsmaður hjá donsku
bólkunum Nephew, L.O.C.,
Blue Foundation og The
Raveonettes, og umboðar í
Danmark útlendskar bólkar
sum t.d. Soulfly og Kaiser
Chiefs.
Sýnisgluggi
Jón sigur, at tey eisini hava
samband við dómarar úr
Noregi, Svøríki, Týsklandi,
Íslandi og onkrum øðrum
úr Danmark. Felags fyri
allar hesar er, at teir hava
áhugaverd størv innan fyri
tónleikaídnaðin. Hetta ger,
at umførini í Føroyum sam-
stundis verða sýnisglugga
konsertir, og vónandi hoyra
útlendsku dómararnir okkurt
sum teimum dámar, og sum
teir hava hug at hjálpa við at
fáa út í heim.
Størri gjøgnumskygni
Jón sigur, at valið at lýsa
nøvnini á dómarunum
alment, er fyri at skapa
størri gjøgnumskygni, og
hann er sannførdur um, at
hetta ikki skaðar nakran.
”Nógv kjak var í sambandi
við Prix Føroyar, um dul-
nevndar dómarar, so nú
royna vit hetta” greiður
hann frá. Dómararnir verða
somuleiðis bidnir um, hvør
í sínum lag, at skriva eina
konstruktiva viðmerking
til hvønn bólkin. Hesar
viðmerkingar verða síðan
givnar bólkunum.
Ikki kappingarneytar
Hóast onkrir miðlar hava
ført fram, at GBOB er ein
beinleiðis kappingarneyti,
og ivaleyst avloysarin til
Prix Føroyar, so sigur Jón at
hetta er alsi ikki so. GBOB
er heldur ein supplering av
Prixnum. Hann sigur seg
hava fingið nógvan íblástur
frá Prixnum, og vónandi fer
Prixið eisini at fáa íblástur frá
GBOB. Prix Føroyar hevur
givið føroyskum tónleiki
ótrúliga nógv, og tí hevur
Jón ongan áhuga í at gera
ein avloysara til Prixið.
Kringvarpið
verður við
Útvarp Føroya hevur fólk
á staðnum. Hóskvøld og
fríggjakvøld verða innsløg
gjørd, meðan øll finalan
verður send í útvarpinum
leygarkvøldið. Jón Tyril
sigur, at hann ikki er greiður
yvir, um Sjónvarpið tekur
upp ella ikki. Men hann ætl-
ar sær at práta við tey.
Hesir 19 hava
teknað seg higartil
Deja Vu
Direct Level
Eager 2 Please
Efes
Frostbit
Holgar & Villmenn
Lama Sea
Lív Hansen
Marius
Non|Sense
Orion
Purpur
Sic
Synarchy
The Mount East
The Dreams
The Story Ends
Týr
Unattached.
Okkum
tørvar ikki
at skora mál
Lama Sea eru nokk Føroya besti livebólkur og ein av bólkunum, sum hava melda seg til GBOB