hósdagur 10. november 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Leygardagin letur
Reyni Service upp í
nýggjum, stásiligum
bygningi í Klaksvík
BILASØLA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Nýggi bygningurin hjá
Reyni Service í Klaksvík er
700 fermetrar til víddar, og
har er pláss fyri fimm, seks
bilum í framsýningarhøli-
num, ið eru sera ljós og
snotulig.
– Á verkstaðnum er som-
uleiðis pláss fyri eini seks
bilum, og verkstaðurin hev-
ur alt tað nýggjasta innan
biltøkni, sum krevst í dag
fyri at kunna klára allar
mekaniskar og tøkniligar
uppgávur, sigur Eivind av
Reyni, stjóri hjá Reyni Ser-
vice.
Í bygninginum í Klaksvík
verður eisini høvi at fáa bil-
in »TidyCar« viðgjørdan.
Í sambandi við, at flutt
verður í nýggju hølini,
verður móttøka í hølunum
leygardagin kl 14, har Mo-
nika Stauss og Dánial Eyst-
urstein spæla. Eisini verða
røður og sangur á skránni,
og øll eru vælkomin, sigur
Eivind av Reyni.
Mánadagin byrja so ar-
beiðsdagurin í nýggju hølu-
num, og tá verða eisini
spennandi tilboð upp á
nýggjar og brúktar bilar,
eins og tilboð frá TidyCar
og verkstaðnumm, sigur
Eivind av Reyni.
Í síðstu viku keypti
Eivind
av
Reyni
alt
virksemið
frá
P/F
Meinhardt
Arge,
sum
umboðar bilmerkini Opel,
Nissan, Peugeot og Saab.
Nýggja bilasølan hevur
fingið
heitið
P/F Auto
Service.
Men verða hesi merki
eisini at fáa í nýggju
hølunum í Klaksvík.
– Nú kom hetta so
brádliga í lag. Hølini í
Klaksvík eru bygd sum
Toyota høli, men vit fara at
veita bilmerkjunum hjá
Auto
Service
alla
tænastuna
á
nýggja
verkstaðnum, sigur Eivind
av Reyni.
Hann sigur eisini, at um
onkur
kundi
í
Norðoyggjum vil síggja
onkran av bilunum hjá
Auto Service, so senda teir
bilin
norður
uttan
trupulleikar.
Enn er ógreitt, hvussu
verður í framtíðini, men tað
verður so í øllum førum eitt
samstarv
millum
Auto
Service og Reyni Service í
Klaksvík, sigur Eivind av
Reyni.
Øll starvsfólkini í gomlu
deildini hjá Reyni Service í
Klaksvík, sum hevur hildið
til í leigaðum hølum, fara at
halda
fram
í
nýggja
bygninginum. Men Eivind
av
Reyni
væntar,
at
virksemið fer at økjast og
væntar, at brúk verður fyri
einum
ella
tveimum
monnum afturat – serliga
havandi í huga útlitini, nú
Norðoyatunnilin letur upp
og samstarvið við Auto
Service.
Nr. 216 - 10. november 2005
3
Jólagávublaðið frá Nettorginum
er at fáa í øllum handlum FK
Lættari, hugaligari, høgligari...
Keypið/bíleggið jólagávurnar í FK nú!
Gjørt verður vart við, at prísbroytingar kunnu vera á nøkrum av vørunum í blaðnum
www.fk.fo
Nútímans bilhús í Klingrugarði í Klaksvík
Nýgtgi bygningurin hjá suto Reyni Service í Klaksvík. Pláss verður fyri eini seks bilum í framsýningarhølunum, verkstaðið er
útgørt við nýggjastu tøkni
Mynd: Vilmund Jacobsen