hósdagur 10. november 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 216 - 10. november 2005
Frá 23. juni til 4. sep
tember komandi ár
fer Atlantic Airways
at flúgva rutuflúgving
millum Hetland og
London
FlogFerðsla
Jákup Mørk
Seinastu
árini
hevur
føroyska flogfelagið í
summarmánaðum
røkt
flúgving millum Vágar og
Stansted í London. Tann
flúgvingin verður nú víðkað,
soleiðis at Hetland eisini
verður fevnt av rutunetinum
hjá føroyska flogfelagnum.
Atlantic Airways hevur frá
loftferðslumyndugleikunum
fingið loyvi at flúgva millm
Sumburg í Hetlandi og Stan
sted.
Og í Hetlandi tykjast fólk
vera ovurfegin um n‡ggja
tilboðið. Í Shetland Times
verður parlamentslimurin
hjá Hetlandi og Orkney end
urgivin fyri at siga, at hetta
heilt víst er eitt tilboð, sum
hann fer at gera stóra nýtslu
av. Og hann leggur afturat, at
tað fara onnur helst eisini.
Eg ferðist nógv millum
Hetland og London. Og á
morgunrutuni til Aberden
og síðani til London, eru
tað nógv fólk, sum eg síggi
aftur mest sum dag um
dag. Hjá okkum vil tað í
øllum førum verða nakað
nógv meira ómaksleyst við
nýggja tilboðnum, og tað
einasta, sum eg harmist um,
er, at tíðarskeiðið við fastari
flúgving ikki er longri enn
tveir mánaðir, sigur Alistair
Carmichael.
Hartil heldur hann, at rut
an kann geva hetlendskari
ferðavinnu eitt veruligt
íkast, nú tað verður munandi
lættari hjá Londonbúgvum
at ferðast til Hetlands.
At enda leggur hetlandski
blaðið afturat, at prísurin hjá
føroyska felagnum væl og
virðiliga er kappingarførur.
Bara til Aberdeen liggur prís
urin á einum returferðaseðli
millum 100 og 300 bretsk
pund. Prísurin fyri ein retur
ferðaseðil á nýggju rutuni er
ásettur til £154.
Atlantic víðkar rutunetið
Í summar royndu flogførini hjá Atlantic seg á vøllinum í Sumburgh, tá føroysk oyggjaleikafólk skuldu flytast aftur og fram
Mynd: Jens Kristian Vang
Afturvendandi kunn
ingarátakið um lestr
armøguleikar burturi
og heima verður skip
að eitt sindur øðrvísi
í hesum skúlaárinum
í mun til undanfarnu
árini
ÚtbÚgving
tíðindaskriv
Hesaferð verða 4 umfør,
tað fyrsta var 19. og 20. sep
tember. Annað umfar verður
15. og 16. november 2005. Tá
fara umboð fyri MFS, British
Council í Keypmannahavn,
Norska studentafelagið
ANSA og Study Abroad at
greiða komandi studentum
frá lestrarmøguleikum í Før
oyum og aðrastaðni. Kunn
ingin verður á teimum trimum
stóru miðnámsskúlunum.
Fyrrapartin týsdagin 15.
nov. kl. 10.00 verður tiltakið
á Handilsskúlanum í Havn,
seinnapartin kl. 12.00 í Hoy
dølum og fyrrapartin miku
dagin 16.nov. kl. 10.00 á
Kambsdali. Harafturat verður
skipað fyri kunningarkvøldi
týskvøldið 15.nov. kl. 19.30
í høllini á Studentaskúlanum
á Kambsdali. Øll tiltøkini
vara uml. tveir tímar og eru
ókeypis.
Kl.12.45 14.15 og um
kvøldið kl. 19.30 21.00
mánadagin 14. november
verður skipað fyri kunning um
lestrarmøguleikar burturi og
heima á Miðnámsskúlanum
í Suðuroy, har MFS,
Study Abroad og Altjóða
Skrivstovan luttaka.
Skráin á øllum fýra til
tøkunum í hesum umfarinum
verður hendan:
Stóra Bretland: Jaqueline
Guerrier, Education Man
ager frá British Council í
Keypmannahavn.
Noreg: Heidi M. Eng
elsåstrø, kunningarfólk frá
ANSA Association of Nor
wegian Students Abroad.
MFS Meginfelag Før
oyskra Studenta um tað at
vera lesandi
Study Abroad: Peter
Bosteen,
www.studeri
udlandet.dk
Spurningar til tey einstøku
umboðini.
Triðja tiltakið í røðini verð
ur 11. og 12. januar 2006,
og fjórða og seinasta tiltakið
verður 9. og 10 . mars 2006.
Við á komandi tiltøkunum
verða umboð fyri fleiri ymisk
lestrarlond og stovnar.
Tað eru Mentamálaráðið,
Lestrarvegleiðarafelagið,
MFS og Altjóða Skrivstovan,
sum skipa fyri Markleys
Útbúgving
2005/2006.
Holger Arnbjerg á Altjóða
Skrivstovuni er samskipari.
Umskipað Markleys Útbúgving
Lesturin
meira
altjóða
gjørdur
Nýggjastu tølini frá
Stuðulsstovninum
vísa, at talið
á teimum, ið
lesa uttan fyri
Danmark, er
vaksandi
lestur
tíðindaskriv
Líkt er til, at altjóðagerðin
ger seg galdandi á útbúgv
ingarøkinum, tá hugt
verður eftir tølununum
fyri, hvussu nógvir før
oyingar lesa á hægri
útbúgvingum uttan fyri
Føroyar og Danmark.
Av øllum føroyingum
á hægri útbúgvingum
uttan fyri Føroyar í
lestrarárinum 1997/98
lósu 94% í Danmark.
Tey nýggjastu tølini frá
2005 vísa, at hetta talið
nú er 85%!
Tølini frá Stuðuls
stovninum vísa, at før
oyingar, sum lesa á
hægri
útbúgvingum,
lesa í hesum londum
(lestrarárið 2004/2005):
Føroyar
552
Danmark
779
Hini Norðurlondini 30
Uttan fyri Norðurlond
106
Tann 1.11. 2005 vóru 110
lesandi í ÚSUNskipanini
í hesum londum:
Stóra Bretland 89
USA
6
Australia
5
Spania
2
Frakland
2
Belgia
1
Italia
1
Sveits
1
Ísrael
1
Kanada
1
Ný Sæland
1
Flestir føroyingar, ið lesa
uttan fyri Norðurlond, lesa
í ensktmæltum londum,
nevniliga 93%!