hósdagur 10. november 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 216 - 10. november 2005
5
Nú Farmaleiðir
verða einskildar, er
ongin endalig avgerð
tikin um, hvussu
farmaflutningurin til
vinnulív og til fólk í
Suðuroy og Sandoy
skal tryggjast
Farmaleiðir
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú ætlanin er at einskilja
Farmaleiðir hjá Strand
ferðsluni, er tað ein stórur
spurningur, hvussu verður
við farmaflutninginum til
og úr Sandoy og Suðuroy
og flutninginum ímillum
bygdirnar í hesum báðum
oyggjum.
Tað ásannar, Jógvan við
Keldu.
Hann er landsstýrismaður
í innlendismálum og sostatt
hevur hann høvuðsábyrgdina
av einskiljingini.
Á samferðslufundi í Vági
mánakvøldið reisti Johan
Dahl spurningin og vísti á, at
hann fór ikki at góðtaka eina
einskiljing, sum ikki hevði
flutningsskyldu við sær, so
at virki í útjaðaranum ikki
fóru at verða verri fyri enn
tey eru nú.
– Tá ið Farmaleiðir eru
einskildar, skal tað fram
vegis bera til hjá virkjum í
útjaðaranum at keypa smáar
nøgdir av fiski og fáa tey flutt
til virkið, líka ómakaleyst
sum nú, segði hann.
Ongin avgerð tikin
Landsstýrismaðurin í inn
lendismálum ásannar, at
enn er ongin avgerð tikin
um flutningin til útjaðaran
og í útjaðaranum.
Men hann sigur, at tað
er eitt mál, sum tað verður
arbeitt við.
Hann vísir á, at tað hevur
verið tosað í minst 20 ár um
at einskilja Farmaleiðir og tá
ið tað ikki hevur eydnast enn,
er tað sjálvsagt tí, at hetta
hevur nakrar trupulleikar
við sær, sum ikki eru lættir
at loysa.
– Men Kappingarráðið
hevur staðfest, at tað er
ólógligt hjá tí almenna at
føra kappingaravlagandi
virksemi á einum marknaði,
sum tað privata røkir og tí er
neyðugt at einskilja Farma
leiðir.
Hinvegin sigur hann, at
tað er avgjørt, at ein ser
skipan skal finnast fyri Suð
uroynna og Sandoynna, so
at virksemið har kann halda
fram uttan at verða tarnað.
– Vit ætla at tryggja, at
vinnulívið í Suðuroy og í
Sandoynni fær umstøður
at arbeiða á jøvnum føti
við vinnulívið aðrastaðni.
Tað er sera umráðandi at
tryggja, at vinnulívið í
Suðuroy og Sandoy ikki
fær arbeiðsumstøður, sum
eru kappingaravlagandi aft
urímóti vinnuni í Føroyum
annars. Men samstundis
skal tað skipast so, at Kapp
ingarráðið kann góðtaka
skipanina.
– Akkurat, hvussu tað skal
gerast, er støða ikki tikin til
enn. Men eg meti, at onkrar
treytir fara at fylgja við ein
skiljingini.
Men hvørjar hesar treytir
verða, fær hann onki sagt
um enn.
Mangla útrokningar
Hann staðfestir kortini, at
Farmaleiðir hevur onga
lógarbundna
flutnings
skyldu.
– Strandferðslan hevur
flutningsskyldu á sjónum,
men á landi hevur hon í
mong ár arbeitt, sum um at
Farmaleiðir eisini høvdu eina
flutningsskyldu og sostatt
er ein siðvenja upparbeitt
á hesum øki. Men lógarfest
er tað ikki, staðfestir Jógvan
við Keldu.
Hann sigur eisini, at
skal flutningurin skipast
akkurát sum hann er nú, er
spurningurin, hvat er vunnið
við einskiljingini.
– Tað er ein útrokning,
sum ikki er gjørd enn, sigur
landsstýrismaðurin.
Hann leggur kortini aft
urat, at ein týðandi táttur í
royndini eftir at javntseta
vinnulívið í Suðuroy við
restina á landinum, er, at í
allarnæstu framtíð, verða
farmagjøldini við Smyrli
lækk að munandi, so at
tað ikki verður d‡rari hjá
vinnuni at fáa vørur til og
frá, enn tað er hjá virkjum
aðrastaðni í landinum.
Hinvegin harmast hann
um, at av tí at ein serskipan
verður gjørd fyri Sandoy
og Suðuroy, fer tað at forða
privata fyritaksseminum í
hesum oyggjum at fóta sær
í hesi vinnugreinini.
Ongin avgerð tikin um Suðuroynna og Sandoynna
Tað er ongin avgerð tikin
um, hvussu verður við
farmaflutningi til og úr
Sandoy og Suðuroy, tá ið
Farmaleiðir verða einskildar,
sigur Jógvan við Keldu,
landsstýrismaður
Hvørt húski skal
nú betala yvir 500
krónur meiri til olju
og brennievni til
bilin, enn tey gjørdu
fyri hálvum øðrum
ári síðani. Men lønin
er hækkað enn meiri,
so oljan er sum so ikki
orsøkin til at nógv
húski eru sperd
Oljuprísir
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hóast oljan er dýrkað nógv
í seinastuni, er tað ikki or
søkin til, at nógv húski eru
sperd í dag.
Tað staðfestir Fíggjar
málaráðið.
Ráðið sigur í eini útrokn
ing, at hóast oljan er dýrkað
rættiliga nógv, er lønin
hækkað enn meiri og tí er
oljuprísurin einsamallur ikki
orsøkin til, at keypiorkan hjá
fólki minkar.
Løgtingið viðgerð í løtuni
eitt uppskot frá miðflokkinum
um at broyta umstrídda
oljuavgjaldið, so at tað aftur
verður til tað, sum tað var
fyrr.
Fyrr hækkaði og lækkaði
oljuavgjaldið, alt eftir hvussu
prísurin í oljuni var. Dýrari oljan
var, lægri var oljuavgjaldið og
bíligari oljan var, hægri var
oljuavgjaldið.
Men síðani var oljuav
gjaldið ásett at vera 80 oyru
fyri liturin, sama um oljan
var bílig ella dýr.
Oljan hækkað nógv
Í løtuni er oljan so dýr,
at verður uppskotið hjá
miðflokkinum samtykt, hevði
onki oljuavgjald verið.
Í
hesum
sambandi
hevur Fíggjarmálaráðið
roknað út, hvat hækkingin
í oljuprísinum merkir fyri
húdarhaldini og um tað
hevur ført til eitt beinleiðis
fall í keypiorkuni, at oljan er
dýrkað so nógv.
Fíggjarmálaráðið sigur, at
verður hugt eftir prístalinum,
sæst at prísvøksturin hevur
verði 5,1% síðani 2001.
Tó hevur vøksturin verði
størri í seinastuni. Síðani
fyrsta ársfjórðing í 2004 er
prístalið hækkað 3,5%.
Prístalið fyri brenniolja til
hús er frá 1. ársfjórðingi 2004
farin frá 92,1 stigum, upp í
141,3 stig í 3. ársfjórðing í ár.
Hetta er ein vøkstur upp á
53,4%. Í prístalinum vigar
hesin vørubólkur 3,9%
Prístalið fyri brennievni
og smyrjolju til bilar er frá
1. ársfjórðingi 2004 hækkað
úr 87,5 stigum til 108,6 stig
í 3. ársfjórðingi í ár.
Hetta er ein vøkstur upp á
24,1%. Í prístalinum vigar
hesin bólkur 3,1%
Fíggjarmálaráðið sigur,
at hetta merkir, at eitt hús
arhald sum 1. ársfjórðing í
fjør brúkti 800 krónur um
mánaðin til brenniolju til
sethús og 600 krónur um
mánaðin til brennievni til
bil, noyðist nú at brúka einar
1.230 krónur um mánaðin til
brenniolju til sethús og einar
745 krónur til brennievni til
bilar.
Hetta svarar til eina meir
útreiðslu upp á einar 575
krónur um mánaðin.
Lønirnar hækkaðar
enn meiri
Prístalið vísir prísgongdina
í miðal og tí er hetta
eitt eitt mát fyri, hvussu
vøksturin í oljuprísinum í
miðal ávirkar nýtsluna hjá
húsarhaldunum.
Men so sigur Fíggjar
málaráðið eisini, at í sama
tíðarskeiði eru lønirnar
hækkaðar eini 7,5%.
– So verður bara hugt
eftir prísvøkstrinum á
brennievni,
kann
ikki
sigast, at talan hevur verið
um reallønarlækking, sigur
fíggjarmálaráðið.
Miðflokkurin sigur, at
verður teirra uppskot sam
tykt, verður talan um ein
munandi lætta og tað er
ein lætti, sum kemur lág
inntøkunum mest til góðar
Tí mæla teir til, at ein partur
av ætlaða skattalættanum
verður umlagdur so at olju
avgjaldið heldur verður
umskipað, so at tað fellur
burtur, tá ið oljurpísirnir eru
so høgir sum nú.
Uppskotið hevur ikki
stórar møguleikar at verða
samtykt, tí umboð fyri allar
samgonguflokkarnar og tjóð
veldisflokkurin, halda ikki,
at tað er grundarlag fyri at
lækka oljuavgjaldið og tí
mæla tey frá at samtykkja
tað.
Tey halda, at hava ávísir
bólkar, eitt nú pensjónistar
ella húski við børnum, brúk
fyri einum lætta, ber tað til
at hækka barnafrádráttin
og at hækka viðbótina til
pensjónistar.
Tey einastu, sum taka
undir við uppskotinum,
eru miðfokkurin og sjálv
stýrisflokkurin.
Klára seg betur sjálvt
um oljan er nógv dýrari
Olja og brennievni til hús og bilar er dýrkað nógv í seinastuni, men lønin er hækkað enn meiri,
so enn halda húsarhaldini tørn, sigur fíggjamrálaráðið