hósdagur 10. november 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 216 - 10. november 2005
Skjalasavns
dagur verður
12. nov.
Triðja árið á rað verður
tiltakið Skjalasavnsdagur
á Landsskjalasavninum
á Debesartrøð. Skjala
savnsdagur er eitt fe
lags
norðurlendskt
tiltak,
»Arkivernes
Dag«, har skjalasøvn
í Norðanlondum hava
opið hús sama dag.
Skjalasavnsdagurin 2005
verður leygardagin 12.
november.
Landsskjalasavnið hev
ur opið hús frá kl 14 til
kl 18. Høvi verður hjá
vitjandi at vitja lesistovu
og nærgoymslur. Eisini
verður ein framsýning
undir evninum »Torv og
torvsskurður«. Ymisk
skjøl, sum hava við evnið
at gera verða sýnd fram,
men eisini ber til at síggja
onnur skjøl.
Kl. 15 heldur Petur
Jacob Sigvardsen fyri
lestur í Loftstovuni á
Føroyamálsdeildini
á
Fróðskaparsetrinum, sum
hann kallar: Savnindi
í granskingarhøpi. Pet
ur Jacob hevur skrivað
ritgerðina Torv og torv
skurður í søgu og siðsøgu,
sum hann hevur arbeitt við
í nógv í ár. Eisini hevur
hann givið út Úr Gjáar
søgu í 4 bindum. Aftan fyri
arbeiðið við hesum báðum
verkum liggja drúgvar
skjalarannsóknir. Petur
Jacob fer í fyrilestrinum at
greiða frá hesum arbeiði.
Eisini verður høvi til at
síggja avrit av teimum
savnindum, sum Petur
Jacob hevur savna saman í
sambandi við arbeiði sítt.
Sí eisini http://www.
lokalarkiver.dk/arkivdag/
index.htm
Eksem av stuðuls
armbondum
Ljósareyðu armbondini
við áskriftini ”Støt Bryst
erner”, sum Kræftens
Bekæmpelse í Danmark
selur til frama fyri gransk
ingina í bróstkrabba, eru
undir illgruna, fyri at vera
orsøk til eksem.
Húðlæknin Christian
Avnstorp á Dansk Der
matologisk selskab sigur
við útvarpsrásina, DR
Vejle, at tey hava fingið
fleiri áheitanir frá fólki
um hesi armbond. Í løtuni
verða armbondini kannaði
á Teknologisk Institut.
Úr Kræftens Bekæmp
else verður sagt, at tey
sjálvandi eru sera kedd
av hesum, men bíða eftir
úrslitinum av kanningini,
áðrenn avgjørt verður
at steðga søluni av arm
bondum.
nud
Lisberg og Enni í
Lounge
Leygarkvøldið fara Bjarni
Lisberg og Brandur Enni
at spæla í Hafnia Lounge,
hetta er fyrsta vikuskiftið
aftan á Singer/Songwriter
kappingina í Hafnia
Lounge. Kappingin hevur
verið sera væl vitja, og nú
skal tann alsamt eldra
fyrrverandi barnastjørnan
Brandur Enni royna at
halda støðinum.
Familjunøvnini Lisberg
og Enni eru tengd at tón
leiki, og boða frá høgari
góðsku.
Deiggj spæla
ístaðin fyri
Basalt
Tað verða Deiggj og
ikki Basalt, ið spæla til
dans í Kagganum hetta
vikuskiftið. Vit hava fyrr
skrivað, at Basalt skulu
spæla, men hetta er nú
avlýst, og í staðin verður
frálíkur dansivinarligur
og 70’ára tónleikur við
Deiggj.
Deiggj hava millum
annað spælt sum Gasolin
Jam fyrr í ár, og Gasolin
løg vera eisini á skránni
í Kagganum hetta viku
skiftið, men eisini bólkar
sum Deep Purple, Eric
Clapton og ymiskt før
oyskt, ikki minst nakrir
Deiggj klassikarar.
nud
Livandi tónleikur
í Glitni
Aftur hetta vikuskiftið er
livandi tónleikur í Glitni,
Sum vant undirheldur
hústroubadururin Andre
as Arge í kvøld og sunnu
kvøldið. Fríggjakvøldið er
tað Dansiorksetrið, sum
fer at seta lív í.
Sambært Glitni, gerst
Andreas Arge alsamt
betur umtóktur við sínum
breiða tónleikarúrvali.
Dansiorkestrið við Erling
Berg á odda fer so løgið,
sum tað ljóðar, at spæla
til dans. Erling, ið hevur
fortíð í bólkinum Driv,
hevur teir báðar Paula og
Sverra afturat sær.
nud
Sunnudagin 13. november
kl 18 hevur Kirkjukórið
Ljómur árligu allahalganna
konsertina undir leiðslu
av Dorte Tilma, sum
stjórnaði kórinum á summ
arsangferðini til Norðurlond
og Spaniuland.
Oddur Hentze og Ulf Nord
lund fara við blásarunum
Suðuroyar Konsert Band
at seta dám á hátíðardagin,
sum øll árini eisini hevur
verið offurgudstænasta. Ser
merktur stemningur er, tá ið
kirkjufólkið fer syngjandi
innar í kór, hugfarsliga
heystarsálmin eftir Robert
Joensen: »Nú hvítna tindar
fjøllum á…«
Allahalgannakonsert
í Vágs kirkju
Ungmannafelagið
Virkið og Sands
Kommuna hava gjørt
avtalu um barna og
ungdómsvirksemi í
Virkinum komandi
vetrarhálvárið
Ungdómshús
Jákup Mørk
Hetta er ein roynd at geva
ungdóminum á Sandi eitt
meira fjøltáttað mentanarlív
í vetrarhálvuni.
Soleiðis lýsir Páll á Reyna
túgvu, borgarstjóri, nýggju
avtaluna, sum Sands Komm
una hevur gjørt við Ung
mannafelagið Virkið.
Avtalan inniber, at ung
mannafelagið og kommunan
komandi hálva árið gera eina
royndarverkætlan, har eitt
skipað ungdómsvirksemi
skal fáast í eina meira fasta
legu, enn tað higartil hevur
verið talan um.
Hetta er sum so ein ætlan,
sum bygdarráðið hevur
havt í eina tíð. Og nú hava
vit so gjørt av at seta eina
royndarverkætlan í gongd,
sigur Páll á Reynatúgvu.
Og tað er ikki heilt av
tilvild, at vit hava valt vet
rarhálvuna. Um summarið
er serliga fótbólturin ein
savningardepil fyri ung
dómin, men um veturin eru
tilboðini nakað nógv færri.
Enn eru vit ikki komin á
mál við eini ítróttarhøll, og
tað í sjálvum sær avmarkar
ítróttarmøguleikarnar rætti
liga nógv. Tí er hetta fyrst
og fremst ein roynd at víðka
um tilboðið til ungdómin í
oynni. Vónin er sjálvandi,
at hetta fer at eydnast væl,
men tað verður so nakað,
sum vit koma at eftirmeta,
tá átakið hevur staðið sína
roynd, sigur hann.
Tað er Erling Arnason,
sum er settur sum leiðari
fyri tiltakinum, sum fyribils
er skipað við fýra kvøldum.
Mána og mikudag millum
kl. 15 og 18.30 er opið fyri
børnum um 712 ára aldur.
Týs og hósdag eru hølini
ætlað teimum, sum er 13 ár
og eldri. Tá verða hølini opin
millum 16 og 18.30 og frá
19.30 til 21.
Royndarætlan við ungdómshúsi á Sandi
Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri, tykist vera spentur um, hvussu royndarátakið við ungdómshúsi
fer at eydnast