hósdagur 10. november 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 216 - 10. november 2005
7
F Gaini við
nýggjum
savni
F Gaini hevur júst givið
út greina- og søgusavnið
Gávur skulu rindast
aftur.
Sagt verður frá ferðum
sum smádrongur til Gjá-
ar við abbanum, sum í
sínum ymisku Fordum
sjáldan legði í at koyra
aðrar leiðir enn hana
millum Havnina og barn-
dómsbygdina. Seinni
veksur sjónarringurin, og
ferðirnar út í heim gerast
mangar og margfaldar,
og ferðing sum fyribrigdi
er frammarlaga í tekst-
unum.
Tær stuttu søgurnar
tríva í sama enda og eru
løtumyndir, har kjarnin
ofta er, at tú ikki hevur
heimvist á einum ávísum
stað á fold. Vit eru øll
ferðandi um ikki annað
so frá vøggu til grøv.
Gávur skulu rindast
aftur er hugvekjandi og
hugfangandi lesnaður.
Gávur skulu rindast aftur
– greinir og søgur er 163
bls. Mentunargrunnur
Studentafelagsins gevur
út.
ave
Tóroddur Poulsen hevur
júst givið út yrkingasavnið
Morgunbókin, sum hóast tað
er skrivað á morgni, eisini
kann lesast á kvøldi
Við vanligum spei og
skemti ger høvundurin
myndir í huganum á lesar
anum, sum bæði fáa hann
at smílka og hugsa seg um.
Til dømis ”ð.dk”:
www.edderikkitil.fo
www.cerhorvid.fo
www.skulameistari.fo
www.dupultvertrifalttil.fo
www.zsvevur.fo
www.xerfremmant.fo
Álvari og hugleiðingar um
lív og deyða og uppvøkstur
hjá mannabarninum eru ein
tráður í savninum. Somuleiðis
er fitt av bókmentaligum og
filosofiskum tilsipingum í
yrkingunum. Høvundurin
hevur sjálvur gjørt permuna
og tekningarnar, sum eru í
savninum.
Morgunbókin er 102
bls.
Mentunargrunnur
Studentafelagsins gevur út.
ave
Spei og álvari frá Tóroddi
24.-26. november
fara Deja Vu og
danski Peter Smith
at spæla í Havn,
Vági og Klaksvík,
hetta er onnur av
seks konsertferðum
við føroyskum og
donskum bólkum í
vetur
FO/DK
KOnsertFerðir
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Danski sangarin, tónleikar
arin og tónasmiðurin Peter
Smith er danska navnið, sum
síðsta vikuskiftið í november
skal ferðast kring Føroyar
saman við einum føroyskum
bólki. Deja Vu umboða
Føroyar á konsertunum.
Hetta er onnur konsertferð
av seks, sum verða hendan
veturin. Í oktober vóru Páll
Finnur Páll, Julie Maria og
The Souveneirs á rundferð,
og bæði fyrireikarar og
tónleikarar vóru stak væl
nøgd við konsertirnar. Tær
vórðu rættiliga væl vitjaðar,
hóast ódnarveður var teir
daganar.
Tiltakið verður fyri
skipað í felag av Norð
urlandahúsinum,
FUT
(Føroya Undirhalds Tón
leikarafelag), DJBFA (Dansk
Jazz Beat & Folkemusik
Autorer) og DAT (Dansk
Artist Forbund). Við stuðli
frá Atlantic Airways.
Fyrsta konsertin verður í
Kagganum hóskvøldið 24.
november kl. 20.00. Tann
næsta konsertin verður
í Stóra Pakkhúsi í Vági
fríggjakvøldið 25. november
kl. 21.00, og tann seinasta
í Atlantis í Klaksvík,
leygarkvøldið 26. november
kl. 19.00.
Lagt verður upp til 3
intimar konsertir har tón
leikurin verður settur í
fokus. Eisini verður roynt
at gera kvøldið hugnaligt
við at bjóða gestunum
ókeypis kaffi/te og vaflur
afturvið. Kostnaðurin fyri
alt tiltakið er einans 90 kr.
Skúlanæmingar sleppa inn
fyri hálvan prís
Endamálið við konsert
ferðunum er at geva tón
leikabólkum úr báðum
londunum høvið at koma út
um landoddarnar at spæla
tónleik. Næsta ár er ætlanin,
at føroyskir bólkar skulu fáa
høvið at fara á konsertferð
við donskum bólkum í Dan
mark.
Deja Vu og Peter Smith á
Føroyar/Danmark konsertferð
Fríggjakvøldið og leygar
kvøldið spæla Go Go Blues
sín frálíka blúsrokk í Café
Natúr, Prix vinnararnir Go
Go Blues, hava seinastu vik
urnar ikki verið heilt so nógv
at hoyra sum fyrr í ár, men
nú er møguleikin aftur.
Annars hevur hetta verið
ein tann virknasti føroyski
bólkurin, við konsertferðum
innanlanda og uttanlanda.
Go Go Blues
spæla á
Café Natúr
Kontri kvøld
í REX
Hetta
fríggjakvøldið
er kontrikvøld í REX,
og tosar tú um føroyskt
kontri, slepst ikki utt
anum Vestmanna, tí er
oddamaðurin í bólkinum,
sum fer at fylla REX við
kovboyhattum og luktinum
av neytum, sjálvandi
ein vestmenningur, Jóan
Magnus Danielsen.
Bólkurin hjá Jóan Magn
usi Spaðar 5 stendur fyri
tónleikinum, men sum
um Jóan Magnus ikki var
nóg kontri, so er ein tann
besta føroyska kvinnuliga
kontrirøddin eisini við,
tí Sølva Ford er serligur
gestur hetta kvøldið.
Leygarkvøldið spælir
sami bólkur sama stað,
tó uttan Sølvu og ikki í
kontrihami, men sum van
ligur dansibólkur.
nud