hósdagur 10. november 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 216 - 10. november 2005
Brúdleyp var á ein
um gistingarhúsi í
Amman fyrrakvøldið,
so fleiri hildu bumbu
brestirnar vera fýr
verk. Løtu seinni
høvdu 67 latið lív.
Yvirgangur
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Umleið 300 fólk vóru í
brúdleypi í gildissalinum á
Radisson SAS-hotellinum í
Amman fyrrakvøldið. Brád-
liga var alt í einum ruðuleika.
Ein sterk bumba var brostin
inni í sjálvum salinum. Eing-
in hevði varnast tann óbodna
gestin, sum var komin innar
við einum bumbubelti um
miðjuna.
-Vit hildu tað vera fýr-
verk, men so sóu vit blóð
og deyð fólk, segði ein av
brúdleypsgestunum við
tíðindastovuna AP. Løtu
seinni brast ein bumba
á Grand Hyatt-gisting-
arhúsinum, og uppaftur
eina løtu seinni brast ein
á gistingarhúsinum Days
Inn.
Løgreglubilar og sjúkra-
bilar vóru skjótir til tey
trý gistingarhúsini, og
umleið ein tíma seinni varð
kunngjørt, at tær tríggjar
bumburnar høvdu kravt 67
mannalív, og at meiri enn
100 vóru særd.
Tey trý gistingarhúsini
eru í Jebel-býarpartinum,
og evropearar, amerikanarar
og ísraelsmenn gista van-
liga har. Eftirlitið við gist-
ingarhúsunum er eisini
sera strangt. Eitt nú koyra
løgreglubilar fram við teim-
um fýra ferðir um tíman.
Ísraelska blaðið Haaretz
visti í gjár at siga, at fleiri
ísraelsmenn høvdu búð á
Radisson SAS-gistingarhús-
inum, men at ísraelsku mynd-
ugleikarnir fluttu tey haðani
nakrar fáar tímar undan
bumbuatsóknini. Orsøkin
var sambært blaðnum "ein
neyv trygdarfráboðan",
sum blaðið orðaði tað. Sum
skilst vórðu aðrir gestir ikki
ávaraðir, skrivar NTB.
Jordansku myndugleikar-
nir hava leingi lagt seg eft-
ir at forða fyri yvirgangi í
landinum, millum annað tí
at nógvir irakar eru komnir
hagar síðani innrásina í Irak.
Jordan er eisini trúgvur
stuðul hjá USA, og í august
vórðu rakettir skotnar eftir
amerikonskum herskipum,
sum lógu við bryggju í
Akaba.
Bæði yvirgangs
serfrøðingar og
jordansku myndug
leikarnir halda, at tað
var Abu Musab al
Zarqawi, sum skipaði
fyri atsóknunum í
Amman.
Yvirgangur
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Fyrrapartin í gjár átók al-
Qaeda sær ábyrgdina av
bumbunum á teimum trim-
um gistingarhúsunum í
Amman. Tað kom ikki óvart
á nakrar, tí longu framman
undan høvdu tey flestu ill-
gruna til ein ávísan mann,
Abu Musab al-Zarqawi.
Jordanskar keldur søgdu
í gjár, at hann hevur fleiri
ferðir roynt at fremja
yvirgang í Jordan, men
at myndugleikarnir hava
avdúkað ætlaninar hvørja
ferð. Men hesa ferð eydnaðist
tað honum.
Men hvør er hann?
Abu Musab al-Zarqawi er
sjálvur jordani. Har varð
hann dømdur 15 ára fongsul
í 1996, tí hann hevði roynt
at fella kongsvaldið, men
trý ár seinni varð hann latin
leysur. Í 2002 dømdi ein
jordanskur dómstólur hann
til deyða, tí hann hevði myrt
ein amerikanskan diplomat
og fyri at hava lagt ætlanir
um álop á ísraelsk og
amerikonsk mál.
Men hesa ferð var Abu
Musab al-Zarqawi ikki í rætt-
inum, tí hann var langt síðani
farin úr Jordan. Hann hevði
funnið sær eitt nýtt stríðsøki,
Irak, og amerikanararnir
vilja vera við, at tað er hann,
sum skipar fyri mótstøðuni
har. Teir vilja eisini vera
við, at hann er ein av næstu
monnum bin Ladens.
Men hann hevur ikki
gloymt Jordan. So seint
sum í fjør avdúkaði jord-
anska
fregnartænastan,
at al-Zarqawi hevði lagt
eina ætlan um at søkja at
forsætismálaráðnum og
amerikonsku sendistovuni
í Amman, og at hann ætlaði
at søkja at fleiri málum í býn-
um við drepandi, evnafrøði-
ligum vápnum.
Yvirgangs
leiðari fallin
Myndugleikarnir í Indo-
nesia kunngjørdu í gjár, at
malaysiski yvirgangsleið-
arin Azahari bin Husin fall
í bardaga við løgregluna
fyrradagin.
Løgreglan hevði fingið
frænir av, at yvirgangsmenn
hildu til í einum húsum
í býnum Malang á oynni
Java. Tá løgreglan leyp á
húsini, skutu menn aftur-
ímóti, og tá bardagin var
liðugur, varð líkið av tí
42 ára gamla Azahari
bin Husin funnið inni í
húsunum, skrivar AP. Tað
er kortini ikki greitt, um
hann bleiv skotin, ella
um hann doyði fyri egn-
ari hond. Indonesiska løg-
reglan hevur fyrr sagt, at
Azahari hevði altíð eitt
bumbubelti um miðjuna,
so hann skuldi ikki verða
tikin á lívi.
Myndugleikarnir
í
Indonesia vilja vera við,
at Azahari var ein av
leiðarunum í yvirgangs-
felagsskapinum Jemaah
Islamiyah, sum hevur
samband við al-Qaeda.
Hildið verður, at hann var
millum teirra, sum skipaðu
fyri atsóknini, sum kostaði
202 mannalív á oynni Bali
í 2002. Hann varð eisini
settur í samband við eina
atsókn á Bali fyri einum
mánað síðani. Ta ferðina
doyðu 20 fólk.
Semings
maður gevst
Jayantha Dhanapala, sum
hevur verið samráðingar-
leiðari hjá srilankisku stjórn-
ini í samráðingunum við teir
tamilsku tikararnar, boðaði
í gjár frá, at hann gevst sum
samráðingarmaður.
Við hjálp frá norskum
semingsmonnum samdust
stjórnin og tamilsku tikar-
arnir um eina friðaravtalu
fyri trimum árum síðani.
Avtalan hevur kortini ikki
forðað fyri harðskapi, og
Jayantha Dhanapala hev-
ur í seinastuni roynt at
fáa partarnar aftur til sam-
ráðingarborðið, men til
fánýtis. Nú hevur hann so
kunngjørt, at hann gevst.
Avgerðin kann hava sam-
band við, at forsetaval
verður í Sri Lanka um
eina viku, og at valevnið
hjá
stjórnarflokkinum
hevur skotið upp at herða
framferðina ímóti tamilsku
tikarunum.
Jayantha
Dhanapala
hevur fyrr arbeitt sum
diplomatur hjá ST, og
sambært altjóða tíðinda-
stovunum hevur hann
ein dreym um at taka við
aðalskrivarastarvinum har,
tá Kofi Annan fer frá næsta
ár.
Myrdi
sjúklingar
Ákæruvaldið í Týsklandi
hevur ákært eina 27 ára
gamla kvinnu fyri at hava
beint fyri níggju sjúklingum
á einum ellisheimi nær-
hendis Bonn.
Sambært ákæruritinum
kvaldi hon níggju kvinnur
við einum kodda ella einum
handklæði. Kvinnurnar
vóru í aldrinum frá 78 til 93
ár, og tær vórðu fyribeindar
í tíðarskeiðinum frá nov-
ember í 2003 til apríl í ár.
Tann 27 ára gamla kvinn-
an viðgekk seg seka, tá
hon bleiv tikin. Hon hevur
greitt frá, at hon drap fýra
konur, tí hon orkaði tær
ikki, og at hon beindi fyrio
fýra øðrum, so tær kundu
sleppa undan at líða. Tann
seinasta bað sjálv um
at sleppa hiðani, segði
kvinnan.
Verður hon funnin sek
í at hava myrt tær níggju
kvinnurnar, fær hon helst
lívlanga fongsulsrevsing.
Funnu gamla
grøv
Norskir
fornfrøðingar
hava funnið eina 1600 ára
gamla grøv einar 30 metrar
frá sjónum við Farsund í
Suðurnoregi. Grøvin hevur
ivaleyst verið partur av ein-
um gomlum gravstaði, sum
varð lagdur undir heilt í
sambandi við vegarbeiði í
fimmtiárunum.
Sambært fornfrøðingun-
um er talan um grøvina
hjá einari kvinnu, og tað er
greitt, at hon man hava havt
eina týðandi støðu í sínum
samfelag. Í grøvini hava
fornfrøðingarnir funnið
lutir úr gulli og silvuri
umframt glasperlur og yms-
ar lutir úr bronsu og jarni,
og tað vísir, at kvinnan
hevur havt eina serstøðu,
siga fornfrøðingarnir.
Kvinnan lá ballað inn
í klæði, sum annaðhvørt
eru úr ull ella silki, og sam-
bært fornfrøðingunum er
tað sjáldsamt at finna so
gomul klæði.
uTTan Úr HEiMi
Hildu tað vera fýrverk
Ein særdur maður verður fluttur út til ein sjúkrabil uttan fyri
Grand Hyatt-gistingarhúsið.
Alt bendir á alZarqawi
Abu Musab al-Zarqawi.