hósdagur 10. november 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 216 - 10. november 2005
19
Starv á Føroya
Blindastovni leyst at søkja
Til træverkstaðið á Føroya Blindastovni verður søkt
eftir einum handverkara at byrja í føstum starvi frá
ársbyrjan 2006.
Ábyrgdarøkið fevnir um:
•
Skipa dagliga arbeiði á træðverkstaðnum við
ymiskum ídnaðarmaskinum
•
Fyriskipa skeið í hvussu smærri handamboð
verða nýtt og í gerð av lutum úr ymsum evnum
t.d. horni, steini, silvuri.
Søkt verður eftir fólki við handaligum royndum.
Skapandi evni, er ein styrki í starvinum.
Teldukunnleiki á brúkarastigi er ein fyrimunur.
Tú skalt verða fyrikomandi, verða tolin og duga at
samstarva.
Neyðug upplæring fer fram á stovninum og
uttanlands.
Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv, har
viðkomandi verður løntur eftir sáttmála hjá við-
komandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Starvið verður sett 1. januar 2006 ella eftir nærri
avtalu.
Skrivlig umsókn við prógvum og CV skal vera
okkum í hendi seinast mánadagin 21. november
2005.
Eru fyrispurningar til starvið, ert tú vælkomin at
ringja á tlf. 318222 og tosa við Karin Kass, leiðara.
Føroya
Blindastovnur er
sjálvsognarstovnur
Við endamálsorð-
ingini:
„Hjálp til
sjálvhjálp“ verður
virksemið á
stovninum lagt til
rættis eftir ynski og
tørvi hjá einstaka
brúkaranum, sum
søkir ráðgeving
orsaka av
sjónbreki.
Stovnurin hevur
verkstøð til
ymiskt handaligt
arbeiði. Eisini
hevur stovnurin
ráðgeving, sum
vegleiðir í brúki
av hjálpartólum
og gevur frálæru í
almennari dagligari
lívsførðslu.
Frálæran kann
vera einsæris ella í
bólki, skipað sum
skeið. 10 starvsfólk
arbeiða dagliga á
stovninum.
Íslandsvegur 10A
Boks 2074
FO-165 Argir
GRANNSKOÐARI
Til virki okkara sóknast vit eftir einum grann-
skoðara, sum skal kunna byrja skjótast gjørligt.
Vit hugsa okkum, at tú
•
hevur lokið eina ástøðiliga útbúgving á
handilsháskúla ella á handilsskúla
•
ert væl kunnaður við alt vanligt bókhalds-
arbeiði og hevur kunnleika til vanligar
bókhaldsskipanir
•
hevur royndir at seta upp roknskap
•
hevur evni at lesa roknskap
•
dugir at nýta vanligar skrivstovuskipanir, so
sum tekstviðgerð og rokniark
•
ert lættur at samstarva við
Hevur tú royndir á grannskoðaraøkinum, er tað
ein góð barlast í starvinum, men ikki ein treyt.
Løn verður avtalað millum teg og leiðsluna. Lønin
verður ásett út frá útbúgving og royndum og í
mun til lønarlagið á virkinum annars.
Á virkinum starvast 22 fólk, og meina vit sjálvi,
at arbeiðsumstøðurnar og arbeiðsumhvørvið er
gott.
Tey, ið ætla at søkja, skulu senda umsókn við
prógvum og møguligum ummælum, innan 15.
november 2005.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri
upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til
Jógvan Amonsson.
P/F Grannskoðaravirkið INPACT
R. C. Effersøesgøta 26
Postrúm 191
110 Tórshavn
Member of international network
of professional accountants
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett
niðanfyristandandi viðv.
hesum feløgum:
Nevnd og stjórn er farin frá.
Í dag eru fylgjandi feløg send
Skiftirættinum til
tvingsilsavtøku eftir § 87 jvb.
§ 86 í Sp/f-lógini og § 117
jvb § 118 í P/F-lógini.
Skrásetingarnr. Sp/f 3749,
Sp/f TC Seafood undir
tvingsilsavtøku, 220
Skálavík
Skrásetingarnr. Sp/f 746,
Sp/f 01/Apr. 1997 undir
tvingsilsavtøku, 100
Tórshavn
Skráseting Føroya
tann 3. november 2005
Kristin Balle
_______________________
Hoyvíkar skúli
Skúlastýrið við Hoyvíkar skúla søkir eftir fólki til
mennandi stuðul hjá tveimum næmingum í 1. flokki
frá 1. desember og tað, ið eftir er av skúlaárinum, 18
tímar um vikuna.
Løn eftir sáttmála við avvarðandi felag.
Nærri fæst at vita við at venda sær til skúlastjóran
Birgit Arge á tlf. 315073.
Umsóknir skulu sendast til:
Hoyvíkar skúla
Postrúm 3073
110 Tórshavn
Lesið
-so eru tit við!