hósdagur 10. november 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 216 - 10. november 2005
27
History of Violence
Fríggjadag 11.11
kl. 20.45
kl. 23.00
Leygardag
12.11
kl. 20.45
kl. 23.00
Sunnudag
13.11
kl. 19.45
kl. 22.00
www.bio.fo • Telefon 31 19 56
Dómadagur
- Telduspælið »Doom 3« sum vanligur filmur
T͋IRNAR:
Stórt úrval av DVD-filmum til sølu
Walter & Trofast
Fríggjadag 11.11
kl. 18.30
Leygardag
12.11
kl. 18.30
Sunnudag
13.11
kl. 17.30
www.doom-fi lmen.dk
Doom
Fríggjadag 11.11
kl. 23.15
Leygardag
12.11
kl. 23.15
Sunnudag
13.11
kl. 22.15
Legenden om Zorro
Fríggjadag 11.11
kl. 20.30
Leygardag
12.11
kl. 20.30
Sunnudag
13.11
kl. 19.30
Far til fire gi’r aldrig op!
Fríggjadag 11.11
kl. 18.15
Leygardag
12.11
kl. 18.15
Sunnudag
13.11
kl. 17.15
FRUMSÝNING
UMMÆLI:
KOMANDI FILMUR:
www.walterogtrofast.dk
FRA SKABERNE AF
FLUGTEN FRA HØNSEGÅRDEN
FRUMSÝNING
Harry Potter og
flammernes pokal
Fríggjadag 18.11.
kl. 00.04
kl. 16.30 kl. 19.45 kl. 23.00
HEIMSFRUMSÝNING
SVÆRE OG MØRKE TIDER VENTER.
SVÆRE OG MØRKE TIDER VENTER.
www.hpogflammernespokal.dk
www.hpogflammernespokal.dk
FORSALGET
ER STARTET!
Kim Simonsen
Tað hendir ikki ofta, at eitt blóðugt og
óhugnaligt telduspæl verður gjørt til film. Í
1993 kom spælið Doom fram. Tað vóru tey
frá id Software í Texas, ið gjørdu hetta spæl.
Við hesum fingu vit nærum eitt nýtt slag
av spølum. Øll sum hava spælt telduspøl
kenna hetta fyrsta veruliga ”First Person
Shooter” brølið av einum ”hardcore”
spæli, sjálvt um Wolfenstein kom fyrst.
Her sær man gjøgnum eyguni á figurinum,
meðan man skiftir millum høglbyrsur og
maskinbyrsur, ið sorla óhugnalig Alien og
muteraði monstur. Seinni kom so Doom 2,
ið var eitt gott telduspæl. Tað er so deiligt
at splatta slímut ódjór.
Mær dámdi nokso væl spælið Doom
2. Tá so Doom 3 kom, var eg kanska for
gamal til at keypa hetta. Men tá eg royndi
tað, var eg skelkaður av hvussu ótrúliga
óhugnaligt spælið er. Man gongur og
melur í óendaligum myrkri á planetini
Mars uttan yvirlit, á einum anleggi, har
alt møguligt óhugnaligt er farið fram. Eg
fekk ein skelk fyri og annan eftir. Doom
3 er eitt tað mest óhugnaliga spælið, ið
er havi spælt, men filmurin Doom er bert
óvanliga miseydnaður. Søgan er ótrúliga
tunn og filmurin er bert gjørdur fyri at
vinna pening. Tey sum hava gjørt filmin
vita, at spælið er rættuliga kent og elska
av teldufólkunum (monnum).
Mars bla. bla.
Filmurin byrjar á Mars, har ein fornfrøðil
igur útgrevstur, er komin fram á eitt orma
hol, sum kann brúkast til at ferðast millum
Mars og Jørðina. Hesa søguna hava vit
líkasum hoyrt ofta fyrr. Tað er kanska eini
200 filmar um framtíðina sum byrja á henda
hátt. Søgan í telduspølum kann gott vera
vánalig, og spælið gott. Men i einum filmi
skal tað vera øvugt, at søgan skal vera góð
og so kunnu øll møgulig special effects vera
vánalig. Søgan er umráðandi, og í Doom
er eingin søga. Allur filmurin er ein long
klisje. Klisjein um svaka vísundamannin,
ið hevur skapt eitt Frankenstein ódjór.
Søgan um menniskjaskapt kaos, at okkara
tøkni er okkara undirgongd ella ”Doom”,
ið merkir dómadagur.
Hetta er ein av teimum filmunum, ið eg
haldi er tann vánaligasti eg havi sæð. Bert
Starship Troopers 2 var verri. Hann sløkti
eg aftaná 10 minuttir. Og var ein knøttur
í biografinum, ið kundi skift til ein annan
film, so hevði eg gjørt tað. Eg vildi heldur
sæð tíggju vánaligar filmar sum American
Pie 2 og 3, ella Ed Wood enn hetta.
Har Starship Troopers 1 var líka sum
ein kitsj útgáva av ”Melrose Place in
Space”, so er Doom bara ”Dumb in
Space”. Leikarnir eru sera vánaligir. Og
sjálvt um eg av og á kom at hugsa um
Alien (1979) hjá Ridley Scott, ið er ein
genialur og óhugnaligur filmur, so var lítið
at koma eftir her. So lítið, at eg skal kýta
meg fyri at skriva nøkur orð um filmin.
Man skal vera fjeppari
Men um man er ein ”die hard” (Doom
hard) fjeppari av spælinum ”Doom”, so er
hetta helst ein filmur, ið man skal síggja.
Møguliga eri eg ikki hin rætti at skriva
um hendan filmin. Ikki tí mær dámar væl
sokallaðar rúmdarfilmar og telduspøl, men
eg skilji ikki hendan filmin. So hann fær
bert 1 stjørnu av 6.
Nøvn í filminum:
Leikstjórna: Andrzej Bartkowiak
Leikarar:
Dwayne Johnson
Rosamund Pike
Karl Urban.
USA, 100 min. Aldursmark: ikki ásett. Varð
frumsýndur í Havnar Bio fríggjakvøldið 4/11.