fríggjadagur 11. november 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 217 - 11. november 2005
- Hóast vit eru
komin seint upp á
”vognin” í hesum
sambandi, gevur
kumuleringsavtalan
góðar møguleikar –
frá nú av og frameftir.
Avtalan leggur upp
til fríari kapping og
størri gjøgnumskygni
í vinnuni, sigur Hans
Jákup Mikkelsen,
sum starvast í Vinnu-
húsinum
Kumulering
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hans Jacob Mikkelsen, sum
starvast í Vinnuhúsinum, sig
ur seg ikki hava lisið avtaluna
í smálutum, men heldur, at
hon verður eitt gott amboð
hjá vinnuni, serliga fiskiog
alivinnuni í Føroyum.
Eg veit ikki í løtuni,
hvørjar rávørur kunnu keyp
ast og flytast á ESmarkn
aðin uttan toll og uttan
loft. Tað vita teir best, sum
sita ymsastaðni í vinnuni.
Hinvegin er lítil ivi um, at
avtalan kann koma at fáa
stóran týdning fyri føroyska
vinnu.
Hans Jákup hevur annars
verið ráðgevi hjá alivinnuni,
tá ið dumpingákærurnar
vóru fyri á sinni, og tá ið
kunngerðirnar um ILA og
økishvíld vóru á skránni.
Hann heldur, at avtalan
kann fáa stóran týdning
fyri tey virkir – tað veri seg
bæði laksavirki, rækjuvirki
og fiskavirki, sum hava
møguleika at keypa rávøru
úr eitt nú Noregi og Íslandi
og flyta góðskaðu vøruna
á
ESmarknaðin
sum
føroyska upprunavøru, nú
tollforðingarnar eru burtur.
Laksur og rækjur
Er laksurin við, soleiðis
at føroysk portiónsvirkir
kunnu keypa norskan laks,
meirvirkað hann í Føroyum
og selja hann aftur á ES
marknaðinum sum føroyskan
laks, kann avtalan fáa stóran
týdning.
Hans Jacob vísir á, at sama
er galdandi fyri Rækjuvirkið
á Oyri, sum í løtuni hevur eitt
veikt rávørugrundarlag, nú
bert eitt føroyskt rækjuskip
fiskar rækjur.
Hinvegin gevur avtalan
eisini skipinum, sum eftir
er, Havborg, møguleikar at
selja sínar rækjur aðrastaðni,
um prísurin er betur í eitt nú
Noregi ella Íslandi, sigur
hann og vísir á, at avtalan
Hans Jákup Mikkelsen, Vinnuhúsið:
- Nú ræður um at vera kappin
Í seinastuni er tað
serliga umsetingin til
øll málini í ES, sum
hevur tikið langa tíð,
og á tíðindafundinum
hósdagin nevndi Herluf
Sigvaldsson, leiðari
á uttanríkisdeildini,
at skjølini í samband
kumuleringsavtaluna
man vera mest umsetta
”bók” úr føroyskum
Søguliga gongdin
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin,fo
Søguliga gongin um kumu
leringsavtaluna hevur annars
verið henda:
Tað var í 1999, at Føroy
ar søktu um upptøku í tað
táverandi Alevropiska
upprunaøkið, sum var ein
lutfalsliga nýggj skipan.
Samráðingar við ES
gingu tó ikki eftir vild, og
úrslitið gjørdist, at Føroyar
endaðu
sum
einasta
evropeiska landið, ið ikki
fekk limaskap í skipanini.
Í skrivi, sum vit fingu
á tíðindafundinum hós
morgunin um kumulerings
avtaluna, verður sagt, at ES
einamest óttaðist, at Føroyar
skuldu gerast einar opnar
dyr fyri vørum úr øðrum
londum, serliga íslendskum
og norskum fiskavørum.
Londini í skipanini vóru
ES, EFTA og Miðog Eyst
urevropeisku londini.
Hesi seinast nevndu høvdu
ikki øll søkt um limaskap í ES.
Av teimum eru tað Bulgaria,
Rumenia og Turkaland, sum
higartil ikki hava fingið ES
limaskap.
Í skrivinum verður sagt, at
tað kortini ikki altíð hevur
verið ES, sum hevur ligið
í buktini fyri føroyskum
limaskapi í skipanini.
Fótonglar hava verið lagdir
frá mongum áhugabólkum.
Ein ørgrynna av óformligum
fundum hava verið millum
Føroyar og ES um málið,
og hetta hevur verið eitt av
høvuðsmálunum á hvørjum
felagsnevndarfundi við
samveldið síðan 1999.
Lagt verður aftrat, at
Sendistova Føroya í Brússel
hevur í sínum dagliga samskifti
við ESmyndugleikar og
áhugabólkar
verið
ein
kjarnuleikari í spurninginum,
umframt at uttanríkisdeildin
á løgmansskrivstovuni hevur
n‡tt nógva orku til málið.
Nógvar samráðingar
gingu striltið, men í 2003
tóktist bresta fyri nev, sum
tikið verður til.
Anfinn Kallsberg, táver
andi løgmaður, var í Brússel
um várið fyri at skunda
undir málið, og nakrar
mánaðir seinni søgdu ES
myndugleikar, at nú var klárt
hjá Føroyum at koma upp í
skipanina.
Til stuttleikar kann
nevnast, at ES á felags
nevndarfundinum í 2003
byrjaði fundin við at ynskja
Føroyum vælkomnum upp í
Alevropiska upprunaøkið.
Tíðindini bórust eisini í
Føroyum um upptøkuna, men
av ymiskum orsøkum gjørdist
gildiskoman ongum í tí
umfarinum vegna innanhýsis
mannagongdir í ES.
Tað er serliga umsetingin
til øll málini í ES, ið hevur
tikið langa tíð.
Á
tíðindafundinum
hósdagin nevndi Herluf
Sigvaldsson, at skjølini í
samband kumuleringsavtaluna
man vera mest umsetta ”bók”
úr føroyskum.
Men Føroyar hildu at
streingja á gildiskomuna.
Á vári 2005 var eisini
Jóannes Ejdesgaard, løg
maður, í Brússel, og eitt av
málunum fyri vitjan løgmans
var at skunda undir ES
myndugleikarnar í hesum
sambandi.
ES samtykti formliga
á ráðsfundi, 11. oktober
2005, endaligu skjølini,
og Føroyar eru nú partur
av PanEuroMed, sum
felagsskapurin
verður
róptur á enskum. Síðan
hevur Sendistova Føroya
í Brússel vegna Føroyar
undirritað frumskjølini við
handilspartarnar, sum nú eru
galdandi.
Lagt verður aftrat, at síðan
Føroyar søktu um upptøku
í Alevropiska upprunaøkið
í 1999, er skipanin víðk
að munandi, soleiðis at
hon eisini fevnir um mið
jarðarhavslondini. Hetta er
liður í ætlan ES, at Evropa
og miðjarðarhavsøkið skulu
samstarva á fleiri økjum.
Samsavnanin av upp
runa er ein av mongu skip
anum, sum ES ætlar at
seta í verk fyri 2010 við
miðjarðarhavslondini. Her
er talan um sonevndu Pan
EuroMedætlanina, sum
varð sett í verk í 1995.
Við upptøkuni, hava Før
oyar nú møguleika at skifta
um uppruna á rávøru við 42
Kumuleringsavtalan:
Nógvir fótonglar eru
lagdir fyri avtaluni