fríggjadagur 11. november 2005síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
GRANNSKOÐARI
Til virki okkara sóknast vit eftir einum grann-
skoðara, sum skal kunna byrja skjótast gjørligt.
Vit hugsa okkum, at tú
•
hevur lokið eina ástøðiliga útbúgving á
handilsháskúla ella á handilsskúla
•
ert væl kunnaður við alt vanligt bókhalds-
arbeiði og hevur kunnleika til vanligar
bókhaldsskipanir
•
hevur royndir at seta upp roknskap
•
hevur evni at lesa roknskap
•
dugir at nýta vanligar skrivstovuskipanir, so
sum tekstviðgerð og rokniark
•
ert lættur at samstarva við
Hevur tú royndir á grannskoðaraøkinum, er tað
ein góð barlast í starvinum, men ikki ein treyt.
Løn verður avtalað millum teg og leiðsluna. Lønin
verður ásett út frá útbúgving og royndum og í
mun til lønarlagið á virkinum annars.
Á virkinum starvast 22 fólk, og meina vit sjálvi,
at arbeiðsumstøðurnar og arbeiðsumhvørvið er
gott.
Tey, ið ætla at søkja, skulu senda umsókn við
prógvum og møguligum ummælum, innan 15.
november 2005.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri
upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til
Jógvan Amonsson.
P/F Grannskoðaravirkið INPACT
R. C. Effersøesgøta 26
Postrúm 191
110 Tórshavn
Member of international network
of professional accountants
Hús til sølu
í Nólsoy
Matr. nr. 116a, 270 Nólsoy, verður hervið lýst til
sølu.
Ognin umfatar eitt grundstykki inni í bygdini, til
støddar 347 m2, við ástandandi sethúsum. Hartil
er talan um eitt jarðarstykki, ið liggur uppi á
Brekku, til støddar 7.852 m2.
Húsini eru bygd í 1937 og eru í trimum hæddum.
Hvør hædd er uml. 45 m2 til støddar.
Kjallarin: Óinnrættaður.
Stovuhæddin: Stova, køkur og gongd.
Loft: 4 kømur og wc.
Ognin verður seld,um nøktandi boð verður givið.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Aksel V.
Johannesen, adv.ft. email: avj@jura.fo ella Birnu
Joensen, email: bij@jura.fo
Advokatskrivstovan
Fr. Petersensgøtu 9
Tlf. 311145 · Telefax 31 15 25
e-mail: jura@jura.fo
Lesið
-so eru tit við!
Nr. 217 - 11. november 2005